Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 5 Endur­nýggjað 70ara-koyrikort er eingin sam­døgurs­fluga Broytingar í ferðslulógini hava verið til hoyringar í eini røð av ráðum og nevndum, áðrenn snøggaða lógin varð sett í gildi í juni Tað eru nokk ikki øll, sum vita, at broytingar eru gjørdar í ferðslu­ lóg­ini. Fyrstu í juni mánað kunngjørdi løg­maður, at tey, sum ætla sær at endurnýggja koyrikortið við 70 ára aldur, ikki longur skulu hava lækna­váttan. Tað hava pen­sion­ istar annars verið noyddir til, um teir framvegis ætlaðu sær at koyra bil. Við øðrum orðum: Tú skalt ikki, sum higartil hevur verið gald­andi, fara til lækna at fylla papp­ír út og verða tjekkað/ur, um hoyrn og eygu, umframt alt tað leysa, eru í lagi, tá koyrikortið skal endur­ nýggj­ast. Alt hatta sleppur tú frá sum pen­sionistur, um tú ert fyltur 70 ár. Og tað besta við tí heila: Nú slepp­ur tú eisini undan at noyðast djúpt niður í lumman eftir kr. 400,- sum er prísurin fyri eina slíka læknakanning. Kann verða, hetta ikki er nøkur stór upphædd fyri summi, men fyri nógvar pen­sion­ ist­ar í Føroyum eru hetta nógvir peng­ar, ið sanniliga gera eitt ordi­ ligt innhøgg í lítlu og vánaligu pen­ sión­ina. Galdandi í fimm ár Heilt undan myndugleikunum slepp­ur man tó ikki, tá 70ara- koyrikortið skal endurnýggjast. Sam­bært broytingini í ferðslu­ lóg­ini, sum løgmaður hevur sett í løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, skalt tú lata umsókn inn til Akstovuna saman við eini nýggjari mynd av tær og gjalda kr. 150,-. Og so fært tú koyrikortið sendandi við Posta nakrar vikur seinni, um so er, at Posta orkar at bera tað út. Koyrikort, sum verður endur­ nýggjað við 70 ára aldur, er galdandi í fimm ár. Aftaná tað, skal tað end­ ur­nýggjast við læknaváttan, og er tá galdandi bara fyri tvey ár í senn, til man er fyltur 80 ár. Síðani fær man tað bara fyri eitt ár í senn, og tá krevst framvegis lækna­váttan hvørjaferð. Tað er so tað. Verið til hoyringar Læknar hava skyldu at gera vart við, um ein persónur – uttan mun til ald­ur - ikki er egnaður til at hava koyri­koyrt, t.d. um viðkomandi er til vanda fyri seg sjálvan ella onnur i ferðsluni. Í so máta er einki broytt. Hagtøl í okkara grannalondum vísa, at tað ikki eru pensionistar, sum eru mest innblandaðir í ferðslu­óhappum og vanlukkum. Áðrenn løgmaður undir­skriv­aði broyttu ferðslu­lóg­ina, hevur lands­ stýris­mað­ur­in við sam­ferðslu­ mál­um í eina longri tíð arbeitt við broyt­ingar­upps­skot­in­um, sum rúmar nógv annað, ið ikki bara hevur við 70ara-koyrikort at gera. So broytingarlógin er ikki bara ein samdøgursfluga. Hon hevur verið til hoyringar hjá eini himmalsins rúgvu av ráðum og feløgum, so sum Utt­ an­ríkis- og Vinnumálaráðnum, Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Almannamálaráðnum, Fíggjar­ mála­ráðnum, Landslæknanum, Ser­læknafelag Føroya, Kommunu­ læknafelagnum, Lands­verk,Vinnu­ húsinum, Komm­unu­felagnum, Før­oya Land­fúta, Politista­felag Før­oya, TAKS, Ráðnum fyri Ferðslu­trygd, Felagn­um fyri før­ oysk­ar advokat­ar, Dómara­skriv­ stovuni, Koyri­lærara­felagn­um, Trygg­ing­arfelagnum Før­oyar, Trygd, Dátu­eftirlitinum, Felagn­ um fyri peninga­stovnar, Tunnil. fo, Vága Flog­havn, P/F Eystur­oyar- og Sand­oyar­tunlar, Umhvørvis­ stov­uni, Bil­handlarafelagnum og Lands­felag Pen­sjónista. Sostatt eru øll hesi ráð og feløg vitandi um broytingina í ferðslulógini. Men um tað bara eru topparnir og leiðslurnar, sum liggja inni við vitanini, ella um boðini eru farin víðari til tey, sum fáast við umrødda evni í dagliga virksemi teirra, er ikki lætt at vita. Havi skilt, at í so máta haltar víðari kunning onkra staðni. Annars ber til at lesa kunn­ ing­arskrivið um broytingarnar í ferðslu­lógini á heimasíðuni hjá Akfars­stovuni. Beate L. Samuelsen Nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista LESARABRÆV Nýggj bók við breiðari lýsing av tí margháttliga læknastríðnum í Klaksvík frá 1952-1956 DÁVUR WINTHER Týsdagin komandi - 25. juli verður nýggjasta bókin um læknastríðið í Klaksvík 1952-1956 løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík – kl. 19.30. Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, Arnstein Niclasen, rithøvundi greiðir frá savningini til og skrivingini av bókini, meðan Símun Absalonsen ummælir og hugleiðir úr bókini. Bókin ber heitið: Herskin herðindi - millum tvey lond um æru og atsóknir - fyri 601 krónu og hálvtrýss oyru. Rithøvundur er Arnstein Niclasen. Høvundurin lýsir við hepnari hond - ikki bara søgugongdina undir læknastríðnum, sum hann upplivdi og var ein partur av, við eitt nú at verða við til at leggja “Barm” út sum stongsil fyri Klaksvíkar Havn. Men hann hevur eisini við í bókini mong upplýsandi djúptøkin og skemtilig strok um lokalar og politiskar høvuðspersónar undir hesum herviligu herðindunum. So sum um forsætisráðharrarnar Hans Hedtoft, H.C. Hansen og Viggo Kampmann og landsstýrismenn sum Kristian Djurhuus, Hákun Djurhuus, Richard Long, Edward Mitens o. fl., umframt loftnaðar embætismenn, og so lokalar oddafiskar sum eitt nú um Jógvan Fr. Kjølbro, Fischer Heinesen, Robert Joensen, Olaf Halvorsen, Viggo Joensen, Richard Jacobsen, Poul J. Olsen, Poul Skarðenni og Eivind Rubek Nielsen v.m. Rættargongdir, ákærur og fongsulsdómar vera lýstir og umrøddir, sum nøkur fólk fingu at bera fyri alla fjøldina, hesi sum rættiliga tilvildarliga blivu útvald og atsøkt av ákærumyndugleikunum ríkisins. Stílurin í bókini er lættur og livandi. Álv­arsemi og skemt sam­an­t­vinnað við mongum foto­mynd­ um og skemti­ligum brotum, eis­ini við myndum frá Will­ iam Heinesen og av Óla P. Myndina av Arnstein Niclasen hevur Dávur Winther tikið