Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Pætur Albinus Tað vóru ivamál um hvussu Vík­ ingur fór at vera fyri til Effo­ deild­ina, nú teir orsakað av góðu avrikunum í Evropa ongan summar­steðg hava havt, og einans tríggjar dagar frammanundan ÍF- dystin fríggjakvøldið høvdu leikt á Tórs­vølli ímóti FH. Víkingur lat tó ongan iva vera. Allur ivin um troyttleika varð sópaður burtur við einum sann­før­ andi 4-0-sigri ímóti grannunum úr ÍF, sum alt meiri gerast púra einsa­ mall­ir í botninum av Effo­deildini, og hevur fyri neyðini at skava sær nøkur stig saman sum skjótast. Tað skuldi tó ikki vera hendan dystin, tí Víkingur var greitt betra liðið. - Vit vóru moyrir, so vit máttu kompensera kreftirnar. Tað var sera umráðandi fyri okkum, at vit ikki fóru út at jagstra. Vit skuldu vera klókir, og eg haldi tað var fyri­myndarligt av leikarunum, segði Víkinga-venjarin, Sámal Erik Hentze eftir dystin. Jákup Mikkelsen, venjari hjá ÍF, segði eftir dystin, at hann og teir í ÍF høvdu ætlað sær nógv meira. - Vit høvdu ætlað okkum stig í dag, men tað var so ræðuliga langt frá tí, so sjálvandi er man vón­brot­ in, segði hann eftir dystin. Hann hevði hug at rósa kontra- maskin­uni hjá Víkingi og viðgekk at tapið kundi verið enn størri, men hann fann eisini ljós í myrkrinum á sínum liði. - Vit spældu rímiligt í fyrra hálv­ leiki og komu eisini fram til onkrar fínar støður, men vit hava trupult við at avgera dystir og at skjóta mál, og hinvegin sær tað øgiliga nemt út tá hini liðini koma fram til tað ímóti okkum, segði hann. Ótrúligt comeback Tað eru fleiri lið, sum hava havt stór­ar trupulleikar av at lirka verju­na hjá Skála upp, og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg at vera í Gunda­dali í gjár, har B36 fekk vitj­an av tí væl skipaða liðnum undir Paula Poulsen. Hóast B36 var leikliga omaná, so gekk heldur striltið við at spæla seg fram til upplagdar mál­møgu­leikar, og beint undan hálvleiks­steðgi­ num var tað Skála, sum revsaði heima­lið­ið og legði seg heldur óvæntað á odda 1-0 við máli frá Mamuka Toronjadze. Í seinna hálvleiki kendu nærum øll uppskriftina frammanundan. Tað var B36, sum skuldi skjóta mál, og sum seinni hálvleikur leið øktist trýstið á Skála-málið. B36 spenti álops­bogan og setti framrættaðar leikar­ar sum Christian R. Mourit­ sen og nýtilkomna Meinhard E. Ol­ sen á vøllin. Best sum Skála var ávegis at halda leiðsluna heim, so kúgvendist alt í einum lagnuminutti hjá Skála. Júst tá ið farið var inn í yvirtíðina fekk ungi B36-verjuleikarin Bjar­ni Petersen javnað til 1-1, og minni enn ein minutt seinni skoraði Benjamin Heinesen til 2-1. - Tað var gleðiligt og óluksá­liga dei­ligt. Hetta er akkurát tað, sum fótbóltur gong­ur út upp á. Øll hesi følils­ini, sum variera upp og nið­ur og gera tað so stuttligt tá ið tað einaferð riggar, segði B36-venjarin, beint eftir tann ótrúliga dystin. Pætur Dam Jacobsen, liðskipari hjá Skála, var hinvegin vónbrotin. - Vit vóru í ferð við at stjala frá teimum, men teir stjólu tað frá okkum aftur, segði hann. Hann segði eisini, at hann helt at tað var ov lætt at skylda upp á at konsentratiónin fór ímóti enda­ num. Hann helt heldur, at teir bara ikki kláraðu at vera fyrstir á bóltinum, og at tað var ov vánaligt, at teir eisini skuldu lata tað seinna málið inn. HB má ansa sær Eftir tríggjar dystir á rað uttan ein sigur var tað umráðandi hjá HB, at teir aftur funnu stevið, tá ið teir í gjár vóru á vitjan hjá EB/Streymi í Streymnesi. Umráðandi var tað eisini tí at tað er við at støkka hjá teimum í stríðnum um evropeiskan fótbólt, tí liðini omanfyri teir ikki tveita nógv stig fyri borð. Talan var um ein javnan dyst, TVEIR AVGERANDI MINUTTIR Allir hinir dystirnir vóru longu avgjørdir, tá ið tveir dystir ímillum miðliðini í Effodeildini vórðu avgjørdir í tveimum gyltum minuttum í allar evstu løtu. B36 og EB/Streymur stóðu eftir sum sigursharrar saman við øllum oddaliðunum, sum greiddu sínar skyldur Effo-deildin