hósdagur 20. juli 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
16
BLIND Á G!
Ein hvít kanin kom algoyst rennandi fram við okkum og hvarv inn í
kaninholuna. Rúna og eg fara aftan á henni. Alt í einum var steyrrætt niður
og oman, oman, oman detta vit. Alt í einum standa vit á sløttum, og vit síggja
kaninina hyggja at urinum hjá sær. Kaninin var í stásklæðum, í aðrari hondini
hevði hon einar hvítar geitaskinnshandskar og aðrari eina stóru veiftru.
SÁRA MIKKELSEN
R
úna og eg sneiða okkum
inn um jarngarðin við
vaktum í mundering við
rundum høvdi og stórum
eygum sum froskar. Vit hoyra sveim
andi kettuna, við teimum stóru grønu
eygunum og Lisu standa og práta …
'Tað umber seg ikki,' segði kett
an: 'Vit eru øll svøk her. Eg eri svøk.
Tú ert svøk:'
'Hvussu veitst tú, at eg eri svøk?'
spurdi Lisa.
'Tað mást tú vera,' segði kettan,
'annars vart tú ikki komin higar.'
Á einum stórum soppi situr ein
bláur kálormur hendur í favn og
roykir hóvliga eina vatnpípu. Ein
forlorin skjaldbøka situr og sigur
frá søgum, ein gammur gongur og
hugnar sær, einhyrnigur við vøkr
um gulum hári og eygnabrúm
stendur og poserar, sjeysovarar
músin situr við fjósið og svevur.
Hetta er mín uppliving, at koma
inn á G! festivalin. Eitt leikaland.
Men Rúna sær lítið og einki av
hesum.
Rúna hevur tríggjar ymiskar
arvasjúkur, ið bera við sær, at fyrr
ella seinni fer hon at vera blind. Í
dag sær hon 2%.
Starir tú nóg leingi
inn í myrkið
Rúna er 31 ára gomul og býr í Vest
manna. Hon hevur tvey systkin, og
øll bera sama brek. Tað, sum hendir,
er, at sjónarringurin minkar so
líðandi til einki ljós er eftir.
Men hon veit ikki, nær tað fer
at henda. - Hon veit ikki, hvussu
nógv tíð er eftir av sínum tveimum
prosentum.
Hvørt ár liggja nógv við vetrar
depressión. Tað er ov myrkt, og
dagurin er ov tungur. Og tá er tað
bara ein part av árinum, at tað er
myrkt – men hvussu er, tá tað er
alt árið – dimt og kámt, og einaferð,
einaferð verður alt svart, hvat tá?
Nietzsche segði á sinni 'Starir
tú nóg leingi inn í myrkið, fer
myrkrið at stara aftur at tær'. Tá
verður ein onkursvegna noydd
at venja seg við myrkrið. Myrkrið
má gerast sjónligt fyri at finna
leið. Her er tað, at ein má læra seg
at síggja stjørnurnar og norðlýsið
í myrkrinum. Og tað tekur tíð. Tað
kann taka langa tíð bæði at venja
seg við og at góðtaka.
Hetta er ein støða, sum er torfør
at seta seg inn í, tí vit, ið hava góð
eygu, ganga vanliga ikki og hugsa
um, hvussu fantastiska heppin vit
eru at hava sjónina í lagi.
Eg síggi teg betur í myrkri
Hvussu upplivir Rúna festivalin?
Upplivir hon hann sum eitt leika
land, har ið hennara myrkur fær
ljós? ígjøgnum orð, setningar,
cerurae og tónar?
Vit báðar Rúna ganga og reika
inni á økinum, keypa okkum eina
øl, práta við fólk og lurta eftir eini
konsert við Baskery á spæliplássin
um og síðan oman á sandin at lurta
eftir Bilderbuch.
'Tað er trupult at koma inn á eitt
øki við nógvum fólki' sigur Rúna.
'Tað eru so nógvar skuggamyndir
og umhvarv, og eg dugi illa at
skyna ímillum, hvat eru veruligar
skuggamyndir, og hvørjar eru okk
urt heilt annað'. Seinni, tá ið hon
hevur vant seg við fjøldina, og tað
fer at skýma, hevur hon tað betri.
Ein góður og hugnaligur hýrur
hongur yvir bygdini, og hýrurin
bara veksur, tá ið Mø byrjar sína
konsert. 'Girl, you’re gorgeous.
You know you might not always
feel like it, but you are'.
'Rúna, sært tú kvinnuna við
vakra gula hárinum, ið stendur 5
metrar frá okkum?' spyrji eg. 'Nei,'
svarar hon mær. Nú skilti eg ikki
reiðiliga, tí hon hevur 'sæð' ymiskt
áður, sum eg havi víst henni á, hóast
tað er ótýðiligt og kámt. 'Sært tú
heldur ikki meg beint nú?' spyrji
eg aftur. 'Nei. Eg síggi teg betur í
myrkri' svarar hon mær. Hetta eru
somu orð, Emily Dickinson brúkti.
Eg síggi teg betur – í myrkri – .
Veðrið var támut og hekk slavið
yvir Gøtubygd, samstundis sum at
sólin royndi at ota ljósið ígjøgnum
tað gráa. Hetta er veður, sum blind
ar Rúnu uppaftur meira. Og sum
Emily framhaldandi skrivaði
'Eg krevji ikki ljós –
...
Hvat skal dagur til –
Hjá teimum sum myrkrið – er
so – bjartari enn sólin –
Marglitt og sveiggjandi
millum gott og ússsaligt
'Hey Rúna, hetta er Danny, hevur
tú ein góðan festival?’ Hetta var
fyrsti og einasti persónur, ið
nevndi seg við navnið. Fólk gloyma
at siga, hvørji tey eru, ið kann vera
heldur ørkymlandi hjá Rúnu, tí
hon vil fyri alt í verðini ikki vera
ófólkalig. Rúna kennir øgiliga
væl røddir og fleiri ferðir, tá ið
Rúna og eg hava havt sjónvarpið
tendrað, men sita í køkinum, hevur
Rúna vitað, hvør sjónleikarin í
sjónvarpinum er. 'Ah, hatta er Tom
EG SÍGGI TEG B
– Í MYRKRI –