Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 15 vinnu­ligan fiskiskap úr gildi. Tá skulu vit hava eina skipan at seta í staðin fyri. Okkara tilfeingið í havinum er so nógv og ríkt at hetta er ríkiligt til okkum øll. Avgerandi spurningurin er, hvør skal veiða hetta ríkidømi og hvussu fær fólkið, sum í hesum landi býr, sín part av “fólksins ogn” ? Í tilgongdini til nýggju fiskivinnu­skip­an­ ina eru royndir gjørdar, sum hava givið okk­ um virðismikla vitan um, hvussu vit skulu skipa okkum og tryggja, at bæði vinnan og landið fær mest møguligt burturúr okkara fiski­ríkidømi. Ella sum Dánjal í Rituvík segði: Skal fiski­ vinn­an gagna øllum Føroyum, so má tað gerast møguligt hjá ungum og framfýsnum fólki í fiskivinnuni at sleppa framat. Sjálvandi skal tað eisini vera so, at onn­ur enn tey, sum longu eru í vinnuni fáa møgu­ leik­an at sleppa framat. Hetta eigur eisini at gerast, uttan at tey sum longu í mong ár hava verið partar av hesari upp- og niðurgangandi vinnu, skulu trýstast út. Sjálvt uppskotið um nýskipan av fiski­ vinn­uni er umfatandi og rakar djúpt inn í vinn­una. Hetta er orsøkin til, at vit ikki enn eru komin á mál við hesum, men uppskotið verð­ur lagt framaftur í tingsetuni, sum byrjar nú. -ooo- Harra formaður. Vit ætlaðu eisini at koma á mál við einari pensjónsskipan. Heldur ikki tað eydnaðist í farnu tingsetu, men arbeitt verður framvegis við hesum máli, sum hevur so avgerandi týdning fyri at vit fáa ein haldføran búskap langt fram í tíðina – og her verður tosað um eini 30-40 ár. Hetta er ein krevjandi skipan at broyta, tí nógvar og truplar útrokningar skulu gerast fyri at fáa neyva vitan um hvat hendir komandi árini. Hagtølini og framskrivingarnar vísa okkum, at sum árini ganga, so verða vit alt fleiri eldri fólk og pensjonistar í Føroyum. Tíbetur liva vit longri og heilsan er mangan góð, men tað krevur eisini, at vit umstilla samfelagið, so tað ikki er ein samfelagsuppgáva at forsyrgja okkum miera enn helvtina av lívinum. Vit noyðast at innrætta okkum soleiðis, at tey sum orka og vilja arbeiða longri enn til tey eru 67 ár, skulu eisini fáa tann møgu­ leikan. Hetta krevur nógvar útrokningar, men hetta krevur eisini breiða semju, so hetta gerst ein trygg skipan, uttan mun til hvør politiskur meirluti er í Løgtinginum. Eg havi eina vón um, at vit í hesi ting­set­ uni koma á mál við einari nýggjari pensjóns­ skipan. -ooo- Harra formaður. Stjórnarskipanin er eisini eitt mál, sum hevur verið á breddanum í mong ár. Vit eru ikki komin á mál, men samgongan hevur boðað frá, at flaggdagin næsta ár verður fólka­atkvøða um júst hendan spurningin. Hetta er eitt stórmál, sum allir politiskir flokkar eiga at semjast um, men heldur ikki her eru vit komin til eina semju. Tíðin pressar okkum sjálvandi nakað, men við góðum politisku vilja eiga vit,at fáa hetta mál samtykt í tinginum árenn 25. oktober í ár, so vit kunnu hava fólkaatkvøðuna flagg­ dagin 2018. Stjórnarskipanin er ein avgerandi lóg, sum skal staðfesta Føroyar sum land og tjóð og tryggja okkum rættindir – eisini tey sjálv­søgdu.. Ætlanin var at hava eina fólkaatkvøðu í heyst. Eina fólkatkvøðu um okkara felags sam­ leika, men landsstýrið tók avgerð um, at í staðin fyri at hava atkvøðuna í heyst, so skal fyrri parturin av heystinum brúkast til, at Løgtingið samtykkir stjórnarskipanina, so hon kann leggjast fyri Føroya fólk at taka støðu til flaggdagin 2018. At gera stjórnarskipanina til lóg, krevur dygdargott politiskt handverk. Tað stóra og tunga arbeiðið er gjørt í hesi lóg, men hegnis­ ligu politisku orðingarnar, sum allir flokkara kunnu taka undir við, mangla enn. Men eg vóni og vænti at vit koma á mál við hesum tíðliga í komandi politisku setuni. -ooo- Harra formaður. Hendan samgongan fór til arbeiðis bein­ anvegin hon tók við. Samgongan var skjót úti og broytti skattastigan. Serliga