mánadagur 24. juli 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Eg bíði
ikki eftir
íblástri
UNDIR 4 EYGUM
SÍÐA 6-7
Krøvini
um góðsku
harðna ár
eftir ár
RIA TÓRGARÐ
SÍÐA 8-9
Seinastu dagarnar hava vit við
spenningi fylgt U21 manslandsliðs
liðnum í hondbólti. Ungu menninir
hava avrikað á høgum altjóða stigi
í HM endaspæli í Algeria. Fyrsta
bragdið var, at Føroyar vunnu seg
víðari frá undankappingini og í
endaspælið, men í endaspælinum
hava teir higartil vunnið tveir dyst
ir, og sunnukvøldið spældu teir fult
upp ímóti týsku risunum, sum tó
megnaðu at vinna dystin.
U21 landsliðið hevur við sigrun
um á Kili og Suðurkorea vunnið seg
víðari frá bólkinum – og tað er enn
eitt bragd. Sum liðið hevur spælt
higartil, kann tað avgjørt ikki úti
lokast, at liðið kann gera enn ein
vørr og spæla seg víðari frá 1/16
finalunum.
Seinastu árini hava vit fleiri
ferðir upplivað, at føroysk ítróttar
fólk hava avrikað á stigi, sum vit
ikki eru von við, og fleiri ferðir hava
vit fingið stór úrslit.
Pál Joensen er eitt tað fremsta
umboðið, vit hava havt, og hann
hevur við luttøku í HM og OL
slóðað fyri á ein hátt, sum einki
annað ítróttarfólk hevur megnað.
Onnur ítróttarfólk eru í hølunum
á honum, og tað kann verða, at vit
næstu árini fara at síggja slík stór
avrik frá øðrum íðkarum.
Eisini í liðítrótti er nakað hent
seinnu árini. Í november 2014
vann føroyska fótbóltslandsliðið
útidyst ímóti Grikkalandi, og árið
eftir vunnu Føroyar aftur ímóti
Grikkaland. Onnur stór úrslit
hava eisini verið hjá fótbóltslands
liðnum. Yngri fótbóltslandslið hava
avrikað væl, og U17 landsliðið kom
sum
fyrsta
ungdómslandsliðið
víðari frá innleiðandi kapping til
elituumfar. Kvinnulandsliðið hevur
seinasta árið vunnið Baltic Cup og
spælt seg víðari frá innleiðandi
kapping við millum annað sigri í
móti Turkalandi.
Í øðrum ítróttargreinum hevur
eisini gingið væl, og avrikið hjá U21,
sum vit uppliva í hesum døgum,
er millum tey størstu í føroyskari
ítróttarsøgu.
Tað tykist, sum at nakað er hent
mentalt hjá føroyskum ítróttar
fólkum, tí tey stóru úrslitini koma
alsamt oftari, og støðið í altjóða
kappingum er sum heild hækkað.
Føroysk ítróttarfólk hava evnini,
men vit vita øll, hvussu nógv tað
mentala hevur at siga. Tað ræður
um at trúgva uppá tað, og tá ið
onkur gongur undan og vísir, at
tað veruliga ber til, er tað við til at
flyta føroyskan ítrótt stór fet rætta
vegin.
Í hesum døgum eru teir fant
astisku U21 menninir við til at førka
mørkini enn meira.
UNGU MENNINIR FLYTA MØRKINI
Í framtíðini kann tað henda,
at flogfeløg fara at gjalda
fólki fyri at flúgva við teim
um.
Tað heldur stjórin í ís
lendska lágprísflogfelagnum
Wow Air.
– Okkara mál er, at
ískoytisinntøkurnar
skulu
verða størri enn inntøkurnar
frá flogferðaseðlum, sigur
Skúli Mogensen við Business
Insider.
Tað vil siga, at Wow Air
selur
bíligar
ferðaseðlar,
men roynir síðani at fáa fólk
at gjalda fyri at velja setur,
at sleppa fyrst umborð á
flogfarið, at gjalda fyri mat
umborð og so víðari. Eisini
hava fleiri flogfeløg gjørt
avtalur
við
gistingarhús,
matstovur og bilaleigufyri
tøkur, sum geva flogfeløg
unum inntøkur.
Skúli Mogensen roknar
við, at hetta fer at hava við
sær enn bíligari flogferða
seðlar, og í nøkrum førum
fara fólk at fáa eitt gjald fyri
at bíleggja ferðaseðlin.
- Líkamikið hvat flogfelag
fyrst kemur hartil, fer tað at
føra til eina týðandi broyting
í flogvinnuni, sigur Skúli
Magnussen
við
Business
Insider.
Flogfeløg fara at gjalda
tær fyri at flúgva
Tað er hent nakað mentalt
við føroyskum ítróttarfólki
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Bretska felagið Advanced
Marine
Service
hevur
funnið ein virðiskassa, sum
felagið roknar við inniheld
ur gull hjá nazistunum.
Virðiskassin var umborð á
skipinum SS Minden, sum
sakk tíðliga í seinna heims
bardaga í 1939. Umborð
á skipinum var gull frá
suðuramerikanskum bank
um og onnur virði.
The Daily Mail og aðrir
bretskir miðlar skriva, at
bretar nú hava søkt ís
lendsku myndugleikarnar
um loyvi at bora hol á
skipið og fáa fatur á virðis
kassanum, so tey kunnu
kanna innihaldið.
Hildið verður, at gullið
kann vera vert góðar 800
milliónir krónur.
SS Minden sakk nakað
sunnan fyri Ísland ikki so
langt frá føroyska sjómark
inum
Halda seg hava
funnið nazi-gull
Stjórin í Wow Air sær
eina týðandi broyting fyri
framman í flogvinnuni