hósdagur 20. juli 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
7
Spælararnir tulka:
ur. Taks hevur einans sagt, at
upphæddin skal síggjast sum
goodwill og ikki sum “straks
frádráttur”, men ongantíð sagt,
hvussu stórt goodwillið er í krón
um og oyrum – í øllum førum
ongantíð áðrenn man staðfesti
í februar í ár, at goodwillið also
er 0 krónur.
Sentrala dokumentið í støðu
takanini hjá Eyðuni Mørkøre er
tað, sum fór til Eik Banka í juni
2015. Og fyri at skilja óvæntaðu
útsøgnina hjá taksstjóranum,
noyðast vit at hyggja aftur til
tað dokumentið.
Svarið í juni 2015
Skattamálið hjá Eik snýr seg
um eina skattafrádrátt á 477
milliónir krónur, sum stavar
frá tí tíðini, tá ið gamli Eik fór
á heysin, og nýggi Eik varð
stovnaður. Hendan upphædd
in meta Súni Schwartz Jacob
sen og nýggi Eik banki hoyra til
nýggja bankan. Men aðrir partar
í málinum hava hildið fast um, at
pengarnir hoyra til kollsilgda Eik
Banka og harvið undir garantiið
hjá Fíggjarligum Støðufesti.
Málið koyrdi í nøkur ár aftur
og fram millum leiðsluna í Eik,
nevndina og grannskoðararnar
í Eik og Taks, og í 2013 sendi
man fyrispurning til Taks um,
hvussu man skuldi gera við hesar
pengarnar.
Tvey ár eftir, at Eik sendi
fyrispurning til Taks um,
hvussu man skuldi
trekkja frádráttin
á 477 milliónir
(sum svarar
til
ein
reelan skattafrádrátt á 90
milliónir) frá í rokniskapinum,
kom svarið frá skattavaldinum.
Man kundi ikki trekkja tað frá í
einum høggi, heldur skuldi tað
síggjast sum goodwill. So langt
eru allir partar samdir.
Men ósemjan byrjar, tá ið
Eyðun Mørkøre í hesari vikuni
greiður frá, at Taks ongantíð tók
støðu til, hvussu stórt goodwillið
skuldi vera – tí tað kundi vera alt
frá 0 krónum og uppeftir.
Fyrstu ferð vit hoyrdu Eyðun
Mørkøre siga, at skattamálið ein
ans hevur fingið eina viðgerð –
og ikki tvær – í Taks var í februar
í ár, tá ið skattavaldið kom eftir,
at goodwillið skuldi setast á 0
krónur, og annars skuldi einki
meira henda í málinum. Eitt
nú skuldi tað ikki meldast til
løgregluna.
Hetta varð av mongum
uppfatað sum ein løgin útsøgn,
tí hvat er goodwill á 0 krónur?
Og tann sama spurningin setur
Bárður Larsen, bráðfeingsstjóri
á Taks, í nýggjastu rapportini,
har hann sigur, at talan er um
eina eitt sindur “tilgjørda kon
struktión”, sum Taks gjørdi fyri
at sleppa lættari frá rættingini.
Taks afturvísir hesari útsagnini,
í svarið upp á kanningina hjá
Bárði Larsen.
Aftur til niðurstøðuna í juni
2015. Tí útsagnin hjá Eyðuni
Mørkøre nú um, at Taks ongantíð
játtaði goodwill á 477 milliónir í
juni 2015, er beint í móti teimum
handlingum, sum komu í
kjalarvørrinum av skrivinum
frá Taks í juni 2015.
Tí beint eftir hetta sendi Eik
rættaðar sjálvuppgávur inn til
skattavaldið, har man hevði mett
sær goodwillið til fulla upphædd,
also 477 milliónir, sum svarar
til 90 milliónir krónur í
frádrátti. Somuleiðis er
greitt, at Súni Schwartz
Jacobsen og restin av Eik
banka tulkaðu støðuna
júst soleiðis.
Við Kringvarpið
segði Súni Schwartz
Jacobsen soleiðis 18.
februar í 2016
- Taks hevur tikið støðu í
málinum, og tað hava vit rættað
okkum eftir.
Torben Nielsen, nevndarfor
maður í Eik, váttaði somuleiðis,
at hann skilti støðuna sum eina
blástempling av goodwill frá
dráttinum. 18. februar í 2016,
segði hann við bt.dk
- Vit hava lagt málið fyri
skattavaldið og teir hava játtað,
at tað er talan um goodwill, sum
kann trekkjast frá., sigur Torben
Nielsen. Víðari sigur hann.-
Eg kann bara siga, at hendan
avgerðin er tikin av Taks.
