týsdagur 25. juli 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Hetta var fyrstu ferð, at
Jósef Annfinnson var so
langt av landi skotin. Tá feriu
pengarnir vórðu fluttir inn á
kontoina í bankanum 1. mai,
birtist hugurin at fara ein
túr til grikska oyggjahavið
saman við nøkrum vinmonn
um, og hendan ferðin var
úrslitið av tí. Ferðin bleiv
bíløgd og miðskeiðis í juli
settu teir fýra vinmenninir
kós úr føroyska summar
inum við sínum løtum av
sólskini til sólbakaðu hvítu
strendurnar við Miðjarðar
havsoynna Kos.
Men
tað,
sum
skuldi
vera ein hugnalig sólferia
saman
við
trimum
vin
monnum við strendurnar í
Miðjarðarhavinum, fekk ein
bráðan enda fyri Jósef Ann
finnson, tá ið ein jarðskjálvti
brádliga skakaði oynna.
Jarðskjálvtin bleiv máld
ur til 6,7 á Ricther-skálan
um, og miðdepilin var á hav
botninum miðskeiðis millum
Turkaland og Kos. Harðast
rakt varð turkiski feriu
býurin Bodrum har 358 fólk
fingu skaða, meðan tvey fólk
lótu lív í Kos, har fleiri før
oyingar hildu feriu, og yvir
hundrað fólk fingu løstir.
Tilsamans verður mett, at
tvey fólk doyðu og umleið
fimmhundrað
fólk
blivu
løstað í jarðskjálvtanum, ið
skakaði grikska oyggjahavið
og grannalandið Turkaland.
Fyri føroyingar kendist
jarðskjálvtin brádliga nógv
nærri, tá ið tíðindini bórust,
at
Borgaratænastan
hjá
danska
Uttanríkisráðnum
kundi vátta, at ein ungur før
oyskur maður var millum tey
yvir hundrað fólkini á Kos, ið
høvdu fingið skaða í náttúru
vanlukkuni.
Fyrsti dagur
Eitt lítið døgn áðrenn jarð
skjálvtin risti oynna lendu
Jósef Annfinnson og vin
menninir á Kos. Klokkan var
fýra um náttina, tá ið teir
komu fram til hotellið, ið teir
skuldu brúka næstu dagar
nar, og svóvu teir tað mesta
av degnum eftir longu ferð
ina frá Føroyum.
Restin av degnum brúktu
ungu menninir at kunna
seg um hotellið og býin, har
teir búðu, svumu og sólaðu
sær, áðrenn teir settu kós út
í býin at finna sær okkurt
til matna og hugna sær.
Sum flest onnur ferðafólk
fingu teir viðmælt at leggja
leiðina framvið Bar Street,
ið er kendasta gøtan á oynni
SÓLFERIAN
GJØRDIST EIN
MARRA
- Eg hugdi upp beint áðrenn bygningurin rapaði, og sá ein stein rapa
oman og lenda á mær. Tað er tað seinasta eg minnist, áðrenn alt
gjørdist kámt. Soleiðis greiðir Jósef Annfinnson frá løtuna, tá hann
fekk skaða í jarðskjálvtanum í Kos í síðstu viku.
- Eg havi
aldrin verið
so spentur
at koma
heim. Eg havi
fingið boð um, at eg ikki
sleppi út í sólina, so hetta
er eingin feria hjá mær.
Jósef Annfinnson.
Hetta er barrin har Jósef
og vinmenninir sótu, tá
jarðskjálvtin rakti oynna.
Tveir persónar doyðu,
tá bygningurin rapaði.