Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juli 2017 · Nr. 85 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Føroyska U21-landsliðið hjá monnum vinnur sín fyrsta dyst í HM-endaspælinum í hondbólti í Algeria. Dysturin er ímóti Kili, og hann verður vunnu 31-28. Víkingur rýkur úr øðrum undanumfari í Champions League. Eftir 1-1-javnleik á útivølli ímóti íslendska FH verður royndin ikki staðin á Tórsvølli, har FH vinnur 2-0 við tveimum málum seint í dystinum. Indiski Srinath Narayanan úr India vinnur Faroes Open í talvi. Hann vinnur við 7½ stigi, sum er sama stigatal sum Julio Granda Zuniga úr Peru. Helgi Dam Ziska gerst nummar trý við 6½ stigi, meðan Høgni E. Nielsen vinnur sín annað IM- norm. Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann rúka úr Europa League eftir samlað 2-1-tap ímóti slovakiska liðnum Ruzomberok. Effodeildin fer á rull aftur eftir summarsteðg í ein mánað. Víkingur leggur til brots fríggjakvøldið við sigri á ÍF, og hini liðini í topp 4, KÍ, NSÍ og B36, gera teimum kynstrið eftir við hvør sínum sigri. Føroyska U21-manslandsliðið í hondbólti ger aftur um seg og trýstir Týskland í 40 minuttir. Tað endar við 29-21-tapi, men Føroyar spæla seg víðari til 1/8-finalurnar í allarfyrstu royndini í einum endaspæli. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Símun Samuelsen, HB-spælari, eftir ósigurin fyri EB/Streymi sunnudagin Brandur Halgirsson, U21 landsliðsspælari í hondbólti, eftir dystin ímóti Týsklandi Vit eru 50.000 fólk, og teir eru fleiri miljónir. Teir hava veruliga virðing fyri okkum - Áðrenn vit fara at hyggja uppeftir stigatalvuni, og fara og hugsa um Evropa, so mugu vit læra at vinna ein dyst fyrst Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Hilmar Leon Jakobsen Føddur: 2. august 1997 Ítróttur: Hondbóltur (H71) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvørji fimm lond eru Føroyar í bólki við í HM-endaspælinum í hondbólti fyri U21-landslið? 2 Hvussu eitur liðskiparin á føroyska U21-landsliðnum? 3 Hvussu eita málmenninir á U21-landsliðnum? 4 Hvør leikari var óheppin at bróta fingurin í dysti í farnu viku? 5 Hvør leikari varð innkallaður fyri skadda Pætur Thomsen? 6 Hvussu eita venjararnir báðir hjá føroyska U21- landsliðnum? 7 Hvat føroyskt hondbóltsfelag hevur flestar leikarar á U21- landsliðnum? 8 Hvør er leikarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1: Kili, Suðurkorea, Norra, Týskland og Ungarn. 2: Helgi Hildarson Hoydal 3: Niklas Simonsen og Hørður Trygvason 4: Pætur Mikkjalsson 5: Vilhelm Poulsen 6: Sonni Larsen og Ingi Olsen 7: H71 8: Pætur Thomsen UMMÆLI Ummælið: U21 HM í Algeria Tú sá nakað troyttur út, eftir dystin móti Noreg? Jú, eg var ordiliga troyttur. Eg segði við Beintu á bonkinum, at eg hevði ein puls á 225. Eg tók andaði djúpt nakrar ferðir og fór inn aftur at spæla. Eftir dystin slapp eg ikki at ganga av vøllinum, fyrr enn eg hevði etið og drukkið. Nakrantíð verið so troyttur fyrr? Eg dugi faktist ikki at siga. Hatta hevur nokk verið tann harðasti hálvleikurin eg nakrantíð havi spælt. Hetta er væl hægri leikferð enn í Føroyrum. Tað merkir tú eisini, tá tú kemur aftur á gistingarhúsið aftaná dystin. Sigst, at útlendsk feløg hava spurt seg fyri hjá tær? Spælararnir í hópinum siga, at okkurt er, men tað er einki sum eg kenni nakað til. Onkur hevur biðið um vinarumbøn á Facebook úr Noreg og Russlandi, men har er einki. Hevur tú ein dreym um at spæla uttanlands? Dreymurin er sjálvsagt at sleppa at liva av at spæla hondbólt uttanlands. Hetta er sjálvandi eitt stórt stig á leiðini, nú tá vit eru millum 16 tey bestu í heimum. Nú fáa vit at síggja hvat hendir aftaná kappingina. Eg havi ikki gjørt mær so nógvar tankar um tað, nú skal eg bara blívur klárur til dystin móti Ungarn, eg eri eitt sindur sjúkur. Hvat sigur tú um HM í Algeria higartil? Hetta hevur verið øgiliga stórt og læruríkt. Vit hava spælt fýra nøktandi dystir, men í dystinum móti Norra er fyrri hálvleikur so um so. Men serliga dysturin móti Týsklandi er góður. Vit hanga í teimum í 52 minuttir, og Týskland er millum tey bestu í heiminum. Hetta er eitt ummælið av upp­liv­ ing­ini av HM í Algeria. Fyrst og fremst, so búgva spælararnir væl. Ecole Superielire D’Hotellerie et de Restaurantion D’Alger. Tað er ein skúli fyri tænarar. Tað merkir at tað eru nógv fólk, sum royna at hjalpa, men at tað ikki altíð er til UG. Stóri trupulleikin á økinum er, at tey vilja illa lata spælararnar brúka eitt nú svimjihylin og styrkirúmini. Maturin er góður. Transport til høllina er góður. Buss­urin er nakað trongur, men við løgreglumotorsúkklum á odda gongur tað skjótt at koma fram. Millum tíggju og tjúgu minutt­ir. Í høllini er ein afturvendandi gongd. Einki ber til, inntil tú fær fatur á rætta viðkomandi, ella hevur yvirspælt tín leiklut. WiFi er gott og pressan sleppur at arbeiða, men umstøður til radio­ frásøgn var ein trupulleiki, inntil ein fekk at vita, at hetta var eitt krav frá altjóða hond­bólts­sam­ bandi­num. So gekk ein løta og alt var upp á pláss. Høllin er ikki gjørd til hondbólt og tað merkist eitt sindur. Tað er næstan ikki hugsingur um at fara á vesið, meðan hondbóltsgólvið fleiri ferðir er loysnað undan spælar­unum. Eisini var fyrsti dag­urin eitt reint kaos, men síðani hevur tað verið á góðari leið við fyriskipan. Algerar eru ótrúliga fitt fólka­ slag og eru altíð til reiðar at vita eina hjálpandi hond – tað er bara ikki altíð at teir vita hvussu. GOTT UPPLIVILSI: Á útferð í høvðus­staðnum misti ein av spælar­unum bæði telefon og mappu, men stutt seinni kom lokalur rennandi til føroyska hópin og spurdi um tað var onkur av føroyingunum, sum hevði mist mappu og telefon. MINNI GOTT UPPLIVILSI: Viljin at skilja, at spælararnir hava brúk fyri nøkrum grundleggjandi ting­um. So sum svimjihyili, styrki­rúmi og eitt nú ísterningum. SUM HEILD: HM fyri U21 lands­ lið í hondbólti hevur verið eitt gott og positivt upplivisli fyri føroyska hópin higartil. FAKTA: Hetta er fyrstu ferð, at Algeria skipar fyri so stórari hondbóltskapping.