Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 4 Tað kundi sæð út, sum at Landsverk hevur sett prís á býir og bygdir Nýtt vegaskelti er sett upp í nánd av innkoyringini til Norðoyatunnilin í Klaksvík. Vegaskeltið sigur frá, hvussu langur teinur eru til ymisku støðini, sum eru fyri framman, men vegaskeltið hevur fingið eitt sindur av einum prísskelti yvir sær. Framman fyri hvørt av kilometratalinum stendur eitt ”kr” tekn, og tey flestu munnu seta tað í samband við krónutal og prís á vørum. Onkur kundi kanska hildið, at nú var kostnaður settur á, hvussu nógv tað kostar at koyra til Havnar, Runavíkar, Fuglafjørð og Leirvík, men soleiðis er ikki. ”Kr” teknið sigur bara frá, at ein gjaldsstøð er á leiðini til hesi støð, so tá ið Norðoytatunnilin er beint fyri framman, verður gjørt vart við, at fólk skulu gjalda ávegis til støðini á skeltinum. Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Ítróttasamband Føroya, hevur fingið heið­urin at seta ólavsøkuna í ár. Tað ber til at lesa í ólavsøkuskránni, ið Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt í dag. Flestu føroyingur kenna helst Elina Heðinsdóttir Joensen best sum forseta í ÍSF, men hevur hon eisini í fleiri ár verið forkvinna í Fimleikasambandinum. 20. mai í fjør bleiv Elin Heðinsdóttir Joensen vald til forseta í ÍSF, og er hon fyrsta kvinnan, ið situr á ovasta rók í Ítróttasambandinum. Ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan, tá hornblásarar, ítróttafólk og býráðslimir ganga skrúðgongu úr Tróndargøtu við kommunuskúlan oman á Vaglið. Tá skrúðgongan er komin oman á Vaglið fer Elin Heðinsdóttir Joensen at halda eina røðu og seta ólavsøkuna 2017. Vikan ið fór Sæð á Facebook: So havi eg fjernað allan ósunnan mat úr húsinum. Tað smakkaði fantastiskt. U21 hondbóltslandsliðið vann sín fyrsta dyst í HM endaspæli í Algeria. Nýggju neyt doyði av elektriskum stoyti í fjósi á Norðoyri. Bárður Larsen, kanningarstjóri, mælir til, at fútin kannar skattamálið hjá Eik. Bakkafrost hevur funnið lítlar mongdir av listeriabakteriu í framleiðsluútgerðini. Víkingur tapir seinna dystin ímóti FH í Champions League 2-0 191 hval leggja beinini í Hvannasundi. Grindin verður býtt til heimapartar í Klaksvík og tveimum smærri kommunum í Norðoyggjum. »Kanningarstjóri« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt umsøkjarar hava fingið lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum 275 Týsdagin kom kanningin, sum løgfrøðingurin Bárður Larsen hevur gjørt av handfaringini hjá Taks av umstrídda skattamálinum hjá Eik. Bárður Larsen mælir til, at málið verður sent til fútan til støðutakan. Fútin skal kanna, um Eik hevur villleitt Taks, og um talan er um skattasvik. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Sæð á Facebook: Guð svarar øllum bønum. Men kanska ikki sum vit vilja. Gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s, av eystri, sum út á dagin fer í sunnan og landsynning. Skýggjað og ælaveður, men út á dagin klárari og møguleiki fyri sólglottum. Hitin um 12 stig. Um náttin um 10 stig. Lot til andøvsgul, 3-8 m/s, av eystri ella landnyðringi, sum fer í norðan og út á náttina í vestan. Turt og nakað av sól. Hitin um dagin millum 12 og 17 stig, um náttina millum 8 og 11 stig. Gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s, av eystri og landsynningi. Turt og nakað av sól. Hitin um dagin millum 12 og 17 stig, um náttina 10 stig. 5-10 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s VEGAKERVIÐ Vegaskelti líkist einum prísskelti RØÐARI Elin skal seta ólavsøku Um orðið sigur Sprotin Kanningarstjóri ein (oftast løgfrøðingur) ið er settur at kanna ávíst (fløkt) mál 1(7), ein kanningarstjóri skal setast at lýsa, um løgmaður hevði heimild at seta í verk fyribilssáttmálan um fult tollfrælsi Visti tú? at í ár eru 40 ár liðin, síðani Svenning av Lofti fór at skipa fyri ferðum til Ísraels