Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 8 Skattamálið frá byrjan til í dag TÍÐARLINJA: September 2010 – Gamli Eik Banki fer á heysin 30. september 2010 – Fíggjarligt Støðufesti yvirtekur bankan 14. oktober 2010 – Nýggi Eik Banki Føroyar P/F verður settur á stovn Oktober 2010 – Fíggjarligt Støðufesti ger skattaskriv, sum ásetur, at einki skattligt virði frá gamla bankanum kann fylgja við í nýggja bankan 18. Februar 2011 – Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik, ger nýtt skattaskriv og staðfestir skattligu viðurskifti einaferð aftrat Apríl 2011 – TF Holding keypir 70 prosent av bankanum 2012 – Leiðslan sendir sjálvuppgávu inn fyri 2010/2011, har skattafrádrátturin á 90 milliónir krónur er roknaður við Mars 2013 – Granskoðanin sáar iva um skattafrádráttin Juni 2013 – Nevndin áleggur leiðsluni at venda sær til Taks at spyrja, um tað er rætt, at Eik fær hasar 90 milliónir í skattafrádrátti Mars 2014 – Spekt sendir skrivligt upprit til leiðsluna og mælir frá skattafrádráttinum Juni 2015 – Taks svarar aftur upp á fyrispurningin hjá leiðsluni og tað verður skilt sum, at Taks játtar frádrátt yvir 10 ár. Síðani spyr nevndin eftir at síggja brævið, sum sent var til Taks. Tá vísir tað seg, at leiðslan í Eik spurdi hvussu frádrátturin skuldi førast inn í rokniskapin og ikki um bankin hevði rætt til frádráttin Ársskiftið 2015/2016 – Jørn Astrup Hansen fer úr nevndini í mótmæli móti goodwill frádráttinum Januar 2016 – Spekt vil ikki skriva undir rokniskapin uttan átekning 27. januar 2016 – Eik vendir sær aftur til Taks Januar 2016 – Fíggjarligt Støðufesti vendir sær til Fíggjarmálaráðið, og heitir á hesi um at fara upp í málið Januar 2016 – Taks tekur málið uppaftur 21. mars 2016 – Deloitte grannskoðarafyritøkan, sum Eik brúkti sum ráðgevar, sigur gott fyri skattafrádráttinum 14. juli 2016 – Eik kærir Sosialin og Kringvarpið til fjølmiðlanevndina 23. september 2016 – Eik banki stevnir Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing. 6. december 2016 – Fjølmiðlanevndin fríkennir miðlarnar í kærumálinum 7. februar 2017 – Taks broytir støðu/ rættar upphæddina. Frádrátturin fer frá 90 milliónum til 0 krónur. 7. mars 2017 – Bárður Larsen verður settur sum bráðfeingisstjóri á Taks at kanna skattamálið 21. mars 2017 – Eik banki og TF Holding broyta navn til Betri Banka og Betri samtakið 31. mars 2017 – Eik banki sleppur stevningini móti Astrup 1. juli 2017 – Bárður Larsen sendir frágreiðingina til Fíggjarmálaráðið 13. juli 2017 – Súni Schwartz Jacobsen fer frá sum stjóri í Betri Samtakinum 18. juli 2017 – Bankin verður meldaður til løgregluna, og Eyðun Mørkøre sigur alment, at Taks ikki kennir seg villleitt. - Meldaðu og fríkendu Eik sama dag Vit hava meldað eftir tilmæli frá Bárður Larsen, sigur Eyðun Mørkøre, sum í vikuni hevur sagt alment fleiri ferðir, at Taks ikki er villleitt av Eik. Spurningurin er so, hvussu tað ber til, at ákæruvaldið nú skal kanna, um Eik hevur brotið lógina, tá ið skattavaldið samstundis sigur, at einki lógarbrot er farið fram. