Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 25 um, um sildin var omaná ella undir garninum. Tað kom jú ann uppá úr hvørji ætt sildin var komin. Vendi sildin niður, var tað sjálvsagt lættari at rista hana burtur úr, enn um tað var øvugt. Ofta ynsktu menn sær eina risti­maskinu. Tað ljóðaði at russ­ ar­ar høvdu slíkar, so ofta var tað teimum misunt. Ein serligur trupul­leiki við ristingini var um hval­spýggja var í gørnunum. Tá mátti ansast væl eftir. Tað var ikki gam­ansleikur at fáa hvalspýggju í and­litið. Tá ið farið var at draga, var spenn­andi at síggja, hvussu nógv sild var í. Tað var ógvuliga mis­ javnt. Ofta var “svart”, og hetta merkti so nakrar fáar tunnur fyri dagin. Var ¼ tunna av sild í hvørj­ um garni, so var tað ikki so galið, hetta kundi geva 20-25 tunn­ur fyri dagin. Hálv tunna uppá garnið var gott og fekst ein tunna uppá garnið, so var tað rok. Ein slík­ur dag­ur kundi geva einar 100 tunn­ ur, og tá ið ein slupp tók 4-500 tunn­ur, so munaði ein slíkur dagur heilt nógv. Tað kundi eisini henda, at meira var í enn hetta. Men tá kundi sildin ikki arbeiðast undan eftir einum degi. Tá kundi heldur ikki setast aftur sama dag. Onkuntíð hendi tað, at onkur ann­ar fiskur var í gørnunm. Tað kundi t.d. vera ein stórur toskur, sum kom væl við til døgurða. Hetta vátt­aði eisini, at toskurin ikki bara var á grunninum. Toskur kundi sakt­ans vera til, um hann ikki var á vanligu fiskileiðunum. Tað hava seinni royndir vist eisini víst. Og so var tað sildafor­skrekkj­ ar­in, sum kundi fløkja seg í gørn­ ini. Var nógv til av honum, so var eing­in sild. Hesin fiskur er seinni kend­ur sum svartkjaftur! Hann fylti eisini havið, tá ið sildin seinni hvarv. Út á morgni plagdu skipararnir úr Gøtu at práta saman í skips­tele­ fon­ini um veiðuna hendan dagin. Men aftaná vísti tað seg ofta, at teir høvdu fingið munandi fleiri tunn­ur, enn teir høvdu látið at um morgunin. Ofta var liðugt at draga á mid­ degi, so tá vistu menn, hvat hesin dagur gav. Reinsing Næsta stigið var at fáa sildina til sættis. Hon skuldi fyrst avhøvdast og magadragast. Í bæði borð var eitt avhøvd­ing­ ar­borð, har sildin varð fylt upp í. Her var eitt bretti, har sildin varð avhøvdað og magadrigin. Í avhøvdingaborðinum var ein renna, hagar slógvið varð koyrt. Í hesi rennu lá ein rennandi slanga, so slógvið rann á sjógv. Maga­ drigna sildin fór í eina kurv, og so hvørt hon fyltist, varð sildin saltað í tunnur. Hetta gjørdi “saltarin” sum eis­ ini slerdi botnin úr tunnini. At reinsa kundi taka upp til nakrar tímar. Tunnurnar koyrdar í lastina Út á seinnapartin varð farið at seta. Hetta kravdi nakrar menn. Hinir skuldu so fáa sildina til høldar. Tað fyrsta var at fylla laka í tunnurnar. Lakin var gjørdur við at lata sjógv renna gjøgnum eina fulla tunnu av salti. Tað, sum kom úr tunn­uni aftur var mettaður laki við 20% av saltinnihaldi. Vanliga varð sagt, at lakin var nóg sterkur, tá ið eitt epli við einum nagla í fleyt í lakanum. Tá ið lakin var kom­in í tunnuna varð botnurin sligin í. So skuldu tunnurnar fáast í lastina, og blivu tær ein og ein lor­ aðar niður í lastina, har mann­ing var at fáa tunnurnar uppá pláss. Lastin á Báruni tók einar 280 tunnur, men skipið kundi taka 400 tunnur. Restin varð fylt á dekkið frá bógnum av og aftur á hekkuna. Tá var ofta trongligt. Ofta var tosað um, hvussu væl hesar sluppir vóru bygdar, at tær kundi halda til alla hesa vektina. Tað kom neyvan fyri, at skipini ikki hildu til hetta. Ein stór vanlukka hendi kortini á hesi