Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 at fáa sær okkurt at eta og drekka. Lagið var gott, og brúktu ungu menninir tað mesta av fyrsta kvøldinum á kendu gøtuni. Um hálvgum tvey tíð­ina høvdu vinmenninir funnu sær sess í eini barr nær­ hendis ein av gomlu bygn­ ing­un­um í kendu gøtuni, tá ið jarð­skjálvtin rakti feriu­ oynna. - Síðsta staðið vit vitjaðu hetta kvøldið var White Corn­er, ið er ein gamal bygn­ing­ur á Bar Street. Tað var hes­in bygningurin, ið rapaði tá jarðskjálvtin rakti. Vit sótu uttanfyri barrina, tá jarð­skjálvt­in rakti, sigur Jósef Ann­finnson. Minnist í brotum Sjálvur minnist Jòsef Ann­ finn­son lítið frá sjálvum jarð­skjálvtanum, men greiðir í telefonini frá, at hann í dag einans minnist kvøldið aftur í brotum. - Eg hvakk við, tá ið eg hoyrdi buldur og brak, og bleiv samstundis syftur móti einum borði. Síðan bleiv alt svart og minnist eg bara tað, ið hendi víðari, í brot­um. Lítil ræðulig brot við minnum av ýlan, geyl­an og gráti, sigur Jósef Ann­finn­son. Fyri Jósef Annfinnson er tað tó eitt brot, ið er verri enn restin, og er tað eitt tað seinasta, ið hann minnist rættiliga klárt hetta kvøldið. - Eg hugdi upp beint áðrenn bygningurin rapaði, og sá ein stein rapa oman og lenda á mær. Tað er tað sein­ asta eg minnist, áðrenn alt gjørdist kámt, greiðir Jósef Annfinnson. At tað kundi enda nógv verri enn tað gjørdi, er Jósef Annfinnson væl vitandi um. Ungu føroyingarnir vóru nevni­liga staddir í somu barr sum 27 ára gamli svenskarin og 39 ára gamli turkin, ið lótu lív í jarðskjálvtanum, tá ein vegg­ur í barrinum rapaði á teir. Á eitt borð Hvat hendi í kjalarvørrinum av jarðskjálvtanum er alt eitt sindur kámt hjá Jósef Ann­finnsyni, men hann minn­ist, at hann fekk greitt vin­monnunum frá, at hann hevði pínu í rygginum. Vin­ menn­inir gjørdu skjótt av, at teir ikki vildu taka nakran óneyð­ugan kjans við heilsuni hjá vinmanninum, og valdu tí at leggja hann á eitt av borð­unum hjá barrini, ið teir lítlu løtu frammanundan høvdu sitið við. - Ein sjúkrabilur kom eft­ ir mær og bleiv eg fluttur á sjúkrahúsið, men eg bleiv liggj­andi á hesum borðinum inn til eg fekk eina stovu. Haldi klokkan mundi vera seks um morgunin, tá ið eg endi­liga slapp av hasum borð­inum aftur, sigur Jósef Ann­finnson, ið tá hevði ligið á barr­borðinum í einar fýra tímar. Ein av vinmonnunum fylgdi Jósef Annfinnsyni alla vegin til sjúkrahúsið, og hevði við­komandi syrgt fyri, at for­eldrini og familjan í Før­oyum fingu at vita hvat gekk fyri seg. Á sjálvum sjúkra­húsinum fekk ungi før­oy­ingurin alla ta hjálp, ið kundi hugsast. - Eg eri ótrúliga væl nøgd­ ur við viðgerðina, eg fekk á sjúkrahúsinum. Starvs­fólk­ ini vóru fitt, blíð og prát­ ingarsom, hóast tey kanska kundu lært meira enskt. Har­ umframt komu starvs­fólk frá donsku sendistovuni á vitjan og hjálptu við ymisk­ um, greiðir Jósef Annfinnson frá. Tað var tó ein hending á sjúkrahúsinum, ið ungi strand­ingurin kundi verið fyri­uttan. - Eg var sloppin upp at ganga aftur, og var farin ein túr í sjúkrahúsinum, tá ein harð­ur eftirskjálvtur rakti oynna. Eg var á veg oman gjøgn­um trappurnar, tá ið alt fór at ristast aftur. Tað var ræðuligt at uppliva, og eg rist­ist í fleiri tímar aftaná, greið­ir Jósef Annfinnson frá. Sleppur heim