Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 26 TRÓNDUR ARGE - ALGERIA Tað verður skrivað upp í leypin av føroyskari ítróttarsøgu í Algeria í hesum døgum. Føroyska U21 landsliðið í hondbólti er til HM endaspælið fyri fyrstu ferð nakran­tíð. Tí bleiv tað teir gjørdu í gjár til søgu. Føroyar vunnu 31-28, men tað var ein heldur løgin kensla eftir dystin. Spælarar og venjarar vóru glað­ir, men samstundis var mest brúka orðið “lætti” og “forloysing”. Før­oyska liðið var eitt skifti á odda við átta málum, men vunnu bara við trimum, har tað var fjáltur at hóma á føroyska liðnum seinastu løtuna. Kenslan í hópinum er, at tað var ein lætti at fáa sigurin, men at liðið kann spæla væl betri enn týsdagin. Pætur søguligur málskjútti -Tað ber ikki til at seta orð hvussu stórt hetta tað. Tað er altíð ein góð kensla at skora fyri føroyska lands­liðið, men at skjóta fyrsta málið í einum HM-endaspælið er nakað heilt serligt, sigur Pætur Mikkjals­son. Strikuspælarin hjá Neista­num skrivaði seg í søgubøkurnar sum tann fyrsti føroyski hond­bólts­ spælarin nakrantíð, at skjóta mál í einum HM-endaspælið. Enntá fyrsta føryska ítróttarfólki at skjóta mál í nøkrum HM endaspæli. Tað lá annars ikki í kortunum, at hann skuldi skjóta fyrsta málið, tí hann byrjaði á bonkinum. Tað eru bara farnir tveir og ein hálvur minuttir, tá boð eru eftir Pæturi Mikkjalsyni. Helgi Hoy­dal fer eftir nærdyst at bløða næsa­blóð. Dómararnir eru skjótir og siga, at hann skal av vøllinum. - Eg fekk eitt slag og fór at bløða næsa­blóð, so eg mátti út. Tað var irri­ter­ andi og kanska eg hevði komið betri inn í dystin um tað ikki hendi, men Pætur Mikkjalsson traðkaði til og spældi heilt fantast­iskt, sigur Helgi Hoydal. Pætur Mikkjalsson hevði ikki meir enn sett seg niður á bonkinum, tá boð vóru eftir honum. -Eg hevði akkurát sett meg nið­ur og var ikki serliga klárur at koma inn. Eg royndi bara at kasta tað av mær og taka tað róligt. Vit fara í skjótálop og Teis Horn Ras­mus­sen fær spælt bóltin inn til mín beinanvegin, sigur Pætur Mikkjals­son um løtuna, tá hann gjørdist søgu­ligur málskjútti í føroyskari ítróttar­søgur. Liðfelagin í Neistainum, Teis Horn Rasmussen, heldur fyri, at hann skuldi bara havt skotið sjálv­ur. -Eg skuldi bara havt smekkað til sjálvur, so var tað eg, sum fekk mál­ið, sigur Teis Horn Rasmussen og flennur. Hann fekk næsta málið í dystinum. Hugsar ikki um hondbólt Pætur Mikkjalsson er uppvaksin í H71, men skifti sum U18 spælari til Neistan saman við vinmonnum. Hann arbeiðir til dagligt í Leif Mohr, har tað eru fleiri starvsfólk, sum fáast við hondbólt. Tað merk­ir eisini arbeiðisdagin hjá striku­spælaranum. -Vit plaga at prika til hvønn annan, men tað er alt í einum góð­um anda, sigur Pætur Mikkjalsson. Hann hevur annars ikki hugsað um hondbólt á ferðini til Algeria. Nakað HONDBÓLTUR HM í Algeria: ÁH TANN LÆTTI! Føroyska U21 landsliðið í hondbólti hevur skrivað føroyska ítróttarsøgu, men tað var ikki uttan avbjóðingar. Næsablóð sendi Helga Hoydal á bonkin longu aftaná tveir minuttir. Innskifti Pætur Mikkjalsson bleiv fyrsti føroyingurin at skora í einum HM endaspælið. – Eg var ikki serliga klárur, viðgongur strikuspælarin