hósdagur 20. juli 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JULI 2017
SOSIALURIN 84
28
NÓGVIR ÁSKOÐARAR
Víkingur hevur spælt somikið
nógvar steypafinalur á Tórsvølli, at
tað næstan er sum ein heimavøllur
fyri teir. Soleiðis kendist tað
veruliga eisini til dystin ímóti FH,
har tað vóru heili 3.034 áskoðarar.
Í 80 minuttir var Víkingur ávegis víðari í Champions League,
men eitt óneyðugt brotsspark knústi føroyska dreymin og
loyvdi íslendska FH víðari púrasta uttan at bergtaka nakran
PÆTUR ALBINUS
Venjarin hjá Víkingi, Sámal
Erik Hentze, hevði undan
seinna dystinum ímóti FH
á Tórsvølli boðað frá, at
útgangsstøðið fór at vera
verjukent og at teir ætlaðu
sær at lúra eftir umstilling
um.
Hetta var tó ikki til at
síggja fyrstu løtuna, men
tað var kanska FH, sum
sjálvt átti skuldina av tí. FH-
leikararnir komu nevniliga
ikki serliga væl frá byrjan,
og Víkingur slapp í eini tvey
ella trý álop fyrstu fimm
minuttirnar.
So við og við byrjaði
mynstrið tó at vísa seg. Vík
ingur hevði ongan skund
og ongan serligan hug at
varðveita bóltin. Uppgávur
nar hjá øllum leikarunum
vóru bundnar og púra
greiðar, og sum ein stór og
væl skapt eind stóð Víkingur
væl á vøllinum.
Tað var eyðsæð Davíð Þór
Viðarsson mitt á miðvølli
num hjá FH, sum skuldi býta
spælið hjá gestunum, men
hvørki hann ella síðumaður
hansara á miðvøllinum, Emil
Pálsson, vóru vandamiklir.
Báðir eru teir væl vaksnir og
ikki serliga kvikir, so víking
arnir komu fleiri ferðir upp
ímillum spælið hjá teimum.
Lennon, Lennon
Tann vandamesti og klárt
besti leikarin hjá FH var
Steven Lennon. Stuttbeinti
skotin við góða fótskiftinum
hótti fleiri ferðir og dugdi
væl at síggja møguleikarnar,
og nakrir ferðir var um repp
ið, at FH fekk tann heilt
stóra málmøguleikan.
Einans ein onnur kelda
var til vandamiklar støður
hjá FH. Tað var úr vinstru
síðu, har Böðvar Böðvarsson
sendi nøkur sera vandamikil
innlegg innfyri. Einu ferðina
fekk Erling Jacobsen rudd
að burt í evstu løtu, og eina
aðruferð var Elias Rasmus
sen í Víkinga-málinum sum
ein køttur niður at verja fyri
einum annars góðum stútara.
Víkingur smæddist ikki
burt umvegis umstillingar
nar. Góði stríðshugburðurin
kastaði nøkur mótálop av
sær, har Adeshina Lawal
var stinnur og kringur at
venda sær at skapa støður.
Frægasta møguleikan átti
Fróði Benjaminsen, sum
royndi at skjóta fyrstuferð
upp á eitt innlegg frá inn
skifta Andreasi Lava Olsen,
men skotið fór við síðuna av.
Hans Jørgen Djurhuus
var smásjúkur og mátti lata
seg skifta út miðskeiðis
í fyrra hálvleiki. Gunnar
Vatnhamar, sum byrjaði á
vonginum, fór mitt á mið
vøllin at spæla.
Víkingur helt fast og
væl hjálpt av einari væl
mannaðari
(3.034)
og
mælskari heimfjøld stríddu
teir seg til eina málleysa
hálvleiksstøðu, sum var væl
uppiborin báðar vegir og
passaði Víkingi útmerkað.
Óneyðugt
Gaman í var FH meiri á
bóltinum, men tað var
einans tí at tað vóru teir,
sum skuldu skora, og Vík
ingur hevði ráð at vera í
verjustøðu. Tað var ikki
týðiligur munur á føroysku
og íslendsku leikarunum,
men útlendingarnir hjá
FH gjørdu týðiligan mun.
Kassin Doumbia (Mali) og
Steven Lennon (Skottland)
vóru greitt bestu leikararnir
hjá FH. Doumbia vann
eina ørgrynnu av bóltum
í verjuni, meðan nærum
hvørt einasta álop hjá FH
gekk ígjøgnum tann kvika
og lívliga Lennon.
Tað var eisini góðska
í innleggunum hjá FH.
Kanska var tað óskilligt, at
teir royndu seg við somikið
nógvum innleggum, nú Vík
ingur eigur luftsterkar mið
verjar, men tað vísti seg at
rigga og skapa órógv.
Tað var eisini á henda
hátt, at FH kom fram til
lyklastøðuna í dystinum.
Innleggið úr høgru sigldi
aftast í Víkinga-brotsteigin,
har Kristján Flóki
Finnbogason var komin
sær í góða støðu, men varð
feldur av Andreasi Lava
Olsen. Eftir eitt sindur av
aftur og fram og roki á vølli
num, valdi dómarin eisini
at vísa Andreasi tað reyða
kortið. Tað vóru víkingarnir
ikki samdir við finska
dómaranum í, men Steven
Lennon setti brotssparkið
í málið, og so var 1-0 til FH.
Als ikki ein óuppiborin
leiðsla, men ein ótrúliga
óneyðugur og beiskur máti
hjá Víkingi at koma aftuúr
uppá.
Drama
Víkingur hevði brúkt tað
mesta av krútinum upp á
at verja og at stríða seg úr
vandastøðum, so við ein
um manni í undirtali og
avmarkaðari orku var tað
ikki nógv, ið
Víkingur fekk
gjørt fyri at
venda støðuni.
S e i n a s t a
løtan var óskipað
og rótut, og tá ið
komið var inn í tíðina,
sum dómarin legði afturat,
staðfesti FH sigurin. Þórar
inn Ingi Valdimarsson fekk
ein bólt sendan inn um
verjuna, og einsamallur við
málverjanum sendi hann
bóltin í netið til endaliga
úrslitið, 2-0 til FH.
Hetta var ein knappligur
og óheppin endi upp á
Champions League-ævin
týrið hjá Víkingi, sum eftir
dystin vísti sína misnøgd
við avrikið hjá dómaranum.
Atburðurin var ikki góður hjá
leikarunum, sum skiljandi
vóru vónbrotnir, men vóru
heldur ágangandi ímóti
finska dómaranum, at hann
mátti umringast av vaktum.
Helst skal Víkingur
vera nøgt við, at einans
Sorin Anghel fekk reyða
kortið eftir dystarlok. Ein
dramatiskur endi á eitt
annars frálíkt ævintýr í
Champions League.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Víkingur reyk úr Champions League
ÆVINTÝRIÐ
FEKK EIN
KEÐILIGAN ENDA