Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juli 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017 SOSIALURIN 84 27 hann sær sum ein fyrimun. - Tað tók 13-14 tímar at ferðast allan vegin, men eg hugsaði slett ikki um hondbólt á ferðini. Eg royni bara at slappa av, men tá vit skulu spæla, so trýsti eg á hondbóltsknøttin, greiðir striku­spælarin frá. - Tú kanst siga, at eg taki tað næstan sum eina feriu, tá vit ikki spæla, men eri til reiðar, tá vit skulu spæla, leggur Pætur Mikkjalsson afturat. Avbjóðandi sigur Sigurin á Kili hevði fleiri av­boð­ingar við sær. Fyri føroysku spælar­ arnar eru umstøðurnar í Algeria øðrvísi, enn tað vit uppliva heima í Føroyum og londunum rundan um okkum. Liðið ferðaðist í 14 tímar úr Vág­um, til Algeria, umvegis Keyp­manna­havn og Barcelona. Síðani gisti liðið á einum gist­ing­ar­húsi fyrstu náttina, fyri síðani at flyta til gistingarhúsið, har øll liðini í bólki A og B búgva. Av øðrum avbjóðingum í s a m b a n d v i ð fyrireikingarnar kann nevnast hitin, trupulleikar í sam­skiftinum, arbeiðslagið, ov lítið av vatn, einki køliskáp ella frystari, fáa fatur á algeriskum dinar­ um, tí gjaldast kann ikki við út­lendskum korti ella valuta, og øðr­vísi umstøðurnar í høllini. Tað merkist greitt, at Algeria er eitt skrivstovuveldið, ella eitt bureaukrati. Hetta hevur føroyska liðið og ferðalagið eisini merkt fleiri ferðir. Eitt nú á veg avstað til søguliga dyst­in, tá komu boð um at útfylla drúgt oyðublað. Hetta vildi leiðslan ikki finna seg í, tí liðið skuldi til dystin. Aftaná ein løtu fór bussurin lok­sins, men ikki fyrr enn Teis Horn Rasmussen hevði funnið útav, at skógvarnar lógu eftir á gist­ingarhúsinum. Øðrvísi dystur Tað var eisini ein avbjóðandi dystur, hóast Kili er veikasta liðið í bólkinum. Í løtum spældi føroyska liðið væl og hevði tamarhald á støðuni, meðan tað til aðrar tíðir gekk strilti bæði at spæla og at verja. Føroyar eru eitt skifti í seinna hálvleiki á odda við átta málum, men missa takið á dystinum. -Vit missa høvdið eitt sindur miðskeiðis í øðrum hálvleiki. Tað varð eitt sindur rokaligt. Vit brenna nakrar møguleikar og missa nógvar bóltar. Bólturin var hálur, tí allir menninir sveitta nógv, tí tað er so heitt. Vit skuldu líka venja okkum við, at bólturin er eitt sindur vátur. Vit høvdu eina venjing áðrenn dystin, har vit fingu staðfest hvar málið stóð. Tann venjingin hjálpi mær væl, tí so var eg fyrireikaður at spæla í høllini, sigur Pætur Mikkjalsson, sum helt tað var spennandi at spæla móti einum nýggjum mótstøðuliðið. -Tað er spennandi at spæla móti einum nýggjum liði. Kili spælir skjótan hondbólt, meðan tað vit uppliva í Føroyum mangan er kropsligur hondbóltur. Eg haldi tað eydnaðist at spæla okkara spæl og ikki fara at spæla teirra spæl og traðka í fellurnar hjá teimum, sigur Pætur Mikkjalsson. Føroyar hava enn eina ferð skrivað ítróttarsøgu. Hesa ferð við einum 31-28 sigri á Kili. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Føroyar – Kili 31-28 (14-12) Málskjúttar: Kjartan Johansen 5 (2), Jónas G. Djurhuus 5 (1), Áki Egilsnes 4, Helgi H. Hoydal 3, Pætur Mikkjalsson 3, Rói B. Hansen 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Sjúrður Olsen 2, Fríði Weyhe 1, Teis Horn Rasmussen 1, Pætur Johansen 1 Bjargirnar: Niklas Simonsen 40 prosent Hørður Trygvason 23,5 prosent Bólkur A: 1. Týskland (25-21 = +4) 2 stig 2. Føroyar (31-28 = + 3) 2 stig 3. Noreg (31-29 = +3) 2 stig 4. Suðurkorea (29-31 = -2) 0 stig 5. Kili (28-31 = -3) 0 stig 6. Ungarn (21-25 = -4) 0 stig VILHELM INN FYRI PÆTUR Sonni Larsen, landsliðsvenjari, hevur gjørt eina av trimum møguligum útskiftingum. Vilhelm Poulsen kemur inn fyri Pætur Thomsen, sum hevur ein fibur, ið argar. Fyribils kemur Vilhelm Poulsen inn til dystin móti Noreg í morgin. Pætur Thomsen spælir væntandi aftur seinni í kappingini og sigur, at hann stulðar liðfelagnum úr H71 hundrað prosent. TEIS GLOYMDI SKÓGVARNAR Tað var eitt sindur rokaligt, tá U21 landsliðið skuldi frá gistingarhúsinum til dystin. Brádliga skuldu allir spælararnir útfylla drúgt oyðublað. Tað bleiv av ongum, tí bussurin skuldi avstað søgdu leiðarnir. Tá alt var komið upp á pláss og portrið latið kom róp í. Teis Horn Rasmussen hevði gloymt skógvarnar eftir á gistingarhúsinum!