hósdagur 20. juli 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
24
Óli Jacobsen
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
T
að hevur nógv verið
skrivað um teir ymisku
veiðihættirnar í før
oysku fiskiveiðisøguni.
Men tað hevur kortini ikki verið
so nógv skrivað um hesa garna
veiðuna.
Tað var seint í 1940-árunum, at
skip byrjaðu garnaveiðuveiðu eftir
sild millum Føroyar og Ísland. Tað
var skjótt, at hetta gjørdist tann
stóra veiðan á sumri og heysti við
10-tals skipum og fleiri hundrað
fiskimonnum. Fyrstu árini var
byrjað fyrst í august og hildið
varð fram út í oktober, so leingi
sum veðrið loyvdi fiskiskapinum.
Tá ið Ísland flutti fiskimarkið
út á 12 fjórðingar í 1958, var ikki
longur lønandi at fara undir
Ísland við snellu. Hesi skipini fóru
í staðin á sildaveiði fyrst í juli.
Her skal í høvuðsheitum verða
greitt frá mannagongdini á hesi
veiði. Frásøgnin er frá gøtusluppini
Báran, meðan myndirnar stava
frá Fimm Systkin, eisini ein slupp
í Gøtu.
Tey fyrstu árini vóru gørnini
gjørd úr bummull. Tey máttu
saltast undir dragingini fyri at
halda sær. Men so við og við varð
skifti yvir til nylongørn. Tey vóru
meira haldbar og kravdu ikki so
nógva røkt sum bummulsgørnini.
Fyrst skuldi riggast til
Tað fyrsta, sum skuldi gerast,
áðrenn farið varð á sild var at
manningin fór at rigga til.
Hvørt skip hevði út móti 100
gørnum, sum vóru knýtt saman
í eini longd. Gørnini høvdu sjálvi
flot og søkk, men millum gørnini
var ein steinur sum var søkk, og
so ein stroppur í erva, sum helt
garninum uppi. Longdin á stropp
inum var avgerandi fyri, hvussu
djúpt gørnini stóðu.
Stropparnir vóru knýttir á ein
trossa, og í hvønn stropp var so
knýtt ein boya. Eitt tað týdning
armesta við tilriggingini var merk
ingin av trossanum. Hann skuldi
mátast upp, og tað skuldi setast
eitt merki á trossan, har hvørt garn
skuldi festast. Longdin millum
merkini skuldi svara til longdina
á gørnunum, so tey kundu standa
beint í sjónum.
Tað var ikki so sjáldan, at tross
in mátti merkjast um aftur. Gekk
illa við fiskiskapinum, kundi skip
arin skylda uppá, at trossin var
skeivt merktur, so gørnini stóðu
skeiv í sjónum. Men tað var sjáld
an, at ein nýggj merking broytti
nakað.
Skipinum fingu eisini ein
“hjall”. Hann var bygdur aftast á
skipinum til goymslu av tómum
tunnum.
Leitingin eftir sildini
Tá ið liðugt var at rigga til, varð
farið avstað. Manningin kundi telja
12 mans við eini slupp. Vanliga var
farið tíðliga seinnapart, so setast
kundi seinnapartin dagin eftir.
Kunsturin var nú at kunna
seta gørnini soleiðis, at sildin
svam seg fasta í gørnini. Skipini
tá høvdu ikki ta stóru nautisku
stóru útgerðina. Ekkoloddið var
fremsta leitingartólið. Tá ið tað
skrivaði á loddinum, varð vanliga
sett, men tað kundi vera ógvuliga
tilvildarliga, um nakað kom í. Tað
var heldur ikki altíð sild, sum
skrivaði á loddinum. Tað kundi
eins væl vera æti, og ekkoloddið
dugdi ikki sum nú at síggja, hvat ið
var hvat. Og var tað sild kundi hon
eisini standa ov djúpt fyri gørnini.
Fremsta navigatiónstólið var
annars tann sokallaða Consol-
skipanin, sum gjørdi tað møguligt
hjá skipunum at telja seg fram til,
hvar skipið var statt. Lurtað varð
eftir støðunum Bushmill í Norð
urírlandi og Stavanger í Noregi.
Talt varð upp, hvussu nóg signal
støðirnar sendu hvønn minutt.
Grundað á hesa uppteljing kundi
á einum korti staðfestast, hvar
skipið var statt. Seinni fekk henda
skipan eitt framstig, tí á radioapp
aratinum var ein pinnnur, sum
reisti seg fyri hvørt signal. Tá var
nóg mikið at telja, hvussu ofta
pinnurin reisti seg.
Eitt annað frambrot hesa tíð
ina var peilarin. Við honum kundi
staðfestast í hvørji ætt eitt skip
kundi vera í mun til eitt annað. Tí
kundi ofta hoyrast, at ein skipari
kundi telja 1,2,3 og uppeftir ella
10,9,8 og niðureftir. Tá kundi stað
festast um peilaða skipið var til
dømis sunnanfyri ella norðanfyri
eins egna.
Gørnini verða sett
Við hesum tólum skuldi skiparin
finna, hvar ið setast skuldi. Tá ið
hann hevði lagt stilt, gav skiparin
boð um at seta. Skipið varð lagt
at seta undan vindinum. Stropp
arnir við gørnunum vóru festir
í trossan, síðan var boya fest í
stroppin.
Hvussu langa tíð tað tók at seta
valdaðist, hvussu nógvur vindur
var. Gekk tað skjótt kundi tað vera
ein tími. Var tað lítið av vindi kundi
tað taka fleiri tímar. Tá ið seinasta
garnið var farið, fór nakað væl av
trossanum út afturat. At enda var
trossin festur í skipið, sum saman
við reiðskapinum rak fyri vág
og vind, til dragast skuldi aftur
morgunin eftir.
Tað vóru eisini nógv russisk
garnaskip á somu leiðum. Tey
sigldu gørnini út á tvørs av vind
inum. Hetta skapti onkuntíð før
oysku skipunum trupulleikar.
Dragingin
Tíðliga morgunin eftir var farið
undir at draga. Manningin varð
útpurrað um fýratíðina og fekk
sær ein drekkamunn, áðrenn lagt
varð á. Teir fyrstu, sum fóru til
verka, vóru teir, sum skuldu draga
trossan. Gørnini vórðu drigin inn
í bakborð í eina garnarullu, sum
varð drigin av línuspælinum. Við
rulluna vóru vanliga tveir menn.
Gørnini vóru so drigin yvir í
hitt borðið í netapavnin. Her var
so restin av manningini. Teirra
uppgáva var at rista sildina úr
gørnunum. Sildin stóð jú føst í
meskunum, so hetta kundi vera
strævið. Hetta valdaðist eisini
Føroyingar hava fiskað sild í mong ár við ymiskum reiðskapum. Her
skal verða greitt frá garnaveiðuni í Eysturdjúp, sum endaði í 1968
Á SALTSILDAVEIÐI
VIÐ GØRNUM
Gørnini verða sett
Hetta er mynd av uppsjóar garnaveiðu, nakað
soleiðis sum hon er lýst í greinini.