Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvør er tín listarliga fyrimynd? – Fyrr sá eg nógv upp til fronsk listafólk, men eg havi ikki nakra ávísa fyrimynd nú. Eg fái íblástur frá øðrum listafólki, men eg royni altíð at brúka íblásturin á mín egna hátt. Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Tað er líka avslappandi at standa við einari flugutráðu í Saksun ella Leynum, sum at liggja á einari sólstrond í Suðurspania. Mær dámar væl at fiska laks, og tá slappi eg fullkomiliga av. Eyðun Klakstein Ein dag sum so nógvar aðrar í 1985 tók Kári Svensson ein av­ gerð, sum broytti restina av hansara lívi. Hann starvaðist tá sum handilsmaður í Demmus, og við síðuna av dagliga arbeiðnum, málaði hann. Listaáhugin hevði verið stórur frá barnsbeini, og áhugin tóktist bara vaksa. Tað var ein væl umhugsað avgerð, sum hann hevði brúkt langa tíð at koma fram til, tá ið hann endaliga tók stigið inn í listaheimin og avgjørdi, at hann vildi fáast við list burturav. – Fleiri spurdu meg, um eg veru­liga tordi tað. Tá eg segði stjór­anum á Listasavninum frá mín­ari avgerð, segði hann, at ”tað er fantastiskt, at tú torir”, sigur Kári Svensson. – Mamma mín hevði stóran áhuga fyri list, og tá ið tað ikki var so nógv at gera í handlinum, sum vit høvdu saman, plagdi hon at biða meg fara at mála heldur. Hon var glað, tá ið eg valdi at fara at mála burturav, sigur hann. Kári Svensson telist í dag millum virdu føroysku lista­menn­ in­ar heima og burturi. Stórur part­ur av hansara verkum fara av landinum til framsýningar og verða seld uttanlands. Fer í gongd Velbastað er miðdepilin fyri list­ ar­liga arbeiðið hjá Kára Svens­ son, tí har hevur hann eini hús og rúmligt atelier, har hann dagliga arbeiðir við sínum málningum. Tá ið vit vitja hann hendan dagin, er hann við at leggja seinastu hond á málningar, sum hann skal sýna fram á ólavsøku. Stóru máln­ ingarnar standa upp eftir vegg­ inum og á myndafóti, og aðrir máln­ingar standa í móti teimum stóru ella framvið borðinum, sum stendur mitt í stóra og ljósa rúminum. Nú bíðar trupla upp­ gáv­an at velja málningar til næstu fram­sýningina. Dagin fyri okkara vitjan hevur danskt listablað verið á gátt, og um summarið støkka nógvir út­ lendskir gestir inn á gólvið at síggja list og fáa eina hóming av listar­liga arbeiðnum hjá Kára Svens­son. Hann tekur gleðiliga ímóti og greiðir frá. – Atelierið her á Velbastað er sera týdningarmikið fyri meg, og eg vóni, at eg kann mála her restina av lívinum. Um tú vilt tað ella ikki, skulu inntøkur til fyri at dríva listarligt arbeiði, og higartil hevur tað gingið. Mánaðirnir kunnu verða sera ymiskir, og eg kann ong­antíð veruliga vita, hvørja inntøku eg fái, men nú havi eg verði so leingi í hesum, at eg veit, tað gongur upp og niður, og tá ið sølan er sløk, so skal eg bara hava tol, og tá ið sølan er betri, skal eg leggja niðurfyri til minni góð tíðarskeið, sigur hann. Kári Svensson brúkar nógva tíð til at mála, og líkamikið um hann er inspireraður ella ikki, fer hann í gongd. – Eg seti meg ikki at bíða eftir íblástri. Onkuntíð kann eg seta meg at lesa eitt sindur ella koyra ein túr, men vanliga fari eg bara í gongd við at mála, og so kemur okkurt, sigur hann. Viðføtt Tað var eyðsýnt, longu tá ið Kári Svensson var smádrongur, at hann hevði serligan hug og góð evni at tekna. - Í skúlanum brúkti eg hvørt høvi at tekna. Tá ið hini roknaðu ella skrivaðu, hevði eg nógv betur hug at tekna. Eg minnist, at eina dagin kom lærarin Hans David, sum eisini hevði áhuga fyri list, framvið, klappaði mær á herðarnar og segði ”ja, tekna tú bara”, greiðir Kári Svensson frá. Tá ið hann var 10 ára gamal, gav hann abba sínum ein máln­ing í føð­ingardagsgávu. Hesin máln­ ingur stendur nú í atelierinum hjá honum og er ein áminning um, at hann tíðliga í lívinum hevði eina listaliga drívmegi – og evni. - Eg eri føddur við tí upp á onkr­an máta, og tað hevur altíð ligið í mær at tekna og mála. Tí var tað kanska bara ein spurningur um tíð, áðrenn eg gjørdist álvara av tí og gjørdi málninglistina til mítt arbeiði eisini. Kári Svensson var tann­áring­ ur, tá ið hann hevði sína fyrstu serframsýning. Tað var í einum hølum hjá Andori Eiriksfoft í Frans­abrekkuni í Havn. Kári lut­tók eisini í ymiskum fram­ sýn­ingum gjøgnum 1970’ini og 1980’ini. Tá ið Kári Svensson tók stigið og gjørdist listamálari burturav, gjørdi útlandið av álvara ein part­ ur av hansara virksemi. - Tað tók eini tvey ella trý ár at arbeiða meg upp. Tað byrjaði – Eg kenni innan í mær sjálvum, at eg blívi ongantíð liðugur, og eg komi ikki at náa alt, sum eg havi eftir at gera. Men eg vil gera so nógv, sum eg klári, og eg vil gera tað besta, sum eg klári. Tað týdningarmesta fyri meg er, at eg havi hjartað og sál við mær í tí, sum eg geri, sigur listamaðurin Kári Svensson, sum seinastu 32 árini hevur arbeitt við list burturav EG FARI IKKI AT NÁA ALT SUM EG HAVI EFTIR