hósdagur 20. juli 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
23
Býirnar Bý, París. Øll vóru sjálvsagt
ógvuliga bilsin og glað, og tað
eydnaðist ordiliga væl. Øll fingu
boardingpass og skrá, og so fóru
vit í hýruvognarnar, sum bíðaðu
uttanfyri.
Tá vit vóru komin til París kjekk
aðu vit inn á okkara fantastiska
hotell (Hotel Magellan) og fóru øll
út at eta saman – øll vóru uppi at
koyra og glað, og tað var ein heilt
fantastisk kensla at sleppa at deila
vakra París við sínum nærmastu.
Dagurin eftir var til sightseeing og
brúðarfyrireikingar, og um kvøldið
ótu vit í felag.
Leygardagin hin 5. mars var
brúdleypið. Hóast tað var í marts,
var veðrið av tí fagrasta; sól og 20
gradir. Vit gjørdu okkum til reiðar
á hotellinum og fóru síðani til
kirkjuna.
Vígslan varð hildin í Donsku
Kirkjuni í París, og tað var ein
sera hugnalig og góð løta. Aftaná
gingu vit við fotografinum oman
til Eiffeltornið, har vit tóku myndir
og hugnaðu okkum. Aftaná fóru
gestirnir aftur á hotellið, og vit
koyrdu runt í París og tóku brúð
armyndir. Vit fingu eina rúgvu av
uppmerksemi, og fleiri steðgaðu
á, tóku myndir og spurdu, um vit
vóru sjónleikarar, ið gjørdu ein
film. Veðrið var av tí allar fagrasta,
og vit komu (næstan) alt París runt.
Eisini fóru vit uppá takteressuna
á hotellinum, har Christian Høgni
fríggjaði til mín, og tað var sera
óveruligt at standa sama stað í
brúðarkjóla.
Kl. 18 møttust vit á matstovuni
La Bouteille D'or, ið liggur beint
við Notre Dame. Vit høvdu leigað
eitt hugnaligt høli ovast í bygn
inginum, og har var vakurt útsýni
beint yvir á Notre Dame. Veitslan
var fantastisk. Vit ótu, hildu
røður, sungu, grótu, flentu o.s.fr.
til vit ikki orkaðu meira. Vit fingu
trýggjar rættir, vín og brúðarkøku.
Kvøldið endaði við tí siðbundna
brúðarvalsinum, og vit høvdu øll
eitt ógloymandi kvøld í einastand
andi umstøðum.
Dagin eftir ótu vit morgunmat,
áðrenn hýruvognarnir koyrdu okk
um á flogvøllin. Øll vóru móð, men
glað aftaná ein perfektan og fant
astiskan brúdleypstúr.
Maturin:
La Bouteille D'or
Brúðarkøkan:
Kondittari í París
Brúðarkjólin:
Av merkinum Enzoani,
Dakota snið.
Hár, makeup,
negl o.s.fr.:
Mín dugnaliga vinkona
Poula Lassen.
Klæðini hjá
brúðgóminum:
Klædningur frá
Tiger of Sweeden.
Tað besta við degnum:
At hava møguleika at
geva okkara nærmastu
eitt fantastiskt
upplivilsi og deiliga
okkara serliga dag
við teimum.
Brúðarferðin:
Til Føroyar.
Eitt gott ráð til
komandi brúðarpør:
Gerið tað, ið tit føla,
er rætt fyri tykkum.
Høvdu tit gjørt nakað
øðrvísi um møguligt?:
Nei, EINKI.
FRÁ BRUDLEYP.FO