Kanningarnar á sjúkra­hús­ in­um staðfestu, at ungi før­ oy­ingurin var heppin, tí einki brot var at síggja í rygginum. - Tey siga eg havi eina svera blóðsamling á niðara part­inum av rygginum og eitt sindur omanfyri, men tí­betur er einki brotið. So á tann hátt havi eg verið ótrú­ liga heppin, sigur Jósef Ann­ finn­son. Sunnudagin bleiv ungi før­oyingurin útskrivaður, og mánadagin var hann til eina síðsta kanning, áðrenn hann sleppur heim aftur til Før­oya. - Danska tryggingar­fel­ agið hevur fingið í lag, at eg fái sjúkraflutning úr Kos til Føroyar via Athen og Keyp­ manna­havn. So eg fari týs­ morgunin og eri í Før­oyum longu sama kvøld, sigur Jósef Annfinnson. Tryggingin rindar ikki end­ur­gjald til vinmenninar, ið sostatt verða verandi á Kos, men tað misunnir Jósef Ann­finnson teimum ikki. - Eg havi aldrin verið so spentur at koma heim. Eg havi fingið boð um, at eg ikki sleppi út í sólina, so hetta er eingin feria hjá mær. Eg fái ikki hendan pena brúna litin, ið øll tosa um, so tað mugu vin­menninir bara klára, sigur Jósef Annfinnson, ið tó ikki hevur fingið ein so stóran skelk av hendingini, at hann ikki torir at fara á feriu eina­ ferð seinni í lívinum. - Eg ætli mær nokk onkr­ an túr aftur, men eg fari at kanna hvussu er við jarð­ skjálvt­um fyrst. Hetta fer jú altíð at liva í minninum, sigur Jósef Annfinnson. Fingu boð í nátt um skadda sonin Hendan samrøðan við páp­ an hjá Jósef Ann­finnson stóð á in.fo fríggjadagin 21.07.2017. - Vit eru í loypandi samband við hann, og hevur hann tað eftir umstøðunum gott. Hann hevur øgiliga pínu í rygginum, men tað fær hann onkran doyvandi heili­vág fyri. Tað sigur pápin at 20 ára gamla unga føroyinginum, sum í nátt kom til skaða í jarðskjálvtanum, ið rakti grikska oyggjahavið og Turka­land. 20 ára gamli ungi mað­ urin, ið er á feriu sam­an við trimum øðrum før­oysk­ um vinmonnum á Kos, hevði ikki verið á oynni í meira enn eitt døgn, tá jarðskjálvtin rakti oynna. Pápin upplýsir, at son­ urin og ein vinmaður sótu utt­anfyri hotellið, tá jarð­ skjálvt­in rakti. - Partar av húsinum har tey sótu rapaðu niður á hann og ein vinmann, og blivu teir fluttir á sjúkra­ húsið til kanningar. Vin­ mað­urin bleiv útskrivaður, men sonur mín hevði so nógva pínu, at umhugsað varð at flyta hann til Athen. Tað bleiv tó ikki til nakað, sigur pápin. Foreldrini fingu boð­ini um, at sonurin var kom­in til skaða í nátt, tá for­eldr­ini hjá einum av vin­monn­un­ um ringdu og greiddu frá hvat var hent. Síðan hevur familj­an verið í samband við løgregluna, og í morgun eydnaðist tað at fáa fatur á tryggingini og danska Utt­ an­ríkisráðnum. Fólk hjá tryggingini eru á oynni og hava sent boð eft­ir læknum, ið skula taka støðu til hvat er best at gera. - Vit vilja sjálvandi hava sonin heim sum skjótast, men sum støðan er nú, so kann hann ikki sita í einum flog­fari, sigur pápin. Pápi: - Eg hvakk við, tá ið eg hoyrdi buldur og brak, og bleiv samstundis skiftur móti einum borði. Síðan bleiv alt svart og minnist eg bara tað, ið hendi víðari, í brotum. Lítil ræðulig brot við minnum av ýlan, geylan og gráti. Her síggjast skaðarnir hjá Jósef. - Eg var á veg oman gjøgnum trappurnar, tá ið alt fór at ristast aftur. Tað var ræðuligt at uppliva, og eg ristist í fleiri tímar aftaná.