mánadagur 24. juli 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85
bjóða fyrr. Tað kann eisini hava við
sær, at prísurin verður høgur, sigur
Anfinn Olsen.
Hetta er byrjanin uppá
nýggju skipanina
Tað er lítið at ivast í, at sitandi
samgonga vann seinasta val uppá
lyftið at føra ein nýggjan politikk.
Ein stórur partur, kanska tann
størsti, var, at fiskivinnunýskipanin
skuldi koma uppá pláss og at landið
skuldi forvinna meira burturúr
fiskivinnuni. Millum annað við
eini almennari uppboðssølu av
veiðirættindum. Nakrar royndir
hava verið gjørdar og hetta er so ein
roynd afturat. Anfinn Olsen sigur,
at eftir hansara tykki, so er hetta
byrjanin uppá hvat kann væntast
framyvir.
Hann sigur, at tað er eingin
loyna eftirhondini, at Reiðara
felagið ikki ynskir sær eina skipan
við uppboðssølu. Felagið hevur
brúkt nógva orku uppá at tosa
ímóti nýggju skipanina við at veiði
rættindir fara á uppboð.
- At vit eru ímóti, er eingin loyna.
Vit hava ongantíð ynskt okkum
eina uppboðssølu. Um so er, at
skipanin verður broytt, so verður
tað nokk hetta vit fara at síggja
framyvir. Mann kann siga, at ný
skipanin er tjóvstara við hesum,
sigur Anfinn Olsen.