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO P aradoksið í tí, sum fór fram týsdagin í hesari vikuni, hev­ur neyvan sæð sín líka áður. Tí meðan skattavaldið hevur meldað Eik til løgregluna, hevur Taksstjórin samstundis alment sagt, at Eik ikki hevur villleitt myndug­ leikarnar. Størsta ivamálið, sum ikki ber til at fáa svarað frá fútanum nú orsaka av summarfrí er, um ákæru­ valdið yvirhøvur kann viðgera hetta málið, tá ið tann, sum hevur meldað, ikki heldur nakað skeivt er gjørt. Eitt annað, sum skríggjar til himm­ als er, hvussu Taks í dag kann hava ein stjóra og ein bráðfeingisstjóra, sum eru so ósamdir um hetta málið. Tí eitt er skattafrádrátturin sjálvur – hann er ikki áhugaverdur longur, tí avgerð er tikin, frádrátturin er 0 krónur. Hitt avgerandi er hinvegin, sjálv til­gongdin í málinum. Tí óansæð, um tað hevur eydnast tær ella ikki, so er tað ólógligt at royna at villleiða skatta­ myndugleikarnar við tí fyri eyga, at fáa skattligan fyrimun. Og tað er hetta, sum Bárður Larsen metir neyðugt at kanna. Hóast almenn­ ingurin ikki hevur sæð alla frágreið­ ing­ina hjá Bárði Larsen, so er tað tó greitt, at bráðfeingisstjórin í Taks held­ ur tilgongdina í málinum lena seg ov nógv at paragraffini um villleiðing til, at hann vil hava ákæruvaldið at kanna nærri. Taksstjórin, Eyðun Mørkøre er tó ikki samdur, sjálvt um hann hevur tikið tilmæli til eftirtektar. Hann vil heldur vera við, at einki vill­leiðandi er farið fram. Eyðun Mørkøre hevur broytt frágreiðing Í hesari vikuni sigur Eyðun Mørkøre, at málið um goodwill á 477 milliónir ongantíð varð avgreitt á sumri 2015. 26. mai 2016 segði hann tó nakað annað við Kringvarpið. - Vit høvdu tikið eina støðu og nýggir upplýsingar eru komnir fram nú. Í hvussu so er nýggj sjónarmið, sum ger, at vit velja at taka málið uppaftur, segði Eyðun Mørkøre í mai 2016 við Kringvarpið. Eyðun Mørkøre sigur í hesum døgum við Miðlahúsið, at Taks ongantíð tók eina avgerð um, at Eik hevði rætt til goodwill frádrátt á fullu upphæddina á 477 milliónir. Heldur segði Taks einans, at málið um hasar 477 milliónirnar skuldi viðgerast sum goodwill, men Eik mátti koma við einari meting av, hvussu stórt goodwillið skuldi setast at vera. Og tað gjørdi Eik sama dag, sum skrivið frá Taks kom inn um hurðina Yviri við Strond. Tað sæst á aðrari grein her á síðuni, at allir aðrir partar í málinum skiltu skrivið frá juni 2015 sum, at Taks hevði játtað goodwill á 477 milliónir. Tað undrunarverda er, at Eyðun Mørkøre ella Taks ikki greiddu Eik frá – upp á okkurt tíðspunkt í tilgongdini – at Eik hevði misskilt tað, sum varð sent í juni 2015. Spurdur um, hví Taks ikki kunnaði um misskiljingina, tá ið skattamálið endaði aftur á borðinum hjá Taks í januar 2016, hevur Eyðun Mørkøre einki svar. Hann sigur tó, at Taks beinan vegin á heysti 2015 innanhýsis fór undir greina, hvussu man skuldi viðgera fyrispurningin um goodwill frá Eik. - Vit hava innanhýsis viðgjørt hetta og tosað um hetta síðani á heysti 2015, men vit hava ikki røkt okkara notatsskyldu nóg væl, og tí er einki skjal, sum prógvar hetta, sigur Eyðun Mørkøre og viðurkennir, at tað er óheppið fyri Taks, at man ikki kann prógva hendan pástandin um, at hinir partarnir í málinum hava misskilt støðuna. Tað var ikki fyrr enn 7. februar í ár – tá Taks kom eftir, at goodwill skuldi setast til 0 krónur – at Eyðun Mørkøre fyrstu ferð greiddi almenninginum frá, at talan also ikki var um tvey mál, men um eittans mál um goodwill. Also hevur Taks ongantíð avsluttað hetta málið um goodwill, fyrr enn í ár, sambært stjóranum. Eyðun Mørkøre hevur hinvegin sagt alment fleiri ferðir, at Taks mátti taka málið uppaftur til viðgerðar í januar 2016 – also hevur hann umrøtt málið sum at hava verið til tvær viðgerðir. - Tað kann vera, at eg havi verið ov ógreiður, tá ið eg havi umrøtt hetta alment, viðgongur Eyðun Mørkøre. Paradoksið í Taks: SKATTAMÁLIÐ