Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 9 DANJAL AV RANA B eint eftir ólavsøku kemur ísraelski sendiharrin í Keyp­mannahavn, Bar­ ukh Binak, til Før­oya á al­menna vitjan. 31. juli skal hann fyrst hitta landsstýri og aðrar myndug­leikar, og um kvøldið skal hann lut­taka á ein­um fagn­að­ar­ kvøldi í Norð­ur­landa­hús­inum, har tað verður hátíð­ar­hildið, at Svein­ ing av Lofti hevur verið ferða­leið­ ari í Ísrael í 40 ár. Hetta er aðru ferð, at Barukh Binah vitjar í Føroyum. Í 2015 var hann her saman við øðr­um sendi­ harr­um í Keyp­manna­havn, á ferð sum danska uttan­ríkis­mála­ráðið skipaði fyri. Hetta er sam­stundis fyrsti steðgurin á far­væl­ferð­ini hjá sendiharranum, sum fer úr starv­ inum í heyst. Skulu venda ferðafólkastreyminum Høvi til at vitja Føroyar er fyrst og fremst móttøkan fyri Svenningi av Lofti. Hann hevur í mong ár verið formaður í vinafelagnum Føroyar Ísrael og í ár eru 40 ár liðin, síðani hann fyrsu ferð tók eitt ferðalag við sær til Ísraels. Føroyingar hava altíð havt eitt tætt tilknýti til lítla jødiska statin og mett verður, at eini 5.000 føroyingar hava vitjað landið. - Vit virðismeta sera høgt vin­ arbandið millum tjóðirnar báð­ar. Vónin er, at hendan vitj­an­in eisini fer at styrkja um ferða­vinnu­ sam­bandið millum londini bæði. Nógv­ir føroyingar vitja Ísrael á hvørj­um ári, men nú síggja vit eisini, at tað er ein vaksandi áhugi í Ísrael at vitja Útnorður-økið. Nógvir ísraelar fara til Íslands, hví skuldu teir ikki komið til Føroya? Vónandi kunnu vit fremja Føroyar sum eitt ferðavinnuland í Ísrael og lata ferðafólkastreymin ferðast hinvegin eisini, sigur ísraelski sendiharrin. Við sær hevur sendiharrin ísraelska tónleikabólkin Gulaza. Gulaza er ein etnisk-klassiskur ís­ raelsk­ur tónleikabólkur, sum syng­ ur jemenittiskt-jødiskar sang­ir. - Jemenittiskt-jødiska sam­ felagið hevur verið til síðani tíð Sálomon Kongs. Tey syngja á ein heilt serligan hátt. Søguliga vóru tað einans kvinnurnar, sum sungu, men Gulaza hevr gjørt tón­leikin eitt vet meiri nútíðar og meiri etnisk­an og loyvar eisini monn­un­ um at syngja, sigur Barukh Binah. Gulaza fer at spæla í Syðrugøtu 30. juli og í Havn 31. juli. - Hetta er eitt frálíkt høvi hjá fólki, sum eru áhugað í Ísrael, at læra meiri um ein týdningarmiklan part av ísraelskari mentan, sigur hann. Ísraelskir filmar í Føroyum Eitt annað høvi at kunna seg betur um Ísrael verður møguliga fyrst í novembur. Á vitjan síni í Føroyum fer Barukh Binah eisini at kanna møguleikan fyri at sýna Ísraelsku filmsdagarnar í Havnar Bio. - Hetta er ein árlig films­fram­sýn­ ing, sum vanliga er í øllum teimum størru býunum í Danmark, men í ár vóna vit at sýna teir í Føroyum og Grønlandi eisini, sigur hann. Ísraelskir filmar eru eitt gott høvi at læra meiri um ísraelska mentan og lív, sigur Barukh Binah. Hann greiðir eisini frá, at ísraelska films­ vinnan hevur merkt ein vaks­andi áhuga seinastu árini. Væl um­tókta amerikanska sendirøðin Home­ land er bygd á eina ísraelska sendi­ røð, meðan ein onnur, Fauda, er væl um­tókt í fleiri londum. - Fauda lýsir stríðið mill­um yvirgangsmenn og trygd­ar­løg­ regl­una. Míni arabisku vinfólk siga mær, at røðin lýsir væl stríðið frá teirra sjónarmiðið, meðan eg sjálv­ ur haldi, at hon eisini lýsir okkara síðu av søguni væl, sigur Barukh Binah. Eingin handilssáttmáli í eygsjón Hetta er fyrstu ferð, at ein ísraelsk­ ur sendiharri vitjar Føroyar í arbeiðs­ørindum. Bæði Barukh Binah og aðrir sendiharrar hava verið á vitjan fyrr, men tá altíð í einum bólki av sendiharrum til Danmarkar á eini ferð skipað av danska uttanríkismálaráðnum. Barukh Binah sigur, at tað ikki eru nakrar ítøkiligar ætlanir um at gera handilssáttmála millum londini bæði. - Eg fari sjálvandi at kunna meg um, hvørji ynski føroyska stjórnin hevur og hvørjir møguleikar eru í Føroyum fyri ísraelsku vinnuna. Eg fari eisini at skriva eina frágreiðing til ísraelsku stjórnina, um hvørjir møguleikar eru og hvussu marknaðurin í Føroyum er fyri ísraelskar fyritøkur. Men at gera eina handilsavtalu krevur drúgvar samráðingar, so tað verður í besta lagi eftirfylgjari mín, ið skal taka sær av tí, sigur hann. - Vit eru sera takksom fyri alt, sum Svenning av Lofti hevur gjørt fyri viðurskiftini millum Føroyar og Ísrael. Samkoman 30. juli er so eitt høvi at alment siga farvæl og takka honum fyri alt. Eg ivist tó ikki í, at hann áhaldandi fer at vera ein góður vinur Ísraels, sigur Barukh Binah. Tá ísraelski sendiharrin um mánaðarskifti kemur til Føroyar á vitjan, er tað fyrst og fremst fyri at takka Svenningi av Lofti fyri virksemi sítt í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael. BIÐJA EINUM VINI FARVÆL Barukh Binah og konan, Shulamith Binah á Kongabrúnni á seinastu vitjan teirra í Føroyum.