mánadagur 24. juli 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv
í búnum eftir Regin
Justinussen, Lynggøta
12, 100 Tórshavn,
føddur tann 17. juli
1958, deyður tann 21.
februar 2017, verða
við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat Páll
Nielsen, Skansavegur
1, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr.
127/2017, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini
eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 14. JULI 2017
www.ssh.fo
SJÚKRA RØKTAR
FRØÐINGAR TIL
SEINGJADEILDINA
Á SUÐUROYAR
SJÚKRAHÚSI
Seingjadeildin er ein blandað skurð- og
heilráðsdeild við akuttari móttøku.
Søkt verður eftir trimum sjúkrarøktarfrøðingum
í fast starv frá 1. septembur 2017:
eitt starv við arbeiðstíðini 1,0 í øllum vaktum
tvey størv við arbeiðstíðini 0,7 í øllum vaktum
Vit vænta at umsøkjarar:
• hava prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• hava hug og vilja at arbeiða við egnari
fakligari menning og førleika
• hava góð samstarvsevnir og evni at arbeiða
sjálvstøðugt
• kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna
á deildini
• hava telduførleika – vit nýta Cosmic
Vit kunnu bjóða:
• ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
saman við góðum starvsfeløgum
• eitt starv við mennandi avbjóðingum
• skipaða innleiðslu
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambart sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita:
um størvini við at venda sær til Sonny
Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg
Guttesen, varastjóra.
Umsókn við autorisatión og CV skal
sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 14. avgust 2017.
www.ssh.fo
VARALEIÐARI TIL
SEINGJADEILDINA Á
SUÐUROYAR SJÚKRAHÚS
Søkt verður eftir varaleiðara til seingjadeildina frá 1. septembur 2017.
Arbeitt verður í tøttum samstarvi við deildarleiðaran.
Arbeiðstíðin er 1,0 býtt í fyrisitingarligt og kliniskt arbeiði tillutað eftir tørvi í
samstarvi við deildarleiðaran.
Uppgávur:
∙ Faklig menning av starvsfeløgum og lesandi
∙ Implementera leiðreglur og mannagongdir við atliti til trygd og dygd
∙ Tryggja at sjúkrarøktin verður skjalfest á høgum støði
∙ Ábyrgd av leiðsluøkjum á deildarstøði eftir avtalu við deildarleiðara
∙ Virkandi deildarleiðari tá deildarleiðarin er burturstødd
Vit kunnu bjóða tær:
∙ ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum
starvsfeløgum og í góðum arbeiðsumhvørvi
∙ fakliga og persónliga menning
∙ eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum
∙ ávirkan á títt arbeiði og arbeiðsætlan
Førleikar:
∙ prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
∙ í minsta lagi 3 ára starvsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
∙ áhugað/ur at menna sjúkrarøkt
∙ fyrikomandi og góð evnir at samskifta og samstarva við sjúklingar,
avvarðandi og starvsfelagar
∙ duga at arbeiða í toymi eins væl og sjálvstøðugt
∙ telduførleika og førleika til Cosmic
∙ royndir við leiðslu ella ynski um at menna leiðsluførleika
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita:
við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg
Guttesen, varastjóra.
Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
stílað: Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á