mánadagur 24. juli 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
men beint eftir hálvleikssteðgin var
tað Poul G. Olsen, ið legði heimaliðið
á odda við einum skoti, ið annars
líktist einum innleggi. Innskifti
Sebastian Pingel fekk javnað til 1-1
stutt áðrenn leiklok, men einki stig
slapp við aftur til Havnar – tað syrgdi
fyrrverandi HB-arin, málrevurin
Arnbjørn Hansen, fyri. Í yvirtíðini
var hann á blettinum og gav EB/
Streymi øll trý stigini.
- Hann kom inn og gjørdi tað,
sum hann er bestur til. At skjóta
mál, segði Rógvi Egilstoft Nielsen
um liðfelagan hjá sær eftir dystin.
Símun Samuelsen, veteranurin
hjá HB, viðgongur, at teir – hóast
leikliga yvirvág – ikki skaptu teir
stóru málmøguleikarnar, og at tað
nú má koma vend í áðrenn klassik
aran ímóti KÍ á ólavsøku.
- Um vit skulu vinna ímóti KÍ,
so mugu vit gera tað betri enn vit
gjørdu í dag, og tað verður tað, sum
vit fara at arbeiða við undir venjing
næstu vikuna, segði Símun Samuel
sen eftir dystin.
Hetta var fjórðu ferð á rað, at HB
fór av vøllinum uttan at hava vunn
ið dystin. EB/Streymur var einasta
liðið hetta umfarið, sum flutti seg
eitt pláss – teir fóru nevniliga av
áttanda plássi upp á eitt sjeynda
pláss.
Ársins størsti sigur
Tvær ferðir fyrr í ár hevði NSÍ
prógvað, at teir av álvara kundu
gera av við 07 Vestur, sum ikki
hevur víst seg at vera eitt serliga
kompakt lið at standa seg ímóti
tí hugskotsríka álopsspælinum
hjá runavíkingum. Tvær ferðir
hevði NSÍ vunnið 4-0 ímóti vága
monnunum, sum nú – aftaná ein
summarsteðg – skuldu dúva upp á
eina nýggja byrjan og seta kósina
ímóti bjargingini í Effodeildini.
Tað bleiv tað ikki til. Als ikki.
Tvørturímóti skuldi tað vísa seg at
gerast enn ein NSÍ-stórsigur – hesa
ferð somikið stóran sigur, at hann
var tann størsti í Effodeildini í ár.
Heili 7-0 vann NSÍ í Sørvági, har 07
Vestur var uttan profilar sum Ivan
Stojkovic, Martin Tausen, Gunleif
Magnusarson og Ken Fagerberg.
NSÍ hevði eina væl hægri leik
ferð enn 07 Vestur, og teir snúning
arnar er NSÍ møguliga komin upp í
í evropeisku dystunum.
- Man kemur upp í eina ferð, tá
ið man spælir slíkar dystir, sum
man ikki kemur upp í her í teim
um føroysku dystunum, segði
NSÍ-venjarin, Anders Gerber, eftir
dystin.
Hann viðgekk annars, at teir
evropeisku dystirnir væl kunnu
vera ein byrða, og at hann heldur
leikararnir høvdu havt best av at
fingið tvær vikur feriu.
- Feria hevur nógv at siga, men
tað hevur eisini nógv at siga at vera
í gongd. Vit hava ikki mist ferðina
ella følingina, segði Klæmint A.
Olsen eftir dystin.
albinus@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Víkingur – ÍF 4-0 (1-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar, 25.
2-0: Gunnar Vatnhamar, 57.
3-0: Sølvi Vatnhamar, 71.
4-0: Adeshina Lawal, 86.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Elias Rasmussen – Gunnar
Vatnhamar, Atli Gregersen, Erling
Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi
Vatnhamar (78. Jákup V. Olsen), Hans
Jørgen Djurhuus (6. Sorin Anghel) (85.
Ási Rasmussen), Fróði Benjaminsen,
Hans Pauli Samuelsen – Filip
Djordjevic – Adeshina Lawal
ÍF: Henrik Lindhardt – Jóhan Petersen,
Pedro Tarancon Anton, Ndende
Adama Guéye – Magus Jarnskor (46.
Dánjal á Lakjuni), Kristoffur Jakobsen,
Bogi Petersen, Sámal Jákup Joensen
– Andy Olsen (81. Niels Pauli B.
Danielsen), Frederik Poulsen (46. Ari
Ó. Ellingsgaard)
Gul kort: Bogi Petersen, Kristoffur
Jakobsen, Andy Ó. Olsen
Reytt kort: Pedro Tarancon Anton
KÍ – TB/FCS/
Royn 4-1 (3-0)
1-0: Rógvi Joensen, 5. (sjálvmál)
2-0: Jóannes Bjartalíð, 11. (br.)
