Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 14 TEMA: Avrik hjá samgonguni 14 ÁRNI GREGERSEN ARNI@SOSIALURIN.FO H arra formaður Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Hendan samgongan hevur nú sitið í skjótt tvey ár.Eins og í fjør á ólavsøku kunnu vit siga, at góða gongdin hevur fylgt okkum væl. Okkara útflutningur er vaksin og nú vísa hagtølini eisini, at vit innflyta nógv. Kring heimin hyggja fólk hendan vegin at vita, hvat lítla sam­felagið í Norður­atlants­ havi ger rætt. Tað sum fyrr kundi tykjast sum eitt myrkt og trongt samfelag er nú ein partur av nýmótans heimssamfelagnum Vit hava tryggjað rættindi til fólk, sum áður vóru við skerdan lut., Her hugsi um tey samkyndu, sum nú hava somu rættindi, sum vit onnur í samfelagnum. Tey kunnu giftast og hava annars rættindi á jøvnum føti við hinskynd. Okkara samfelag hevur ment seg nógv og vit eiga øll lut í framgongdini, sum vit síggja. Vinnan, fólkið, samgongan og und­ an­farnar samgongur. Leioðin sum vit hava valt at ganga er tann rætta. Fólkavøksturin vísir, at ungir føroyingar velja Føroyar til og ikki frá. Fólk streyma til landið og vit eru farin uppum magiska talið 50.000 fólk í Føroyum. Vit vita øll, at sjálvt um tað gongur væl í samfelagnum, so er hetta eitt samfelag á broytingarkós. Vit hava stórar reformar at gera, men enn einaferð vísiir tað seg kortini, at hesar nýskipanir eru komnar í drag. Samgonguskjalið var skrivað, væl vitandi, at hetta er neyðugt, men tað hevur víst seg at taka meira tíð enn ætlað. Fiskivinnunýskipanin er eitt mál, sum vit hava sett okkum fyri at loysa. Millum samgonguleiðararnar er semja um, hvussu hetta skal gerast, men tíverri náddu vit ikki á mál við skipanini í farnu tingsetu. Vit vita væl, at tíðin rennur undan okk­ um, tí á nýggjárinum fer galdandi lóg um TAÐ GONGUR FRAMÁ MEN ØLL NÝSKIPAN ER KOMIN Í DRAG Ólavsøkudag fer løgmaður á tingsins røðarapall at greiða frá landsins støðu og hvørjar politiskar ætlanin samgongan hevur. Her er eitt boð uppá sjálva røðuna At gera stjórnar­ skipanina til lóg, krevur dygdargott politiskt handverk. Tað stóra og tunga arbeiðið er gjørt í hesi lóg, men hegnisligu politisku orðingarnar, sum allir flokkara kunnu taka undir við, mangla enn. Nýggj tingseta byrjar ólavsøkudag. Tá fer løgmaður eisini at halda ólavsøkurøðu sína.