Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Brandur Mortensen Nolsøe Fyri mong er fastur ólav­søku­siður at fara til kabarett ár undan ári. Kabarettin er ein góður møguleiki at siga sína hugsan um ymiskt, sum hevur verið frammi í samfelagnum av órættvísum ella býttisligum. Kabarettin, við øðrum orðum, høvi at prika tey, sum hava stungið høvdið fram ella gjørt seg sjálvan til láturs farna árið. Men í ár verður eingin ólav­ søkukabarett. Hóast roynt hevur verið at finna fólk at taka sær av kabar­ett­ini í ár, hevur hetta ikki eydnast. Karin Djurhuus, forkvinna í Havnar Sjón­leik­ar­felag, sigur, at nógv skal ganga í eina hægri eind, og til tíðir ber snøgt sagt ikki til at fáa kabarettinga í lag. - Vit plaga at venda okk­um til fólk og spyrja, um áhugi er fyri at taka sær av kabarettini. Til tíðir hava fólk eisini vent sær til okkum og bjóðað seg fram. Aðrar tíð­ir játta fólk, men fáa tað við tíðini ikki at rigga, og so verður kabarettin ikki til nakað tað árið, greiðir Karin Djurhuus frá. Tað er ikki Havnar Sjón­ leikafelag sjálvt, sum skip­ar fyri kabarettini, men bólk­ar av ungum fólki, sum velja at taka sær av kab­ ar­ett­ini, vanliga í nøkur ár á gang­ in. Í øllum førum er ólav­søku­kab­ arettin ikki nakað, sum ein kann klamsa saman, men hart arbeiði. Tað er einki eindømi, at ársins ólavsøka verður uttan nakra kabarett. Eitt nú var held­ur eingin kabarett í 2012, og Karin Djurhuus sigur, at grund­in tá allarhelst var hin sama, nevniliga at eingin var um boðið. Krøvini til kabarettina harðna og harðna At skipa fyri ólavsøku­kab­ar­ett er sum vera mann tógvið stríð. Venjingin fer við nógvum tímum, og ser­liga í døgunum uppundir ólav­søkuna krevst eitt ávíst nær­ lagni av fyriskiparunum. Men tá hugsað verður um øll árini kabarettin hevur verið fastur táttur á ólavsøku, vil ein kanska spyrja, hví sið­venj­an nú verður brotin. Meðan góðskan á kabarettini altíð hevur verið óstøðug, eru fyritreytirnar broyttar ser­liga nógv í nýggjari tíð. Nógv bendir á, at krøvini hjá áskoðarunum eru harðnað. Ria Tórgarð, sjónleikari, heldur eitt nú, at áskoðarin í dag er meira kritiskur enn nakrantíð áður. - Vit geva okkum ikki altíð far um, at krøvini til ta fakliga góðskuna harðna ár um ár, og tað ger avbjóð­ing­ina øðrvísi í mun til hvussu tað var í gomlum døgum. Í dag ferðast tíðindini runt bein­ anvegin um, hvørt kabar­ettin er góð ella ikki. Tað kann avgera, hvussu væl um­tókt hon verður. Tað er í dag nógv størri vandi fyri, at kabarettin kann gerast ein fiasko, sigur Ria Tórgarð. Ein samfelagsligur peikifingur At spæla satiriskan leik og gera gjødur við teimum, sum hava stungið høvdið fram ella kanska ikki hev­ur staðið seg so væl í al­ menna rúminum, hevur ein fólka­ ræðisligan týdning. Páll Daniel­sen, sjónleikari, var leiðari í bólk­inum av ung­dómum, sum tók við ólav­ søku­kabarettini í 1987. Ólav­søku­ kabarettin var tá um at detta niður­ fyri, tí tey eldru, sum høvdu staðið fyri henni, bakkaðu út. Tá var upp á ÓLAVSØKU­ KABARETTIN TEKUR EIN STE Krøvini til tey, ið vilja gera ólavsøkukabarettina eru harðnað við tíðini, og fyri aðru ferð seinastu fimm árini verður skjótt hundrað ára gomla siðvenjan brotin - Áskoðarin í dag er meira kritiskur enn nakrantíð áður