Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tiltakið Føroya sterkasti maður verður á ólavsøku í ár. Tiltakið verður nú partur av skránni ólavsøkudag, men tað eru eisini aðrar broytingar. Bjarni Nielsen er farin frá at verða tað nýggi og ungi, til at verða tann royndasti VEKTLYFTING Tróndur Arge Tiltakið Føroya sterkasti maður hevur havt góða undir­tøku seinnu árini, men í ár hava fyrireikarnir valt at royna nakað nýtt, so nýtt lív kemur í kappingina. Í ár verður hon ólavsøkudag á Konga­brúnni. Kappingin byrjar klokkan 14. Tað eru fleiri nýggja and­lit við í kappingini hesaferð. Tað eru bara nøkur ár síðani, at Bjarni Nielsen var tað nýggja andlitið í føroyskari styrki­lyfting, men nú er hann stóri favoritturin við roynd­unum. Hann heldur skemti­liga fyri, at tað tók hon bara trý ár rudda allar teir eldru lyftararnar út. Her er eitt yvirlit yvir kappingina og luttararnar í FSM 2017. Føroya sterkasti maður: NÝTT BLÓÐ OG NÝGGJ ÆTLAN FSM 2017 verdur 29. juli á Kongabrúnni. Kappingin byrjar klokkan 14. Øvilsini eru: 1. ”Truck pull” 20 metrar. 75 sekund tídarmark. 2. ”Grip hold” Tann, ið heldur longst vinnur 3. ”Last man standing deadlift” Menn skulu lyfta øll lyftini. Byrjað verður við 250 kilo, og veksur við 25 kilo fyri hvørt lyft. 4. ”Axle press” 110 kiloupp um høvd. Oftast upp á 75 sekund vinnur 5. ”Frame carry” Bera 275 kilo tvær ferðir 15 metrar, ella sum longst í 75 sekund 6. !Atlas steinar! 100, 110, 120, 140 og 160 kg skulu lyftast 140cm. 75 sekund tídarmark. Navn: Bjarni Nielsen Aldur: 29 ár Hædd: 186cm Vekt: 137kg Hvussu lengi hevur tú trenað: 5 ár Favorit deciplin: Frame carry FSM royndir: 2013-2016 Navn: Hans José Poulsen Aldur: 26 ár Hædd: 183cm Vekt: 100kg Hvussu lengi hevur tú trenað: 5 ár Favorit deciplin: Deadlift FSM royndir: ongar Navn: Oddur Højgaard Aldur: 23 ár Hædd: 180cm Vekt: 142kg Hvussu lengi hevur tú trenað: 5 ár Favorit deciplin: Squat FSM royndir: Ongar Navn: Helgi Lamhauge Aldur: 24 ár Hædd: 175cm Vekt: 90kg Hvussu lengi hevur tú trenað: 7ár Favorit deciplin: Deadlift FSM royndir: 2013-2016 Navn: Óli A. Andresen Aldur: 28ár Hædd: 190 Vekt: 135kg Hvussu lengi hevur tú trenað: 8ár Favorit deciplin: Truck Pull FSM royndir: 2010, 2012, 2016 Navn: Árni Neshamar Aldur: 20ár Hædd: 193cm Vekt: 130kg Hvussu lengi hevur tú trenað: 4ár Favorit deciplin: Power Stairs FSM royndir: Ongar PROFILAR: