mánadagur 24. juli 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sólvit E. Nolsø
solvit@sosialurin.fo
Uppboðssølan er ikki nýggj eftir
hondini. Henda samgongan hevur
roynt uppboðssøluna nakrar ferðir
og hevur, sum flesu kunnugt, ætl
anir um at uppboðssølan framyvir
skal verða ein háttur at útvega sær
rættindir at fiska. Tað er eitt av
aðalendamálunum í nýggju lógini
um vinnuligan fiskiskap, lógin um
fyrisitin av sjófeingi.
Í mun til undanfarnu árini, so
krevst ikki eitt veiðiloyvi fyri at
bjóða á uppboðssøluni. Tað hevur
annars verið eitt krav, at eitt skip
skal hava eitt veiðiloyvi fyri at
kunna fara á fiskarí, men eisini tað
er ætlanin at broyta. Nú kunnu
øll skip skrásett í Føroyum bjóða,
umframt at skip kunnu leigast av
feløgum, um so er, at alt er skrásett
í Føroyum. Hetta letur upp fyri,
at fleiri kunnu bjóða seg fram at
bjóða nú, eisini feløg, sum ikki eru
í fiskivinnu.
Hevur lurtað eftir
atfinningum
Høgni Hoydal, landstýrismaður
í fiskvinnumálum, segði við út
varpið hjá Kringvarpi Føroya, at
tað hava verið fleiri atfinningar
móti mátanum, ið uppboðssølan
var gjørd seinast. Serliga hetta, at
tað var so avmarkað hvør slapp at
bjóða og at tað var mestsum ógjør
ligt hjá nýggjum at bjóða seg fram.
Hesum atfinningum vildi hann
ganga á møti og tískil bleiv broyt
ingin gjørd.
Hanus Hansen, reiðari, var
skjótur úti og fanst at avgerðini
hjá landstýrismanninum. Fyri tað
fyrsta, segði Hanus Hansen, var
uppboðsølan so sein ávegis, at skip
høvdu ringa tíð at fyrireika fisk
aríið árið út. Eisini helt hann tað
verða løgið, at landstýrið hevið
latið upp fyri nýggjum skipum at
koma inn nú, tí kvoturnar, sum
skuldu seljast, kundu væl og virði
liga fiskast av teimum skipum, sum
longu fiskaðu í Føroyum.
Torført at leggja
fiskaríið til rættis
Anfinn Olsen er reiðari og for
maður í Reiðarafelagnum. Hann
hevur skip undir sær úr so at siga
øllum skipabólkum. Hann hevur
somu atfinningar sum Hanus
Hansen og sigur, at leisturin, sum
landstýrismaðurin hevur valt í ár,
her tað torført at leggja til rættis
fiskiskapin, tú hvørt fiskaslag hev
ur avbjóðingar við sær, sum upp
boðssølan ikki hevur lagt upp fyri.
- Tað eru góð 50,000 tons av
svartkjafti, sum skulu seljast á
uppboðssølu. Sesongin í Føroyum
byrjar í vetur og har ímillum koma
jólini eisini. Um handa nøgdin skal
fiskast áðrenn ársskiftið, so vænti
eg ikki, at nógvir fara at bjóða.
Veðrið hasa tíðina plagar eisini at
gera, at summir dagar ikki eru til
fiskiskap. Har haldi eg mann er for
seinur, sigur Anfinn Olsen.
Silda- og makrelfiskiskapurin
er ikki byrjaður í føroyskum sjógvi
enn. Anfinn Olsen sigur, at higartil
hava føroysku skipini fiska í ES
sjógvi. Anfinn Olsen sigur tó, at
aftur har er landsstýrismaðurin
í seinni lagið, tí tað er ov seint at
planleggja fiskaríið í august mán
aða.
- Viðvíkjandi Barentshavinum,
so plagar mann at kalla september
mánaða fyri svarta september.
Tað er tí, at fiskurin er burtur úr
Barentshavinum í september og
oktober við. Hann tekur seg ikki
upp aftur fyrrenn í november og
summi ár í desember. Tí er tað eisini
torført at planleggja tað fiskaríið
og kanska verður heldur eingin
tíð at fiska har, um fiskurin verður
leingi burtur, sigur Anfinn Olsen.
Ynskja eina opnari
uppboðssølu
Anfinn Olsen sigur, at tá ein upp
boðssøla skal verða, so ynska teir
í Reiðarafelagnum eina púra opna
uppboðssølu, men at tað verður tað
ikki eftir teirra tykki.
- Sum eg skilji tað, so er ætlanin
framvegis, at hava nummur at
bjóða við og ikki vísa hvør tað er,
sum keypir, sigur Anfinn Olsen.
Harumframt, so eru limirnir í
Reiðarafelagnum ikki nøgdir við
leistin í tí afturlatnu uppboðssøluni
heldur, tí har verður møguleiki at
leggja trý boð inn. Tí vænta teir, at
tað verða fleiri, sum fara at leggja
ov høg boð inn, fyri at tryggja sær
fisk og tá er skjótt, at boðini verða
so høg, at tað verður torført at fáa
rakstur í.
- Harumframt, so hava teir
tikið kravið um veiðiloyvi burtur,
so tað er einki, sum forðar fyri, at
fleiri bjóða hesuferð, sum ikki hava
- Um 50,000 tons
av svartkjafti
skulu fiskast
áðrenn
ársskiftið, vænti
eg ikki nógvir
tora at bjóða.
Fyri tvemum vikum síðani sendi Fiskimálaráðið boð út, at
uppboðssølan av veiðirættindum skal verða í august. Sambært
heimasíðuni hjá Vørn, verður fyrsta afturlatna uppboðssøla verður
24. August. Tá verða 5447 tons av makreli og 1721 tons av botnfiski
í Barentshavinum seld. Næsta uppboðssøla verður 31. august. Tá
verða 9000 tons av norðhavssild og 9000 tons av svartkjafti seld.
HAVA IKKI
TÍÐ AT FISKA
ØLL TONSINI
Samlaða nøgdin, ið skal bjóðast út í ár:
Botnfiskur í Barentshavinum:
614 tons (Norra)
Botnfiskur í Barentshavinum:
2,213 tons (Russland)
Makrelur:
10,894 tons
Svartkjaftur:
54,594 tons
Norðhavssild:
53,000 tons
Størsta broytingin í 2017, samanborið við 2016, er, at
fleiri kunnu bjóða seg fram at keypa. Eigarar av fiski
fari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, kunnu
keypa í 2017. Somuleiðis kunnu feløg eisini keypa, ið
skjalprógva avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroysk
um flaggi veiðir keyptu kvotuna. Allar ásetingar í fiski
vinnulóggávuni annars eru eisini galdandi fyri hesar nýggju
keypararnar, so sum treytir um eigaraviðurskifti.