Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 17 Hiddleston. Spælir hann Loki?' Tó kann tað vera trupult, um tað er ein persónur, hon ikki hevur møtt leingi, at plassera rødd hansara og serliga, um tað er á einum øki við nógv­um fólki, har ið alt tutl og sjóð frá øðrum hoyrist, og ljóst er úti aftrat. Tí er umráðandi at fólk nevna seg við navnið, fyri at lætta um hjá henni. Vit flýggja undan ljóðstyrkini hjá Desert Mountain Tribe nið­an á spæliplássið at bíða eftir Bombino. Vit hoyrdu konsertina eins væl hað­an. Bombino er ein afrik­ansk­ ur bólkur, so hetta var heldur sjald­samt og stuttligt at lurta eftir. Uttan at hava nakra hylling av, hvat teir sungu um, so ljóðaðu tónarnir so glaðir, og gleðin smittar. Vit fara smíl­andi oman ímóti sandinum, tí nú skuldi Suspekt spæla. Vit kenna tað einki, so vit eru spentar. Á sandinum kókar fjøldin. Tey ungu, kvinnur og menn, standa púra vill og syngja við ... ja, hoyrir man rætt? Dagin fyri var tað ein fragd at lurta eftir ís­lendsk­um femin­istiskum rappi á spæli­pláss­ inum, dagin eftir standa trígg­ir danskir menn og syngja um at kneppe og hava einans eitt lýsing­ ar­orð fyri kvinnuna, og tað er bitch. Potensleingjari? Vit báðar stóðu sum kánus, og tað hevði hug at rykkja í øðrum eygnalokinum. Fólk elska Suspekt, og tað er okkum ein gáta. Hava tekstirnir týdning? Rúna hevur lisið bókmentir í Skot­ landi, so eg spyrji hana, hvat hon held­ur um sangtekstirnar sum heild, og hon letur væl at. 'Tó,' sig­ ur hon, 'tað er spell, hvussu stórt fokus er á sex, tá ið lurtað verð­ur eftir hittunum, sum eru á topp­ list­um kring knøttin. Tað snýr seg um at síggja gott út, hava eina góða reyv, góð bróst og sex, og sang­urin er tveir setningar, sum vera end­ur­ tiknir í 3-4 minuttir. Tað virkar sum hasin ídnaðurin er full­komliga skeivt skrúvaður saman. Hugsi eg um tekstirnar, sum hava verið spældir á G!, so kann eg lata væl at tí, eg havi hoyrt. Teitur við sínum Poetry and Airplanes, Mø, Konni Kass, Fil Bo Riva, Danny and the veetos og Son of Fortune, ið eisini spældu nøkur Ave løg fyri at nevna nøkur. Her eru fleiri tekst­ir, ið fara undir húðina og nakrir røkka enntá hjartanum. Tað, at tekstirnir røra okkurt inni í tær, gevur tær eina heilt serliga uppliving í mun til ein tekst, sum liggur sum døggin á dúninum og hvørvur, so skjótt lýsing er. Tað kenst eitt sindur sum, at tað eru øgiliga nógvir av hesum seinna. Tað kenst sum um, at tað skal ov nógv orka og tíð til, at skriva ein ordiligan tekst, í mun til ferð­ina og skundin vit liva í. Ert tú ikki frammi alsamt, so verður tú gloymd­ur. Og av tí sama verður rætti­liga nógvur ringur tónleikur/ tekst­ur útgivin, sum annars hevur potentiali, um tónleikarin gav sær stundir og rógv at skriva og fín­ pussa og endurskoða.' Orka bjargaði sandinum eftir Suspekt hetta kvøldið. Djúpir elektr­oniskir teknotónar við ein­ um feitum ljósshowi rungaðu ígjøgn­um ísakalda vátveðrið, og kvøldið fekk ein perfektan enda. Triði dagurin Vit lurta eftir eyðkendu røddini hjá Fil Bro Riva, áðrenn leiðin gongur oman á sandin til felagssang. Á leiðini fara vit inn í kokk­teyl­ básin. Hetta er ikki eitt vinaligt stað fyri sjónveik. Tú mást lyfta beinið rættiliga høgt uppfrá fyri at sleppa inn í henda básin, sam­ stundis sum at rættiliga stórir og óslættir steinar liggja soleiðis, at tú mást traðka á teir fyri at sleppa inn. Inni er sum sild í tunnu. Tað hevur regnað illa og tað virkar sum at fólk fara inn her at kroka og at ballast, so tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa fram at barrini. Vit fáa so eftir eina tíð tveir útvatnaðar drinks. Sangløtan. Ein tann hugna­lig­ asta løtan á G!. Eg eri samd við Rúnu, tá ið hon sigur: 'hetta er sama kensla hvørja ferð, sangløtan endar ov skjótt og ov brádliga. Eitt eyka­ lag átti í øllum førum at komið. Men hví kann sangløtan ikki vara í 10 minuttir longur, tá ið vit vita, at før­oyingurin elskar at standa sam­an­trunkaður á sandinum og syngja um Føroyar og kærleika og medistara?' Enn ein deilig løta á Gøtusandi og ikki sørt, at man verð­ur rørdur, tá føroyingurin savn­ast og øll syngja, sama hvørja polit­iska hugsjón, 'kaga upp í himm­alin, sært tú fuglin har ...' Rúna og eg hava báðar hug at lippa, tí er tað ikki stórt, at tónleikur og sang­ur kann savna so nógv deilig menniskju? Vit báðar hava hug at fáa okk­ um ein bita, tá ið sangløtan er av. Men eftir at hava spurt um úrval, vísir tað seg, at ert tú allergikari, er einki at fáa, tí eru tað ikki mjólkarúrdráttir í matinum, so er tað mjøl. So vit báðar fóru avstað úr Hvonn teltinum við einum ordi­ liga ringum kaffimunni í aðrari hond­ini og einari danskari vatn í hinari, har ið tað annars átti at verið ein sjálvfylgja, at keypir ein vatn í Føroyum, so keypir ein føroyskt vatn. Ei heldur vóru nakr­ ar føroyskar sodavatn at fáa - men alt var danskt, - sum er fullkomliga vitleyst. So viðvíkjandi mati og drekka, so er hetta eitt økið, ið G! má endurskoða. Er tíðin komin at endurskoða G!? Rúna og eg prátaðu aftur og fram um festivalin og vit vóru samdar um, at G! Festivalurin er um at stagn­era. Sum um at konseptið er farið at ridla. 'Her er nógv gott, og vit hava havt nakrar deiligar dagar við góðum tónleiki, men tríggir dag­ar er ov leingi, samstundis sum at ov nógv bíðitíð var ímillum tón­ leikin.' sigur Rúna, 'eg elski Danny and the Veetos millum annað og stóð fremst og sang við til teirra glaðu tónar. Men hugsi eg um kon­septið, hvat er tá hent har? G! minn­ir onkurs­vegna meira og meira um summarfestivalin, og summ­ar­festivalurin er longu tikin. Haldi at G! skuldi farið aftur til tað, tey vóru, við síni ný­hugs­an og up­ com­ing tónleiki. Original­itet­urin er um at hvørva. Og tað má hann fyri alt í verð­ini ikki, tí G! er nakað heilt serligt.' Eg fái ikki annað enn undrast á Rúnu og hennara dirvi og styrki, og eg takki henni fyri ein góðan festival. Og sum orð Jens Paula Heines­ ens siga og sum dóttir hansara Elin Heinesen framførdi á sangløtuni, Veit eg at lívið er gáva, eitt dýpi av dýrari tíð sum øll skulu valla ígjøgnum rekast og villast inní. BETUR