Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 UNDIR FÝRA EYGUM Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? – Thailand sær so attraktivt og avslappandi út á myndum, so har kundi eg hugsað mær at vitja. Annars dámar mær væl at gera styttri býarferðir til Rom, París og aðrar býir. Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Atelierið á Velbastað hevur stóran týdning fyri meg og mína list. Eg vóni, at eg kann arbeiða her restina av lívinum. – Eg havi ikki eina løtu angrað avgerðina, at eg fór at mála burt­ur­av, og eg havi ikki ein einasta dag sagt, at eg havi ikki hug at fara út at mála, sigur Kári Svensson Mynd: Jens Kristian Vang við, at eg slapp á onkrar sensureraðar framsýningar uttanlands og fekk góð skoðsmál. Tað førdi so við sær, at eg slapp á aðrar framsýningar og onkur gallerí fór at biða um verk frá mær. Fólk sýndu mínum málningum áhuga, tey keyptu, og soleiðis kom gongd á, sigur Kári Svensson. Hann hevur gjøgnum árini sýnt fram víðahvar. Sjálvandi fyrst og fremst á okkara leiðum – í Føroyum, Danmark og Noregi, men eisini í USA, Singapore, Bali og aðrastaðni. - Eg havi frá byrjan lagt dent á, at eg skal víðari við mínari list. Eg vil menna meg og gera nýggj ting, og eg minni meg støðugt á, at eg skal inn í meg sjálvan, eg skal hava nýggj inntrykk og eg skal víð­ari. Eg vil ikki enda í einari støðu, har eg massaframleiði eitt slag av málningum, sum fólk eru áhugað í at keypa her og nú. Um eg steðgi upp, so er tað ikki longur mítt, men tað, sum fólk vilja hava. Tíbetur hevur tað verið so­leiðis, at hóast eg havi flutt meg, er áhugin fyri mínari list ikki minkaður, og fólk eru komin aftan­á, sigur Kári Svensson. Hann kundi hugsað sær at søkt stuðul, so hann eitt tíðarskeið kann gera okkurt heilt annað enn tað, sum hann fæst við í løtuni og ikki skula hugsa um framsýningar ella sølu. Verður ongantíð liðugur Kári Svensson brúkar náttúruna nógv í sínari list. Hann er javnan úti við blokkinum og savnar sær íblástur. Ofta er hann í nátt­úru­lendi norðanfyri. Har ger hann skits­ur, sum hann síðani evnar til meira neyvar tekningar. Eftir tað fer hann til løriftið at mála, og tá leggur hann skitsu og tekning frá sær og málar málningin, soleiðis sum hann ynskir. – Eg vil hava eina heild í mynd­ina. Eg brúki tey inntrykk, sum eg havi fingið, men eg fari tann vegin við teimum, sum eg haldi passar til verkið, sigur Kári Svensson. – Náttúran dregur meg mest, og eg haldi, at ongastaðni í heim­in­um finnur tú náttúru, sum gevur so stóran íblástur til list. Eg hoyrdi stundum útlendskar listamenn siga tað sama, tá ið teir hava verið á vitjan í Føroyum. Kári Svensson brúkar eisini fólk í sínum verkum, men tey hava ein varis­ ligan leiklut – ofta sum skugga­myndir og stillfarandi eyg­leið­arar. – Eg kenni innan í mær sjálvum, at eg blívi ongantíð liðugur, og eg komi ikki at náa alt, sum eg havi eftir at gera. Men eg vil gera so nógv, sum eg klári, og eg vil gera tað besta, sum eg klári. Tað týdningarmesta fyri meg er, at eg havi hjartað og sál við mær í tí, sum eg geri, sigur Kári Svensson. Hann kennir framvegis, hvussu hug­ urin at mála spruttar innan í honum. – Eg havi ikki eina løtu angrað avgerðina, at eg fór at mála burturav, og eg havi ikki ein einasta dag sagt, at eg havi ikki hug at fara út at mála, sigur Kári Svensson. – Onkuntíð kann eg uppliva, at eg havi havt ein langan dag, og tá eg gevist, kann eg ikki lata verða við at hugsa um málningin. Eg hoyri ikki, hvat konan sigur, eg droymi um verkið, og tá ið eg vakni, gleði eg meg at fara í atelierið at hyggja eftir, tí sum eg málaði dagin fyri. – Onkuntíð komi eg útaftur og hugsi ”ah, hatta kann eg gera betur”. Verkið kann vera gott, men eg kann gera tað betur, og tann tankin drívur meg. Viðhvørt oyðileggi eg tað góða fyri at gera tað enn betri, sigur hann. Kári Svensson kennir seg verða í sínari ynskistøðu. – Eg ger tað, sum eg tími allarbest. Drívmegin er sera sterk, og tað hevur ongantíð verið ein plága, at eg skal mála – hugurin er alt ov góður til, at tað kann henda, sigur hann. Á ólavsøku ber til at síggja verk hjá Kára Svensson í Smiðjuni í Lítluvík. M UM Kára Svensson Kári Svensson er 63 ára gamal og úr Havn. Hann er búsitandi í Havn, men hevur eisini hús við atelieri á Velbstað, og har arbeiðir hann við líst sínari. Kári er giftur Louisu, og tey eiga tríggjar døtur. Kári hevur seinastu 32 árini arbeitt við list burturav. Stórur partur av hansara verkum verða sýnd fram og seld uttanlands.