hósdagur 20. juli 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
22
AVGERÐIN UM AT GIFTAST: Hin
12.12.12 tók Christian Høgni meg á
bóli við einum túri til París. Okkum
dámar væl at ferðast og vit høvdu
leingi tosað um, at vit ynsktu at
koma til París. 12.12.12 høvdu vit
avtalað at vitja nøkur vinfólk í
Dragør, og meðan vit bíðaðu eftir
teimum í Kastrup, gav Christian
Høgni mær eitt bræv við einum
boardingpassi til París. Eg visti
av ongum og var púra paff. Tað
er altíð eg, ið fyrireiki og skipi fyri
øllum, men hendan dagin hevði eg
onga hóming.
Komin til París fóru vit til
hotellið, og Christian Høgni tók
meg upp á takterassuna á hotell
inum, har vit sóu beint yvir á
Eiffeltornið. Eitt lítið borð stóð við
rósum og sjampanju, og Christian
Høgni fór á knæ, og sjálvsagt
segði eg ja. Eg bleiv ógvuliga bilsin
og glað. Tað, sum byrjaði sum ein
vanligur hósdagur, endaði við, at
vit stóðu á toppinum av París og
vóru ringforlovaði.
Dagin eftir høvdu vit tíð til at
njóta París sum tveir forelskaðir
turistar.
Hví júst hetta slag av brúdleyp?:
Vit vildu gera nakað øðrvísi og ikki
minst geva okkara nærmastu eina
stóra uppliving, ið tey ongantíð
fóru at gloyma.
Brúðardagurin:
Tá vit skuldu ráðleggja brúdleypið,
vóru vit samd um, at vit vildu gera
nakað ótraditionelt. Vit hava altíð
ferðast nógv, og okkum dámdi væl
tankan um at halda brúdleypið í
einum øðrum landi enn Føroyum
ella Danmark. Aftaná París-túrin
vóru vit bæði ógvuliga hugtikin
av París, og vit kundu ikki hugsa
okkum eitt meira perfekt stað
at halda brúdleyp. Vit kannaðu
møguleikarnar, og tað var ein
møguleiki at bjóða uml. 20 fólkum
til París í 3 dagar, hava vígslu og
veitslu.
Vit valdu at halda fast í mátan,
sum Christian Høgni fríggjaði
uppá; nevniliga óvæntað. Vit vildu
taka okkara nærmastu á bóli og
geva teimum eitt upplivilsi, sum
tey ongantíð fóru at gloyma. Tískil
hildu vit tað loyniligt, at brúdleypið
skuldi vera í París (bara systir
mín visti av tí), og vit søgdu at vit
bjóðaðu 25 fólkum til brúdleyp í
Svøríki. Sostatt skuldu tey møta
hjá okkum í Keypmannahavn og
vera klár til at flúgva og vera vekk
eitt vikuskifti.
Tað gekk (óvæntandi) væl at
halda tað loyniligt (hóast tað bleiv
útsett eitt ár av tí, at eg gjørdist
við barn) og næstan allir gestirnir
kundu koma (22 fólk út av 25).
Vit møttust í okkara íbúð á Oyra
sundskollegiinum tann 2. marts
2015, 4 tímar áðrenn flúgvarin
fór. Vit høvdu gjørt eitt sindur av
mati, sjampanju o.s.fr., og tá øll
vóru samlaði, hildu vit eina lítla
røðu, har vit bjóðaðu vælkomin
og takkaðu fyri, at tey vóru komin.
Til síðst fortaldu vit teimum, at vit
høvdu eitt ”yvirraskilsi”, nevniliga,
at vit ikki skuldu halda brúdleyp
í Svøríki, men harafturímóti í
Nøvn á brúðarparinum:
Christian Høgni
Jacobsen og Annika
Due Jacobsen
Stutt lýsing um
brúðarparið:
Annika er útbúgvin
sálarfrøðingur og
starvast í PPR í
Egedal kommunu,
meðan Christian
Høgni er útbúgvin
lærari og skal eftir
summarfrítíðina arbeiða
í Skúlanum á Trøðni.
Brúdleypsdagur:
05.03.2015
Gestir til veitsluna:
22 fólk. Tað var fyri
innbodnum (Foreldur,
systkin og vinfólk)
Stað fyri vígsluna:
Danska kirkjan í París
Veitslan bleiv hildin:
La Bouteille D'or í París
Myndafólk:
Lydia Hansen.
Annika greiðir frá
BRÚDLEYP.FO
VIT GIFTUST
Í PARÍS