tey, ið forvinna undir 235.000 fingu ágóðan av tí. Eisini var gjørt eitt familjuískoyti til tær familjur, ella stakar uppihaldarar, ið hava tor­ført at fáa endarnar at røkka saman. Umframt tað blivu 500 krónur lagdar aft­urat lestrarstuðlinum eins og stuðulin nú verður givin alt árið, heldur enn 10 mánaðir um árið. Hetta eru broytingar, sum eru komin teim­um til góðar, sum hava tað tungt í sam­ felagn­um, men vit eiga sjálvandi at arbeiða víðari á hesi leið. Vit hava eisini tryggja samkyndum rætt­ indi í okkara samfelag, sum tey ikki áður hava havt. Føroyar mugu og skulu vera eitt sam­ halds­fast samfelag, har øll kunnu njóta gott av tí ríkidømi, sum er í landinum – ikki bert tey fáu. Vit vilja, at norðurlendska skipanin, sum stórt sæð allur heimurin sær upp til, eisini skal virka her hjá okkum. Vit mugu tryggja, at ongin dettur niður ímillum í torførum skip­anum. Menniskja er og skal vera í brenni­depl­ inum, heldur enn kaldar og kyniskar al­ menn­ar og privatar skipanir. Tað er eitt av okkara málum. -ooo- Harra formaður. Føroyar er eitt gott land at búgva í. Fólkavøksturin ber prógv um, at ikki bert vit, sum hava valt at búgva her, halda at so er. Hvønn mánaða í langa tíð hava hag­tøl­ini víst, at fólk vilja búgv í Føroyum Útbúgv­ing­ ar­møguleikarnir gerast alt betri og fleiri ung velja at taka sínar útbúgvingar í Føroyum. Burðaravlopið er stórt – vit liva longri og fólk flyta hendanvegin. Heimurin er sum heild ikki vorðin tryggari seinnu árini. Harðskapur og terror tykist koma nærri at okkum. Sjálvt í Noður­ lond­um henda atsóknir, sum so at siga ikki ber til at verja seg fyri. Tíbetur eru vit ikki rakt av slíkum, men vit eiga at halda eitt vakið eyga við, hvat hendir rundan um okkum. Samband og samskifti er so nógv ment, at vit eru ein partur av altjóða kervinum. Vit hoyrdu stutt herfyri, at okkara skip­ an­ir eisini verða herjaðar av hackarum. Kanska var tað kappróðrarfrásøgnina tað gekk útyvir hesaferð, men hetta minnir okk­ um á, at vit eisini eru sábær – eins og okkara granna­lond. -ooo- Harra formaður. Sum løgmaður og samgonguleiðari veit eg, at tíð skal til. Vit hava ikki rokkið øllum okk­ara málum enn. Fiskivinnunýskipanin er avgerandi at fáa samtykta skjótt, men sum sagt er onki liðugt fyrr eb alt er liðugt. Dánjal í Rituvík kann gleða sedg. Broyt­ ing­ar verða gjørdar, so eisini hann fær møgu­leikan at skapa sær ein vinnuveg í fiski­vinnuniu Áhugamálini í fiskivinnuni eru ógvuslig, men tað frítekur ikki okkum sum politikarar frá at taka eina støðu. Vit vildu helst havt eina breiða semju um bæði fiskivinnunýskipanina, pen­sjóns­skip­ an­ina og stjórarskipanina - og tað vónina havi eg framvegis vónir um. Ber tað ikki til so fari eg at taka undir við orð­unum í yrkingini hjá Stentór Rasmussen: Flúgva fagrir fuglar byggja reiður her og fiskur er í sjónum so langt sum eygað ber at vitja fjallatindar mangur gleðir seg og spríkja goymdar keldur um vit bora ígjøgnum teg og verða vit ríkari tá Føroyar og hvør verður ríkari tá Føroyar? Hvat heldur tú um okkum vit rópa okkum tjóð á flaggdegi, um várarnar, tá tjøldur setast móð hvar eru tey sum lovaðu at lekja tíni sár sum misprýða og vanvirða ár eftir ár eftir ár eftir ár hvat heldur tú um føroyingar Føroyar Eg ynski øllum góða ólavsøku. Gud signi Føroyaar! Vit hoyrdu stutt herfyri, at okkara skipanir eisini verða herjaðar av hackarum. Kanska var tað kappróðrarfrásøgnina tað gekk útyvir hesaferð, men hetta minnir okkum á, at vit eisini eru sábær – eins og okkara grannalond. Ella sum Dánjal í Rituvík segði: Skal fiskivinnan gagna øllum Føroyum, so má tað gerast møguligt hjá ungum og framfýsnum fólki í fiski­ vinnuni at sleppa framat. Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, fer ólavsøkudag at halda sína ólavbsøkurøðu. Hetta er eitt boð uppá, hvat hann fer at taka fram í røðuni.