Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 18 MORTAN ØSTERØ F yrsta grindin í ár legði beinini í Bø 21. mai, og síðani hevur verið grind góðar tíggju ferðir afturat – seinast inni á Hvannasundi, har tað hava verið trý grindadráp í ár. Bara í juli hava verið seks grindir higartil; summar enntá dag um dag. Hóast tað ljóðar av nógvum, er framvegis langt til metárini. Sambært hag­tals­ skipanini hjá Doretu Bloch á Før­ oya Náttúrugripasavnið, sum Kári Thorsteinsson hevur sett á sína heimasíðu, varð nevniliga farið í grind ikki færri enn 27 ferðir í 1941, tá ið 4.448 hval løgdu beinini. Reint hagfrøðiliga hevur eis­ ini sveiggjað frá betri og verri grinda­árum, og gitt hevur verið at tað hongur saman við føðsluni hjá grind­ini. Yndisrætturin hjá grindini er høgguslokkur og hareftir svart­ kjaft­ur, og eru tað at finna í stór­um nøgdum við land, væntast grind­ in at leggja leiðina eftir føðsl­uni. Hetta hava lívfrøðingar á náttúru­ gripa­savninum fingið staðfest við at kanna kíkin á grindini fyri leivdir eftir høgguslokki, og serliga eru tað nevini á høgguslokkinum og nytru av svartkjafti, sum tey hava funnið. Er høgguslokkur ella svart­kjaftur ikki at fáa, svimur grinda­hvalurin tó ikki svangur, men fyllir sær kíkin við øðrum fiski – helst makreli, sild ella gulllaksi. Tilvildarliga nógv grind Seinast Føroyar rukku 20 grinda­ drápum í sama ári, var í 1988, tá ið júst 20 grindir vóru, og 1.666 hval løgdu beinini, og júst í 80unum var nógvur høgguslokkur at finna í kík­ inum á grindini. Í ár eru ikki nakrar ítøkiligar ábendingar um, at tað eru størri nøgdir av høgguslokki, sum hava lokkað svongu grindina móti Føroyum. - Sjálvandi tykist tað vera øgi­ liga nógv grind, tá ið man sær grind dag um dag og fleiri í somu viku. Harafturat havi eg eisini skilt á fiskimonnum, hava teir sæð nógva grind úti frá landi, sig­ur Høgni Arnbjarnarson, ið tekst við hvala­ kann­ingar á Náttúru­gripa­savn­in­ um. - Men vit taka gjarna royndir úr 8-10 kíkum til grindadráp, og har stað­festa vit føðsluna hjá grindini. Út frá teimum kanningunum, dugi eg ikki at siga fyri vist, at grindin kem­ur hesa leiðina vegna meira høggu­slokk og svartkjaft uppi undir Føroyum, tí vit hava ikki funnið fleiri leivdir enn vanligt, sigur hann, og vísir á, at sambært hagfrøði og ferðamynstri, kann tað tykist meira tilvildarligt, at tað er nógv grind í ár. - Reint hagfrøðiliga hava vit sæð toppar av nógvari grind áleið hvørji 100 ár, og júst nú tykist hon at ferðast norðureftir – í hvussu er grindin, sum vit hava merkt. Tað, sum vit fyrr hava sæð frá merk­ingunum, var, at grindin ferð­aðist norður í móti Lofoten, síð­ani vendu tær suðureftir, og vest­urum Føroyar. Hetta er helst sama ferðamynstri, sum nú fer fram, og tað kann hugsast, at tað er av tilvild, at nógvir hvalir eru mill­um oyggjarnar júst nú, tí teir eru mitt í síni vandring norðureftir. Tó skulu tey fyrivarni takast, at leivdirnar eftir høgguslokkinum og svartkjaftinum eru burtur eftir fýra døgum, so tað kann vera, at grindin hevur etið høgguslokk ella svartkjafti áðrenn, sigur Høgni Arnbjarnarson. Møguliga meira grind Sambært hagtølum, er tað serliga er í juli og august, at flestu grinda­ drápini fara fram. Av 1.801 grinda­ dráp­um í tíðarskeiðnum 1584-1999, eru 377 grindadráp skrásett í juli, meðan 484 hava verið í august, sum svarar til meira enn ein fjórðing av saml­aðu grindunum. Tilsamans hevur ein kvart millión hvalir lagt beinini hetta tíðarskeiði, men hó­ ast tað ljóðar av nógvum, er eingin or­søk til at aftra seg, tá ið næstu grinda­boðini ljóða. - Sea Shepherd hevur oftani havt at okkum fyri, at vit ikki vita hvussu hvalastovnurin er fyri, hóast tað beint øvuta er satt. Vit hava ótrúliga góð hagtøl yvir eitt langt tíðarskeið, og alt bendir á, at stovnurin stendur í vøkstri. Ikki bara innan grind, men hval yvir­ høv­ur, eru stovnarnir at finna í stór­um bólkum. Á tann hátt er ikki nakað, sum talar fyri, at vit skulu tálma veiðina av grindini – vit eru enntá væl undir tilmælta veiði­ trýst­inum frá NAMMCO, sigur Høgni. Hagfrøðiliga er grundarlag fyri, at vit kunnu vænta enn meira grind í august, og Høgni Arnbjarnarson vísir heldur ikki aftur, at tað kann koma fyri. - Gongdin í juli merkir, at tað Tíggju ferðir í síðani mai mánaða hevur verið rópt grindaboð í ár, og vanliga er mesta grindin í august, so okkurt er framvegis í væntu. Tó metir Høgni Arnbjarnarson, ið tekst við hvalakanningar á Náttúrugripasavninum, at tað eru meira tilvildarligar enn serligar orsøkir, sum førir nógvu grindina hesa leiðina í ár. TILVILDARL NÓGV GRIN Grindin frá mánadegnum verður skorin upp í Klaksvík (Mynd: Dávur Winther)