Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Søgufrøðingurin Steffen Stummann Hansen úr Leirvík hevur heitt á fólk í Grimsby at hjálpa sær at finna fram til eftirkomarar hjá føroyskum tilflytarum.  Í vikuni skrivaði lokala tíðindablaðið í Grimsby, Grimsby Telegraph, at ein úr Føroyum hevði vent sær til teirra við eini mynd í vón um at finna fram til eftirkomarar hjá Osvaldi Midjord. Osvald varð føddur í Fuglafirði í 1875 og giftist til Onglands meðan hann sigldi upp á Grimsby sum tannáringur. Sambært fólkateljingini í 1911, hevur Steffen staðfest hjúnini Osvald og Elizabeth Midjord at búgva í Grimsby júst tá.  Tey fingu eingi børn, men Elizabeth átti ein son frammanundan, sum tók eftirnavnið Midjord, tá ið mamma hansara giftist Osvaldi. Drongurin æt Frederick Midjord, og tað eru eftirkomarar hansara, sum Steffen vónar at fáa samband við. Steffen Stummann Hansen er farin undir at skriva eina bókarøð um søguna hjá Fuglafirði, og tað er í tí sambandinum, at hann ynskir at frætta nærri um Osvald Midjord. 21. JULI 2017 Føroyska summarið er lívligt sum ongan­ tíð. Eitt er, at óteljandi tiltøk eru at uppliva kring landið alt summarið á tamb. Annað er, at ferðafólk og útlendskir gest­ir fylla alt meira í landslagnum. Ferða­fólk eru at finna á hvørjum horni nær­um í hvørjari bygd. Tey koma flúgvandi og siglandi til landið, og tey eru sjónlig í býarmyndum og landsløgum, tí tey vilja uppliva, síggja og smakka Føroyar. Ein týðulig broyting er eisini, at nú eru alt fleiri skeltið komin upp á enskum máli á teim­um mongu kaffistovunum og mat­ stovun­um, sum eru kring landið. Fyrr var ikki vist, at nakað skelti yvirhøvur hekk uppi á kaffistovum og matstovum, men nú er kunningin munandi betri – og hon er lut­víst flutt yvir á enskt mál, so ferðafólkini eisini kunnu verða drigin og upplýst. At ferðavinnan veksur, skapar nýggj­ar vinnu­møguleikar í landinum. Flutn­ings­ feløg­ini standa fremst í køini, men síðani koma tey mongu, sum vilja selja ferðafólkum tænastur og vørur. Kaffistovurnar og mat­ stovurnar eru so nógvar í tali, sum tær ongan­tíð áður hava verið, og nú ert tað ikki bert á teimum stóru plássunum, at tú kanst spáka tær á hugnaliga café ella matstovu. Ferða­vinnan styrkir munandi um grund­ar­ lagið undir matstovum og kaffistovum, og tað ger, at føroyingar fáa eitt størri úrval, enn vit í grundini kunnu bera sjálvi. Sam­stundis sum ferðavinnan veksur, og alt fleiri fólk koma at uppliva landið, eru fólk farin at spyrja, um vit vilja hava øll hesi ferðafólkini í landinum. Tað er eitt paradoks, at samfelagið satsar upp á at fáa eina sterkari ferða­vinnu, samstundis sum fólk ivast í gongd­ini, men hetta paradoksið er kent alla­staðni, har ferðavinnan veksur seg stóra. Enn megna vit ferðavinnuna, sum er í Før­ oyum, men tað er lítið at ivast í, at skulu vit varðveita Føroyar sum eitt forkunnugt land, fara vit fyrr ella seinni at renna okkum í eitt loft fyri, hvussu nógv ferðafólk, vit kunnu hava í landinum samstundis. Í løtuni kunnu vit fegnast um ágóðar­ nar, sum ferðavinnan gevur okkum, og at útlendsku gestirnir leggja peng­ar eftir sær sum ongantíð. Føroysk ferðavinna farin á flog Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri SØGA: Leitar eftir føroy­ ingum í Grimsby Burn boðar nú frá, at tey skipa fyri Miss Faroe Islands í næstum.  - Vit fara at finna vakrastu kvinnu í Føroyum. Hetta verður fyrsta kappingin av sínum slag í Føroyum – ein all in beauty con­test - vakrar damur í flottum undir­klæð­ um, galla kjólum og øllum, ið har tilhoyrir, skriv­ar Burn á heimasíðuni.   - Vinnarin sleppur víðari til heimsmeistar kapp­ingina Miss Universe næsta ár. Hervið kemur hon at umboða Føroyar í eini altjóða kap­ping, sigur Burn.   Føroyar hava í øllum førum eina vakur­ leikadrotning, og hon er væntandi við í nýggju kappingini.  - Turið Elinborgardóttir verður ráðgevi og fyriskipari, saman við Burn Showdown. Turið hevur góðar royndir innan hesa grein og hevur sjálv kappast uttanlanda, bleiv nr. 2 í Miss Universe Danmark og vann sær atgongd til størri kappingar úti í heimi, skrivar Burn.  MISS FØROYAR: Vilja finna vakrastu kvinnu í Føroyum Les eisini blaðið á telefonini Biðja einum vini farvæl Barukh Binah Samrøða síða 9 Tilvildarliga nógv grind í ár Høgni Arnbjarnarson Samrøða síða 18-19 Nú skal ein føroysk kvinna kappast við hesar vøkru kvinnurnar