Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin hevur verið á vitjan í Finsen, har síðsta hond verður lagt á bygningin, ið skal rúma 37 lestraríbúðum. Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Kommunuskúlagarðurin íddi av lívi, tá myndamaðurin Jens Kristian Vang og undirritaði í farnu viku løgdu leiðina framvið at skoða nýggju lestraríbúðirnar, ið verða bygdar í gamla Kommunu­skúl­ anum, og hava fingið heitið Finsen. Meðan tað nógva lívið hendan dagin stavar frá arbeiðsmonnum og tungum maskinum, so verður tað um nakrar fáar vikur avloyst av ungum menniskjum, ið søkja sær lærdóm í egna landi. Tað gongur nevniliga skjótt framá í byggingini og um nakrar fáar vikur er bygningurin klárur at taka í nýtslu. Einir 60-70 arbeiðs­ menn arbeiða við at fáa tað síðsta upp á pláss. Íbúðirnar eru longu lidnar, og í løtuni verður orkan løgd í at leggja síðstu hond á onnur høl­ir í bygninginum og umhvørvið á staðnum. 37 íbúðir verða í Finsen, og er talan um trý sløg av íbúðum, ið Bústaðir umsitur. Umleið helm­ing­ urin verða eittrúmsíbúðir, meðan restin verður tvey- og trírúms­ íbúðir. Allar íbúðirnar hava egið baði­rúm og køk. Ymiskt frítíðarvirksemi skal eisini vera í auluni og fimleika­høll­ unum, ið Tórshavnar kommuna umsit­ur, men enn er ikki greitt hvat verður í teimum. Fríggjadagin í síðstu viku hand­ aði Húsavarðatænastan Bú­støð­um og Tórshavnar komm­unu bygn­ ingin, og eftir ætlan flyta tey fyrstu lesandi inn í bygningin um mánað­ arskiftið august/sept­ember. Á VITJAN Í FINSEN Garðurin er ikki heilt liðugur enn. Ein eittrúmsíbúð við hemsi. Ein tveyrúmsíbúð. Inngongdina frá Sjúrðargøtu, ið skal gera tað lættari at koma inn í Finsen. Vindeyguni í gongini út móti Sjúrðargøtu. Karmurin er gjørdur til, at lesandi kunna sita á honum.