hósdagur 20. juli 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
6
SKATTAMÁLIÐ
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Í
vikuni fekk nógv umrødda
skattamálið eina vend, sum
ikki hevur sæð sín líka í
føroyska samfelagnum áður.
Eik varð meldað til løgregluna fyri
brot á skattalógina. Og stutt eftir,
at politimeldingin gjørdist greið,
kom ein útsøgn frá Taksstjóranum,
Eyðuni Mørkøre, sum eingin helst
hevði væntað sær júst hendan
dagin.
Tí sama dag, sum Eyðun Mørk
øre vegna Taks meldaði Betri
Banka til løgregluna, var sami
Eyðun Mørkøre úti alment og
segði, at einki brotsverk er farið
fram. Taksstjórin kennir seg ikki
villleiddan av Eik. Og løgið nokk
er tað tó júst hetta brotsverk móti
skattavaldinum, sum fútin nú skal
kanna.
Samstundis heldur Eyðun
Mørkøre, at Taks ongantíð hevur
tikið eina skeiva avgerði í skatta
málinum. Taksstjórin sigur
seg nú ongantíð hava blá
stemplað goodwill
frádráttin á 90
milliónir
krón
Eyðun Mørkøre og Bárður Larsen standa hvør sínu megin eina gjógv, nú skattamálið er
farið til ákæruvaldið til kanningar. Ein ósemja hjá hesum báðum er, at meðan Bárður
Larsen heldur, at skattamálið hjá Eik liggur so nær við lógarbrot, at man eigur at melda
til løgregluna, so heldur Eyðun Mørkøre ikki, at lógarbrot er framt. Ein onnur ósemja
er, at Bárður Larsen saman við øllum hinum persónunum í skattamálinum halda,
at Taks játtaði goodwill frádrátt á sumri 2015. Eyðun Mørkøre sigur hinvegin, at man
ongantíð hevur sagt gott fyri goodwill frádráttinum. Um so er, at Eyðun Mørkøre hevur
rætt í hesari tulking av støðuni, so hava Bárður Larsen, Jørn Astrup Hansen, Torben
Nielsen, nevndin í Eik, TF Holding, Spekt og Fíggjarligt Støðufesti misskilt støðuna.
Skattamálið blivið ein farsa
ANNAR STJÓRIN
FER SKEIVUR