Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 12 Samgonguskjalið hjá sitandi samgongu var liðugt 14. september 2015 og undirskrivað dagin eftir. Tað merkir, at sitandi stjórn er næstan komin í helvt á sínum skeiði. Í øllum førum er hetta onnur ólavsøkurøða av fýra møguligum, áðrenn val skal verða aftur. SÓLVIT E. NOLSØ SOLVIT@SOSIALURIN.FO Eitt samgonguskjal kann líkn­ ast við eina arbeiðsætlan hjá eini samgongu. Tað sigur, hvat tey vilja hava burturúr komandi fýra árini og hvørji mál, tey hava sum høvuðsmál. Tí verður tað eisini brúkt sum ein mátistokkur uppá, hvussu væl samgongan hevur klárað seg. Trúgvi ikki ein fer heilt skeivur, tá tað verður sagt, at henda samgongan vann sein­asta val, tí tey høvdu ein boðskap um at stinga eina øðrvísi politiska kós út í kortið. Við teirra egnu orðum, so vildu tey, at valdið og virðini skuldu út til fólkið. Við øðrum orðum, virðini í samfelagnum skuldu fordeilast øðrvísi. Til tess at røkka hesum máli, hevði samgongan stungið út í kortið nakrar nýskipanir, nøkur aðalmál, ið tey ætlaðu sær at røkka beinavegin. Sam­ gongu­skjalið endurspeglar eisini stóru ætlaninar, ið vunnu teimum valið, tí tað eru stór mál, ið tey hava sett sær fyri. Høvuðsmálini eru: Nýskipan í fiskivinnuni Stjórnarskipan og mál á før­oyskar hendur Lætti til lág- og miðallønt Fólka­tal og fólkatals­saman­ set­ingin Haldførur og sjálvberandi bú­skap­ur Pensjónsnýskipan Menningarætlan fyri heilsu­ verki Ferð á grøna orku Lagt afturat av okkum: Sam­kynt hjúnarband Tað er eitt sindur ójavnt hvussu tað hevur hilnast við teim einstøku málunum. Sumt er komið væl ávegis, sumt er part­víst avgreitt, annað er ikki komið á mál enn. Vit hava drigið eitt sind­ur samanum fyri at royna at geva eina mynd av, hvussu arbeiðs­ lagið hjá hesi sam­gonguni hev­ ur verið higartil. STÓRU MÁLINI MANGLA Fiskivinnunýskipanin – Stóri knúturin Nýskipanin er ikki avgreidd enn. Hon skuldi fyri tingið til aðru viðgerð í summar, men Páll á Reynatúgu valdi at steðga viðgerðini, ið skal takast upp aftur á ólavsøku. Hetta er torførasta málið hjá samgonguni og fer at krevja dygdargott politiskt handverk um tað skal fáast ígjøgnum. Samgongan setti sær fyri at loysa trupulleikan við fiskivinnuni, sum hevði ligið óloystur í tíggju ár. Loyvini ganga út á nýggjárinum og ein skipan má koma áðrenn tað tíð, ella verður verandi skipan endurnýggjað í fimm ár afturat. Hetta málið er tað málið, sum hevur fingið nógv mesta umrøðu. Samgongan fór undir hesa stóru verkætlan við góðum treysti, men tað vísti seg at gerast torførari enn tey høvdu sæð fyri sær. Uppskotið, sum nú liggur í vinnunevndini, er ein stór slaking í mun til tær ætlanir, sum samgongan hevði sett sær fyri. Tað vísti seg at gerast ógvuliga torført at fáa eina semju í samgonguni um ein felags leist. Tað sá bjartari út eftir at samgongan hevði brúkt eitt vikuskifti í Suðuroy, men tá samanumkom var semjan ikki størri enn so, at Páll á Reynatúgvu kendi seg noyddan at senda tingið í heim, tí semja var ikki í samgonguni í fiskivinnunýskipanini og vandi var fyri, at uppskotið fall. Stjórnarskipan og mál á føroyskar hendur – Ósemjan, sum bíðar Tað er heldur ikki nógv hent við stjórnarskipanini. Hinvegin er gjørt klárt til at loftrúmið og persóns- familju og arvarættur skal yvirtakast. Út­lendingamál er ein størri biti at yvirtaka og tað er heldur ikki klárt enn, men fundir hava verið mill­ um donsku og føroysku myndugleikarnar. Nakrir spurn­ingar skulu enn svarast áðrenn ein politisk støða skal takast. Eftir ætlan skuldi stjórnarskipanin til fólka­at­ kvøðu í ár, men tað bleiv broytt til flaggdagin í 2018 í staðin. Málið skal ígjøgnum løgtingið áðrenn og síð­ani skal tað liggja í minst seks mánaðir áðrenn tað kann til fólkaatkvøðu. Tað vil siga, at málið skal verða avgreitt úr tinginum í seinasta lagið 25. oktober. Við øllum øðrum, sum samgongan hevur fyri og við tí ósemju, sum mann veit er millum flokkar um stjórnarskipanina, so er ósannlíkt, at fólka­atkvøðan verður 25. apríl. Lætti til lág- og miðallønt – Skjótt avgreitt Samgongan var skjót úti og broytti skattastigan. Serliga tey, ið forvinna undir 235.000 fingu ágóðan av tí. Eisini var gjørt eitt familjuískoyti til tær familj­ur, ella stakar uppihaldarar, ið hava torført at fáa endarnar at røkka saman. Umframt tað blivu 500 krónur lagdar afturat lestrarstuðlinum eins og stuð­ulin nú verður givin alt árið, heldur enn 10 mán­aðir um árið. Hetta er kanska tað, ið samgongan er komin fræg­ast burturúr. Átøk blivu gjørd beinaveig, sum tað var lovað í valstríðnum. Enn eru manglar. Bú­ staðarmarknaðurin er enn ógvuliga torførur at koma inná hjá teimum, ið eru fíggjarliga sperd. Bústaðarmarknaðurin er eisini ógvuliga eins­tátt­ að­ur. Bústaðir hevur fingið víðari heimildir at at fíggja sítt virksemi, men enn er ov stutt tíð fráliðin at tað skal muna nakað enn. Fólkatals- aldurs og kynssamanseting – Skjót átøk framd Fólkatalið veksur enn í Føroyum, men tað eru so nógv­ar og samansettar orsøkir til tess, at tað er eing­in einstakur politikkari ella politiskur flokkur, sum kann taka sær heiðurin av tí. Samgongan setti sær fyri at gera íløgur í útbúgving og gransking. Har­umframt skuldu lestrarbýur og lestraríbúðir skuldu gerast. Eisini skuldi barsilsskipanin gerast liði­lig­ari og barnsburðarfarloyvi skuldi leingjast. Útbúgving og gransking er ikki broytt nevnivert. Glas­ir bleiv samtykt í undanfarnu samgongu, men ein samd fíggjarnevnd hevur játtað at hækka játt­ an­ina til Glasir, tí verkætlanin gjørdist dýrari enn væntað. Lestrarbýurin og lestraríbúðirnar eru held­ur ikki gjørdar enn. Tað verða lestraríbúðir gjørd­ar ymsa staðni í Havn, men tað er annahvørt eitt privat átak ella samstarv millum Tórshavnar komm­unu og Bústaðir. Barsilsskipanin er broytt og longd. Fyrr var barsils­tíðin 38 vikur, nú er hon 44 vikur. Eisini er inn­gjaldið hækkað, so tað nú er 0.71% av tíni inn­ tøku. Pápar kunnu heldur ikki geva mammuni ein part av síni barsilstíð. TEMA: Avrik hjá samgonguni