3-0: Jonas Flindt Rasmussen, 40.
3-1: David Müller, 48.
4-1: Páll A. Klettskarð, 70.
Dómari: Ransin Djurhuus
KÍ: Kristian Joensen - Hørður Askham,
Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed
Mujdragic, Ísak Simonsen (51. Ólavur
Niclasen) - Jóannes Bjartalíð, Jákup B.
Andreasen, Semir Hadzibulic, Hjalgrím
Elttør (80. Jóannes K. Danielsen) -
Páll Klettskarð, Albert Adu (74. Dion
Splidt)
Gult kort: Semir Hadzibulic
TB/FCS/Royn: Marius Berntzen -
Eirikur Ellendersen, Teitur Olsen, Mats
Joachim Wahlberg, Jón Áki Jacobsen,
Anton Holse - Stefan Radosavljevic
(70. Heri Kjærbo), Rógvi Joensen - Búi
Egilsson, Jón Krosslá Poulsen (74.
Salmundur Bech), Poul Ingason (16.
David Müller)
Gul kort: Teitur Olsen, Stefan
Radosavlevic
EB/Streymur –
HB 2-1 (0-0)
1-0: Poul G. Olsen, 58.
1-1: Sebastian Pingel, 85.
2-1: Arnbjørn Hansen, 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Trygvi Askham –
Jóhannes Hansen, Poul G. Olsen,
Andras Olsen, Petur Zachariasen
– Pætur Petersen (65. Ragnar
Danielsen) Rói Olsen, Dan í Soylu,
Rógvi E. Nielsen – Tóki á Lofti (70.
Arnbjørn Hansen), Leif Niclasen (80.
Arnar Dam)
Gul kort: Pætur Petersen, Arnbjørn
Hansen
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói
Davidsen, Bartal Wardum, Johan
Troest Davidsen (liðsk.), Ári Mohr
Jónsson - Heri H. Mohr (64. Sebastian
Pingel), Levi Hanssen, (46. Aron
Clementsen), Adrian Justinussen,
Daniel Johansen, Rókur av Fløtum
Jespersen (82. Símun Samuelsen) -
Øssur Dalbúð
Gult kort: Aron Clementsen
B36 – Skála 2-1 (0-1)
0-1: Mamuka Toronjadze, 45.
1-1: Bjarni Petersen, 90.
2-1: Benjamin Heinesen, 91.
Dómari: Atte Jussila (Finnland)
B36: Tórður Thomsen – Erlendur
Magnusson, Bjarni Petersen, Odmar
Færø, Gestur B. Dam (57. Alex
Mellemgaard) – Eli F. Nielsen (65.
Christian R. Mouritsen), Róaldur
Jakobsen – Benjamin Heinesen,
Lukasz Cieslewicz, Hannes Agnarsson
(57. Meinhard E. Olsen) – Patrik
Johannesen
Gul kort: Lukasz Cieslewicz, Patrik
Johannesen
Skála: Andras Gango – Leivur
Joensen (72. Aksel Jacobsen), Jákup
Jakobsen, Valerian Iobashvili, Jónhard
Frederiksberg – Ari Olsen, Andras
Frederiksberg, Pætur Dam Jacobsen,
Dávid Johansen (57. Arnhold Berg) –
Brian Jacobsen, Mamuka Toronjadze
Gult kort: Andras Frederiksberg
07 Vestur – NSÍ 0-7 (0-3)
0-1: Jann Benjaminsen, 13.
0-2: Høgni E. Nielsen, 20. (sjálvmál)
0-3: Árni Frederiksberg, 37.
0-4: Per Langgaard, 48.
0-5: Betuel Hansen, 56.
0-6: Klæmint A. Olsen, 63.
0-7: Árni Frederiksberg, 78.
Dómari: Petur Reinert
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson –
Torstein Mýlingstind, Pål Fjelde, Dann
Fróðason, Sølvi Egilsson (60. Petur
G. Dalbø) – Tór-Ingar Akselsen, Høgni
E. Nielsen, John Frederiksen, Holgar
Durhuus – Janus Samuelsen (60.
Jákup S. Olsen), Søren B. Nielsen (69.
Jóannis á Steig)
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Bárður
J. Hansen (71. Jan Ellingsgaard),
Per Langgaard, Jens Joenen, Einar
Tróndargjógv (84. Mórits Heini
Mortensen) – Árni Frederiksberg,
Betuel Hansen (65. Petur Knudsen),
Karl Løkin, Jann Benjaminsen – Pól
Jóhannus Justinussen – Klæmint A.
Olsen
Gult kort: Einar Tróndargjógv
EFFO-DEILDIN