Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 3 T V Ø R O Y R A R K O M M U N A TVEIR NÁMSFRØÐINGAR TIL DAGSTOVNIN HJÁ TVØROYRAR KOMMUNU Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum, í tíðaravmarkað starv, til dagstovnin hjá Tvøroyrar Kommunu: 1 námsfrøðing 30 tímar um vikuna, frá 21. august 2017, ella eftir nærri avtalu, og til 31. juli 2018 1 námsfrøðing 25 tímar frá 21. august 2017, ella eftir nærri avtalu, og til 30. juni 2018. Stovnslýsing: Dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu fevnir um eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur, ein útibarnagarð og ein frítíðarskúla. Stovnurin liggur væl fyri, beint við Ítróttarhøll í Trongisvági og fótbóltsvøllin við Stórá - náttúran er nærmasti granni. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum. Vit vænta av tær, at tú: • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum. • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag. • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum. • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum. • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd. • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar yrkisbólkar • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleikar • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum. Løn: Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um námsfrøðingur ikki søkir størvini, verður hjálparfólk sett. Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737. Umókn: Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Dagstovnin Mýrifípan Att: Kari Petersen Smærugøta 8 826 Trongisvágur ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu tær vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 8. August, 2017, kl. 12.00. fyrst og fremst www.in.fo PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Regin Justinussen, Lynggøta 12, 100 Tórshavn, føddur tann 17. juli 1958, deyður tann 21. februar 2017, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 127/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 14. JULI 2017 Alma Sylvia Christiansen av Skála andaðist á Landssjúkrahúsinum 19. juli, 84 ára gomul. Bønarhald verður í Kapellinum leygardagin 22. juli klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Skála Kirkju sunnudagin 23. juli klokkan 14. Sysktini Minnist til haldaragjaldið Boks 76, FO-110 Tórshavn