Samstundis takkaðu partar
av nevndini í Eik, leiðsluni fyri,
at hesir stóðu stinnir í royndini
at fáa frádráttin, hóast grann
skoðarar mæltu í móti. Tað vísa
fundarfrágreiðingar, sum Sosial
urin hevur fingið innlit í.
Síðani fór Jørn Astrup
Hansen úr nevndini í ónøgd um
hesa niðurstøðu um goodwill, og
hansara tulking av niðurstøðuni
á sumri 2015 er eingin ivi um. Í
Sosialinum 15. apríl 2016 skrivar
hann soleiðis:
- Hvat skal fáa skattavaldið at
góðtaka goodwill á hesa undir
balansu er óskiljandi, skrivar
Jørn Astrup Hansen.
Spekt noktaði at skriva undir
uppá rokniskapa seinni sama
ár, tí teir heldur ikki kundu taka
undir við goodwillfrádráttin. Og
stutt eftir ársskiftið 2015/2016,
fóru Fíggjarligt Støðufesti
inn í málið, og vendur sær til
Fíggjarmálaráðið í roydnini at
fáa landsstýrið at taka málið
uppaftur, til nýggja støðutakan.
So fyri at venda aftur til
spurningin – hvør hevur
rætt í tí, sum veruliga stóð í
skrivinum í juni 2015? Er tað
Eyðun Mørkøre og Taks? Ella
er tað Bárður Larsen? Og Súni
Schwartz Jacobsen, Torben
Nielsen, Jørn Astrup Hansen,
Spekt, Fíggjarligt Støðufesti og
nevndin í Eik, sum øll tulkaði
niðurstøðuna í juni 2015 á sama
hátt sum bráðfeingisstjórin á
Taks nú hevur gjørt?
TULKING: Taks
segði ja til goodwill
frádrátt juni 2015
Bárður
Larsen,
bráð
feingis
stjóri.
Nevnir fleiri ferðir í
frágreiðingini, at Taks
játtaði Eik goodwill á 90
milliónir í juni 2015.
Súni
Schwartz
Jacobsen,
fyrr
verandi
stjóri í Betri Banka
18/2-2016 í D&V
– Taks hevur tikið støðu
í málinum, og tað hava
vit rættað okkum eftir.
Torben
Nielsen,
nevndar
formaður
í Betri
Banka
18/2-2016 í bt.dk
– Vit hava lagt málið
fyri skattavaldið og teir
hava játtað, at tað er
talan um goodwill, sum
kann trekkjast frá. Eg
kann bara siga, at hendan
avgerðin er tikin av Taks.
Jørn
Astrup
Hansen,
fyrr
verandi
stjóri í nevndarlimur
í Betri Banka
14/4-2016 í Sosialinum.
– Hvat skal fáa
skattavaldið at góðtaka
goodwill á hesa
undirbalansu er óskiljandi.
Spekt,
grann
skoðarar
hjá Eik
Ársskifti
2015/2016. Noktaðu at
skriva undir rokniskapin
uttan átekning.
Fíggjarligt
Støðufesti
Januar
2016.
Sendu
skriv til Fíggjarmálaráðið
um at taka málið upp
til nýggja viðgerð
Her er brot frá
skrivinum til Eik
í juni 2015
“Taks hevur síðani
viðgjørt spurningin,
og niðurstøðan er,
at útreiðslurnar
skulu viðgerast sum
skattligt good-will.”
Hetta er tað, sum allir
aðrir partar í málinum
hava skilt sum, at
Taks segði ja til, at
fulla upphæddin kundi
dragast frá sum goodwill
– og handlaði hareftir.
Eitt annað brot gevur
tó Eyðuni Mørkøre rætt
í tí, sum hann hevur
sagt hesa vikuna.
“Tá Eik Banki hevur
gjørt skattliga virðið av
good-will upp, kann Taks
loyva, at hetta verður
avskrivað við 1/10
parti frá og við 2011”.
Hetta liggur til grund
fyri, at Eyðun Mørkøre
nú sigur, at man
ongantíð blástemplaði
upphæddina.
TULKING: Taks
segði ongantíð ja
til fullan frádrátt
Eyðun Mørkøre,stjóri í Taks
Tað eru tvær tulkingar av, hvussu skrivið frá
Taks til Eik í juni 2015 skal skiljast.
Øðrumegin er Eyðun Mørkøre, sum heldur Taks ongantíð
hevur játtað frádrátt á 477 milliónir.
Hinumegin eru teir partar í málinum, sum halda, at skrivið frá
juni 2015 júst var ein játtan av goodwillfrádráttinum