hósdagur 20. juli 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
13
Samkynt hjúnarband
– Atkvøð eftir sannføring,
um sannføringin er tann
sama sum okkara
Upprunaliga var ikki ætlanin,
at málið skuldi verða eitt
samgongumál, men tað bleiv
tað til. Tað leikaði ofta hart
á og meir enn einaferð var
vandi fyri, at samgongan ikki
stóð saman. Í einum máli, har
øll hava frítt at atkvøða eftir
sannføring, skuldi tað ikki verið
ein trupulleiki, men tað tyktist
skjótt greitt, at hetta málið
hevði meir at siga enn so. Serliga
vórðu spurnartekin sett við
um Heðin Mortensen veruliga
hevði hug at atkvøða fyri tí,
men til endans kom atkvøðan
hjá honum uppá pláss og málið
bleiv koyrt ígjøgnum.
Menningarætlan fyri Heilsuverkið
– Manglar tað stóra takið
Menningarætlanin er liðug og aðalorðaskiftið
hevur verið í tinginum. Ítøkiliga hevur nógv verið
tosa um tað eini leiðsluna fyri sjúkrahúsverkið, har
ein stjóri er fyri øll trý sjúkrahúsini og ein stjóri
er á hvørjum sjúkrahúsi. Tað tykist at verða semja
um tann leistin, men hann er ikki settur í verk enn.
Landsstýrið setti sær fyri, at lýsa hvat heilsu
verkið er og hvussu tað skal skipast. Tað arbeiðið
er ikki gjørt enn, eins nógv onnur økir, ið skuldu
raðfestast hægri, ikki eru komin uppá pláss enn.
Kommunulæknatænastan er eitt dømi. Sumt er tó
avgreitt. Økispsykiatriin er uppraðfest.
Eisini er ein størri játtan fingin til vega, ið skal
tryggja eina størri tilgongd av serlæknum. Eisini er
ætlanin við fleiri heisludeplum farin í gongd, har
eitt nú ein heilsudepil kemur í Vágum.
Ferð á grøna orku – Vilja flúgva høgt
SEV hevur stórar ætlanir um at øll orka á landi skal
koma frá grønari orku í 2030. Um 10 ár skal í minsta
lagið helvtin av øllum sethúsum og bygningum
hitast við grønari orku. Harumframt skulu allir
almennir bygningar hitast við grønari orku.
Tað eru enn nógvir almennir bygningar, sum ikki
hitast við grønari orku, men allir nýggr bygningar
fáa varandi orku heldur enn olju.
Tað er torført at meta um nú, hvørt málið við
grønari orku verður nátt ella ikki, men landsstýrið
hevur fleiri melda út, at tey vilja gera sítt til at
málið verður rokkið. Nøkur átøk eru framd. Millum
annað er tað frátikið mvg um ein fremur íløgur í
grønar hitaskipanir.
Haldførur og sjálvberandi
búskapur – Ikki reiðiliga haldførur
ella sjálvberandi enn
Ríkidømið skal út á fleiri hendur og fleiri skulu fáa
fíggjarliga orku at seta virksemi í gongd. Ríkisveit
ingin skal fastfrystast og ein búskapargrunnur skal
setast á stovn, sum skal virka sum barlast til tess at
tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap. Bú
skaparpolitikkurin skal javna sveiggini í búskapin
um og stimbra ein sjálvbjargnan og langtíðarhald
føran búskap.
At ríkidømi skal út á fleiri hendur, hongur tætt
saman við fiskivinnupolitikkinum hjá landsstýr
inum, har ætlanin allatíðina hevur verið, at fáa
fleiri aktørar inn í vinnuna, har tað eru pengar at
forvinna. Tann knúturin er ikki loystur enn. Ríkis
veitingin bleiv fastfryst fram til 2019 og búskapar
grunnurin er settur á stovn.
Tað er annars eitt sindur torført at meta um
búskaparpolitikkin. Tað gongur ógvuliga væl í
samfelagnum í løtuni og nógvir pengar koma inn
í kassan. Tað er eisini nógv, ið verður sett í gongd í
hesum døgum. Tó hevur búskaparráðið fleiri ferðir
sagt, at ferðin má setast niður, tí tað er vandi fyri
ovurhiting. Enn eru tey stóru búskaparligu átøkini
ikki gjørd og tær stóru nýskipaninar eru ikki
gjørdar, hóast Kristina Háfoss fleiri ferðir hevur
sagt, at landsstýrið arbeiðir við at framtíðartryggja
føroyska búskapin.
Pensjónsnýskipan – Vit bíða enn
Tað eru eftirhondini fleiri ár síðan pensjónsný
skipan bleiv sett skrá. Allir flokkar hava verið
partur av arbeiðnum og hava tikið lut í viðger
ini av nýskipanini. Samgongan ætlaði at leggja
uppskotið um pensjónsnýskipan fyri tingið í
seinasta lagið á heysti 2016, men tað bleiv ikki.
Tað er eitt sindur torført at siga nógv um pen
sjónsnýskipanina, tí eingin veit reiðiliga hvussu
stendur til við henni og sum skilst, so er tað langt
síðan at fundarinnkallingar vórðu at kjakast um
pensjónina.
Um hon verður gjøgnumførd undir hesi sam
gongu ella ikki, er torført at siga. Tá ein hugsar
um fiskivinnunýskipanina og stjórnarskipanina,
ið eisini kemur fyri skjót, so er torført at síggja, at
tíðin fer at strekkja til.
AVRIKSLISTIN:
Nýskipan í fiskivinnuni:
Ikki avgreitt
Stjórnarskipan og mál á føroyskar hendur:
Partvíst avgreitt
Lætti til lág- og miðallønt:
Avgreitt
Fólkatal og fólkasamansetingin:
Partvíst avgreitt
Haldførur og sjálvberandi búskapur:
Partvíst avgreitt
Pensjónsnýskipan:
Ikki avgreitt
Menningarætlan fyri heilsuverki:
Partvíst avgreitt
Ferð á grøna orku:
Partvíst avgreitt
Samkynt hjúnarband:
Avgreitt
Samanumtikið kann sigast, at
samgongan setti sær ógvuliga
stór mál. Nógvar av avbjóðing
unum eru ikki nýggjar, men
eru heldur nakrar, sum hendan
samgongan segði seg vilja gera
nakað við. Fólkasamansetingin
og pensjónsnýskipan eru tvey
dømir.
Tað er einki at taka seg aftur
í, at fiskivinnunýskipanin
hevur verið tað stóra takið
og tað hevur ikki borið á mál
enn. Um hon verður avgreidd
í heyst, kann tað verða, at tað
loysir upp fyri nógvum ørðum.
Tó er langt eftir á mál. Somu
trupulleikar, ið forðaðu fyri
eini semju fyri tveimum vikum
síðan, tá tingið fór til hús, eru
enn til staðar. Teir verða eisini
til staðar tá tingið kemur sam
an aftur á ólavsøku. Tí er fyrsta
takið hjá samgonguni eftir
ólavsøku at tryggja sær, at ein
samgongu yvirhøvur er til.
Næsta stóra takið verður
stjórnarskipanin, tí har er
minst líka stór ósemja um tað
málið, sum tað er um fiski
vinnunýskipanina. At fólka
atkvøðan verður á komandi
flaggdegi, gerst meira ósann
líkst fyri hvønn dag, ið fer,
tí tíðin fer ikki at verða nóg
mikin til at fáa málið avgreitt
í tinginum áðrenn 25. oktober.