Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Algeria Her er ein samandráttur av tí, sum er farið fram til HM í Algeria, síðani hósdagin, tá Sosialurin seinast fór til prentingar. Føroyska liðið bleiv í gjár tryggjað einum plássi í millum 16 tey bestu í heiminum, tá Ungarn vann á Suðurkorea. Nú er geitt, at Føroyar koma víðari saman við Týsklandi, Noreg og Ungarn. Føroyar spæla í dag um triðja plássi í bólkinum, tá vit møta Ungarn. Vinna vit, so hava vit ein møguleika at verða millum tíggju tey bestu í heiminum. Føroyska U21 landsliðið hevur longu vunnið romantiska sigurin. Tað legst bara aftur at við lokalum áskoðarum, sum rópa á Føroyar, og við víðari luttøkuni, tveimum sigrum og einum megnar avriki móti Týsklandi, eru Føroyar longu vinnarar. Hósdagin 20. juli: Føroyska U21 landsliðið hevur havt ein frídag, eftir at hava vunnið 31- 28 á Kili. Tað varð væntað áðr­enn, at føroyska liðið hevði ein góð­ an møguleika at vinna á suður­ amerikanska liðnum. Føroyar vóru eitt skifti greitt á odda, men tað bleiv nakað spennandi móti enda­ num. Suðurkorea er eitt stig betri og spæla heilt øðrvísi hondbólt. Teir eru skjótir og tekniskir, bæði sum spælarar og í spælistíli. Føroyska liðið tó væl fyrireikað, men fær ein lítlan kvøkk, tá allir teir bestu hjá Suður­korea sita uttanfyri fyrstu løtuna. Føroyar fáa eina rímiliga leiðslu tíð­liga í dystinum. Tá Suðurkorea send­ir bestu spælararnar á vøllin miðskeiðis í fyrra hálvleiki kemur lív í, men føroyska verjan megnar at standa ímóti. Í seinna hálvleiki er eitt skifti bara eitt mál á muni, men so fáa vit trý upp í slag. Tá tykist sigurin trygg­ur, men tjúgu sekund fyri tíð er aftur eitt mál á muni. Í undirtal megna vit at koma til tvey skot og spæla tíðina út, so Suðurkorea ikki sleppur í álop. Før­ oyar vinna 28-27 til stóra gleði fyri hondbóltsføroyar. Sigurin røkkur út í hvønn krók í landinum. Við sigrinum hava U21 spæl­ararnir vunnu seg í hjørtini á før­oy­ingunum. Enn ein staðfesting av, at kunnu nógv, hóast vit eru fá. Fríggjadagin 21. juli: Føroyar eru søgnan í dagliga hond­ bólts­blaðnum, sum kemur út á arabisk­um, fronskum og enskum. Her verður millum annað skrivað, at Føroyar hava tikið á bóli í hesi HM kappingini, og at hetta helst ikki verður seinasti sigurin. Hendan dagin skal føroyska liðið spæla móti grannatjóðini, Noreg. Pætur Thomsen úr H71 verð­ur útskiftur við liðfelagin, Vil­ helm Poulsen. Pætur Thomsen hev­ ur eina fibur, sum hann skal ansa væl eftir. Í eitt korter klára føroysku spæl­ar­arnir, at spæla fult upp við norsku mótstøðumenninar. Tá stendur 4-4, men tá farið verður til hálv­leiks er støðan 15-8. Føroyar hava tapt dystin og byrja at gera nógv­ar útskiftingar. Í seinna hálvleiki reisist før­ oyska liðið og vinnur seinna hálv­ leik 15-14, men tað broytur einki við útfallið. Noreg vinnur 29-23. Í dystinum kemur Pætur Mikk­ jals­son illa fyri. Hann fær eftir­ fylgjandi staðfest brot í ring­fing­ri­ num á vinstru hond. Hann nokt­ar at geva upp og ætlar sær at spæla aftur í kappingini. Tað er semja í hópinum aftaná dyst­in, at Noreg er eitt væl betri lið enn Kili og Suðurkorea. Venjarin fær brúkt fleiri spælarar, meðan aðrir lyklaspælarar kunnu spara seg. Ein spælari, sum ikki sparir seg í dystinum, er Hilmar Leon Jacob­ sen. Hann skorar sjey mál – øll í seinna hálvleiki. Hann klárt besti spælari á føroyska liðnum, meðan summi halda at hann var besti spælari á vøllinum av øllum. Leygardagur 22. juli: Eftir tveir dystir upp á tveir dagar hevði liðið ein frídag. Dagurin byrjaði við áhugaverdari útferð, har spæl­ararnir fingu ávísar uppgávur, og seinni var ein løtt venjing. Útferðin var í høvðus­stað­ num í Algeria, Algir. Við tveimum løg­reglu­motorsúkklum á odda fór bussi­num við spælarunum ein túr runt í býnum. Ein áhugaverdur steðg­ur varð gjørdur við Maqam Echa­hid minnisvaran, sum sæst um allan høvðusstaðin. Her greiddi ein lokalur frá hvussu tey her minnast frælsis­ stríð­ið, tá Algeria bleiv sjálvstøðugt land í 1962. Minnisvarin er gjørdur fyri tey áleið 1,5 milliónir fólkini, sum lótu lív í árunum rundan um loys­ingina frá Fraklandi. Í bussinum var tónin lættari, har spælararnir høvdu eina soskallað “speed-dating”, har teir skuldu læra hvønn annan betri at kenna. Eisini fingu teir til til uppgávu at taka onkra stuttliga ella øðrvísi mynd. Ingi besti svimjarin Eftir eina hvíld høvdu spæl­ ar­arnir møguleikan at fara á venjingarmiðstøðina á gistingar­ húsinum og síðani svimja. Spæl­ ar­arnir fingu greið boð um hvussu nógv teir kundi leggja fyri, tí teir tað er dystur aftur í dag og í morgin. Í hylinum fingu U21 dreing­ir­ nir ein undir vengan frá hjálpar­ venjaranum. Ein fyri og annar eftir taptu teir fyri Inga Olsen, sum við avbera róligum og góð­um svimjiteknikk var fyrstur í svimji­ hylinum. Sunnudagurin 23. juli: Føroyska U21 landsliðið fremur enn ett roysni. Í næstan 50 minuttir eru týsk­ararnir kroystir, og enntá á knøun­um í næstan 40 av teimum. Dagur­in var sera róligur fram til dystar­byrjan. Spælararnir høvdu ein taktikkfund og slappaðu ann­ ars av fyri tað mesta. Tá farið var av gistingarhúsinum HM í Algeria: Føroyska U21 landsliðið hevur tryggjað sær víðari luttøku til 1/8 finalurnar til U21 HM í Algeria. Størsti bitin var at vinna á orkuríka og spennandi suðurkoreanska landsliðnum. Væntandi ósigrar fyri Noreg og Týskland ger, at Føroyar og Ungarn spæla um triðja plássið í bólkinum í dag VIT HAVA LONGU VUNNIÐ STÓRT HONDBÓLTUR