Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 11 "Vit staðfesta, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum náttúruríkidømi, ríkari mentan, skapandi og dugnaligum fólki og framtakshugaðum vinnulívi. Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt sjálvbjargið samfelag við ríkum møguleikum, sterkum felagsskapi og javnbjóðis rættindum fyri okkum øll." SÓLVIT E. NOLSØ T að vórðu orðini, sum samgongu­ leið­ararnir valdu, tá teir fóru und­ir samgonguskeiðið í 2015. And­støð­an seinastu fýra árini bleiv til sam­gongu. Tað er uttan fyridømi at tað er hent. Tí var eisini vænta nógv av teimum. Hetta var eitt tek­in uppá, at fólkið hevði valt eina aðra politiska kós enn hana, sum hevði verið undanfarnu árini. Tað end­urspeglast eisini í orðunum í sam­ gonguskjalinum. Nu skuldi eitt sjálv­bjargi samfelag skipast, har felagsskapurin var sterkari og øll høvdu javnbjóðis rættindir. Flestu kunnugt, so hevur tað ikki einans verið slættur sjógvur. Til tíðir hevur leikað hart á. Somikið hart, at spurnartekin hava verið sett við livi­líkindini hjá samgonguni. Tað hevur tó ikki einans verið rok. Nógv av málunum, sum tey settu sær fyri, eru eisini framd ella um at verða tað. Tey hava kanska ikki fingið líka nóg uppmerksemi sum til dømis fiskivinnan og tí er tað farið stillisligari framvið. Vit hava tikið samanum tey mál­ini, sum samgongan setti sær sjálv­um sum aðalmál og hyggja eftir hvat er framt higartil. Sum er loyst, sumt er ikki. Tað sum enn ikki er loyst kann gerast torført at fáa avgreitt, tí tíð­in byrjar at renna undan. Tá eitt ár aftur­at er farið, byrjar valstríðið av álvara aftur og tá er altíð ringt at føra politikk. R