veiði. Tað var Stella Argus, sum fórst í 1957 við 22 monnum. Hetta er nú 60 ár síðani. Agnsildaveiða Nøkur skip vóru á agnsildaveiðu. Hetta merkti, at sildin varð ísað í kassar og skuldi førast fesk í land og frystast til agn. Hesi skip kundu bara gera einar 3-4 setur. Tey høvdu eisini fleiri gørn og kanska eisini færri menn. Sildin pakkað Tá ið tunnurnar vóru fullar var farið inn at landa. Tunnurnar skuldu so liggja, til sildin var íligin, einar tvær ella tríggjar vikur. Fyrst varð hol borað í tunnurnar, so tær kundu fyllast við laka, og so var propp­ur settur í. Tá ið sildin var íligin varð hon pakkað fyrst og fremst í støddir. Tað vóru tvær høvuðs­støddir, 4 og 5, sum segði hvussu nógvar sildir fóru til hvør kilo. Tað var so konufólkaarbeiði at leggja sildirnar í tunnurnar. Tá ið liðugt var at pakka vóru altíð færri tunnur, enn tær sum vóru landaðar. Eitt svinn uppá 10-20% varð roknað fyri at vera vanligt. Í 1968 var veiðan framvegis hampi­lig. Men í 1969 var sildin horv­in. Veiðan var so vánalig, at skip­ini settu sær ikki fyri at fara av­stað aftur í 1970. Í nøkur ár fóru skipini til Skot­ lands at keypa sild, sum tey so salt­aðu á sama hátt, sum ta veiddu sild­ina. Men hetta helt uppat, tá ið tað gjørdist ov dýrt at keypa sild­ ina til, at hetta loysti seg. Sein avrokning Tað tók sína tíð hjá Føroya Silda­ sølu at selja sildina. Tí fekk mann­ ingin fyrst eina fyribils avrokning. Tað kundi ganga langt út í næsta ár, áðrenn endaliga avrokningin kom. Eitt dømi um eina avrokning er fyri túrin hjá Báruni frá 7/8 til 3/9 1967 fyri 322 útflutningspakkaðar tunn­ur. Hon gav kr. 1.648,90 í part. Tað var slett ikki so galið. Øregaard kundi ikki trúgva, at sildin var horvin Tingmaðurin Jákup Frederik Øre­ gaard fekk seg ikki at trúgva, at sildin kundi vera horvin av hesum leiðum. Hann fekk løgtingið at samtykkja eina játtan til eina roynd fyrst í 1970-unum. Tann sum stóð fyri royndini var royndi skiparin Hans Jacobsen av Toftum við skipi sínum Brimnes. Men hetta segði alt tað sama. Har var eingin sild, og tað gingu 20 ár til nøkur sild kom aftur. Hetta er nú alt søga, men hetta var ein hugalig tíð, og hennara søga eigur at verða varðveitt. Ævintýrið um kraftblokkin Fyrst í 1960-unum hoyrdist úr Ís­ landi um ein ævintýrligan reið­ skap, sum kallaðist kraftblokkur. Við hesum reiðskapi kundu fáast fleiri hundrað tunnur í senn í einum kasti. Hetta ljóðaði sum ein dreymur, og tað var skjótt at línubáturin, Brestir, var tann fyrsti, sum fekk kraftblokk við tí kenda Júst í Túni sum skipari. Við spenningi varð fylgt við hesi royndini. Tað vóru 25 mans við, tí tað skuldi arbeiðast skjótt, tá ið tann nógva sildin kom á dekkið. Teir kundu fáa køst uppá 300 tunnur. Tá kundi manningin standa í nógvar tímar fyri at fáa sildina undan. Tað var skjótt, at tað varð givist við at salta umborð. Tað komu skjótt fleiri kraftblokkaskip. Við­ hvørt var fiskað til ídnað. Tað var rímiliga lætt lív. Í øðrum før­um var veiðan ísað í kassar. Hetta var strævið inntil skipini fingu køli­ tangar, sum kollvelti alla hesa vinnuna. Sum dømi um menn­ ing­ina av hesi veiði, kann nevnast, at Brestir tók kanska 200 tons av ídn­aðarfiski. Skipini í dag taka 20 ferð­ir so nógv. Komandi partur Komandi partur verður partvíst um fyrsta Sjúrðarberg hjá Kjølbro og partvíst ein ókend søga frá fólkaatkvøðuni í 1945 Væl av sild er í Menn rista úr gørnunum Tað er liðugt at draga. Dagurin er bara góður. Avhøvdingarborðið er aftast á myndini Hugni í lugarinum eftir lokið dagsverk