Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 tal, at kabarettin fór at detta burtur. Men tá tóku ung fólk við, millum annað tí ólavsøkukabarettin hevur ein samfelagsligan týdning, og arvurin skuldi berast víð­ari. Leisturin bleiv tá ein annar, millum annað í mun til politiska undirtónan. Hóast kabarettin helt fram at vera politisk eins og áður, kámaði tað hugsjónarliga. Okkurt bendi á, at fyritreytirnar fyri kabar­ ettini vóru broyttar. - Politiski undirtónin varð varðveittur, men vit løgdu okk­um ikki eftir nøkrum ávís­um, eins og tey høvdu fyrr, millum annað í 1960 og 70 árunum, sigur Páll Daniel­sen. Meðan ólavsøku­kabar­ett­ in søgu­liga hevur verið pol­itiskt vinstra­hall, ráddi hjá Páll Danielsen og bólki hans­ara meira um at fáa ólav­søkukab­arett­ina at hóra und­ an. Tískil varð í størri mun hugsað um at gera hana stuttliga. - Verður kabarettin í dag sum heild vinstravend, fært tú bara helvtina av salinum at flenna. Soleiðis var eisini í 1980’unum, og tí vit løgdu okkum meira eftir at skriva góðar tekstir og smíða góð løg. Hóast leisturin var blivin ein annar, var peikifingurin framvegis rættaður ímóti makt­havarunum í sam­fel­agn­um, sigur Páll Daniel­sen. Stavar úr studenta­ umhvørvinum Tey árini, hon hevur verið spæld, hevur ólav­søku­kab­ar­ettin havt ymisk heiti. Í byrjanini varð hon kallað kvølds­kemtan, men bleiv seinni kallað ólavsøku­skemt­an. Hon fekk seinni heitið studenta­ kabar­ett­in, men nú kalla tey allar­ flestu hana ólavsøku­kabar­ett­in. Sum fleiri aðrir av okkara fólka­ siðum, stavar ólavsøku­kabarettin frá nýskapan­ar­andanum í stud­ ent­um­hvørv­inum. Í grein í útgávu nummar 69 av Varðanum, sum kom út í 2002, skrivar Tórð­ur Jo­ hann­esarson, at upp­runin til kabar­ettina var, at Hitt Føroyska Stud­enta­felagið í 1922 fór at savna pen­ing inn til eitt nýtt høli á einum studentagarði, sum skuldi byggjast í Keyp­manna­havn. Tær fyrstu kabarettirnar hjá studentunum vórðu í stórum mun gjørdar til frama fyri egnan stuðul, mill­um annað til studentabýli í Keypmannahavn og Reykjavík. Somu­leiðis spældu studentarnir kabarett fyri at stuðla ymsum bóka­útgávum. Kabarettin gjørdist so við og við fastur táttur í ólav­ søku­haldinum. Ólavsøkukabarettin hevur við tíðini verið nógv umstrídd, og tíðum hevur hon verið hildin at vera ov argandi og farin útum mark. Eitt nú greiðir Ria Tórgarð frá, at tá pápi hennara, Axel Tórgarð, var við at gera ólavsøkukabarettina í 1950 árunum, mátti hann halda tað loyniligt fyri pápa sínum, sum var prestur. - Pápi mín og tey fylgdu við tí, sum hendi í samfelagnum, meðan tey vóru stødd í Danmark, og gjørdu nógv ymiskt stuttligt burturúr tí, sum hendi í samfelagnum, tá tey komu heim úr Danmark í summar­ frí. Abbi mín helt, at tað hóskaði seg ikki hjá einum prestasoni at gera slíkan leik. Tá so abbi sjálvur eina­ferð hevði setti seg millum áskoðararnar at njóta kabarettina, fekk hann ein hvøkk, tá hann sá babba á pallinum, sigur Ria Tórgarð smílandi. EÐG Eingin var at standa fyri Ólavsøkukabarettini í ár