Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GREINING Árni Gregersen Tað er uttan iva ein negla­ bít­andi samgongu­leiðari, sum situr og leggur seinastu hond á ólavsøkurøðuna, sum hann skal halda ólavsøkudag klokkan 13. Samgonguleiðarin, sum eisini er Aksel V. Johannesen, løg­maður, er í einari sera truplari politiskari støðu. Sam­gongan, sum hann stend­ur á odda fyri, hevur slkjótt sitið við valdinum í tvey ár, men enn er ongin av stóru nýskipanunum, sum sam­gongan hevur boðað frá, sam­tykt. Stóra takið er at sam­ tykkja eina nýggja fiski­ vinnu­ný­skipan. Her er stígur komin í. Tað endaði við, at Páll á Reyna­túgvu, løg­tings­for­ mað­ur, sendi tingið heim, áðr­enn málið um fiski­vinnu­ nýskipan kom aftur úr vinnu­nevndini, Hetta hevði við sær, at málið fall burtur. Mál, sum liggja í nevnd, tá ið tingsetan endar, detta burtur. Skulu tey viðgerast av nýggjum, so mugu tey leggj­ ast fram av nýggjum. Nýggj semja? Steðgurin í viðgerðini av málinum, hevur givið sam­ gongu­ni eitt sindur av tíð at koma til sættis um tað, sum semja ikki var um í seinastu ting­setu. Spurningurin er bara um nakrar veruligar sam­ ráð­ingar hava verið síðani ting­ið fór heim. Vanligt er, at politiski heilin verður kobl­aður frá um summarið, men tað kann vera, at sam­ gongufólk hava tosað saman handan tjøldini, með­an restin hevur hildið summar­ frí. Kortini er ikki nógv sum bendir á, at tað er soleiðis leikurin er farin fram. Í sam­gonguni eru fleiri, sum verja áhugamál, sum ikki vinna frama í uppskotinum, sum liggur frammi – og fyri at fáa fulla undirtøku frá sam­gongu­limunum, so skal ymiskt flytast í ætlaða lógar­ upp­skotinum. Undir viðgerðini í farnu tingsetu hevur tað víst seg, at lokal áhugamál viga tungt hjá tingfólkum, sjálvt um vit hava fingið eitt valømi. Ein eigur sjálvandi held­ur ikki at undirmeta, at summi tingfólk – eisini sam­gongu­ fólk – halda ikki, at upp­skot­ ið, sum bleiv lagt fram, var eitt, sum fer at fremja menn­ ingina í fiski­vinnuni. Tey vilja helst hava at broyt­ingarnar ikki eru so vítt­f­evndar, sum uppskotið legði upp til. Samgonguleiðararnir hin­vegin, eru í stóran mun samdir um, at hetta er leisturin og hendan leist­ in hava teir hildið fast við, síðani fundin í Segl­loftinum á Tvøroyri. Aðrar nýskipanir Samgonan hevur aðrar stór­ ar nýskipanir fyri framman, sum tey ferð eftir ferð hava boðað frá, skulu avgreiðast í hesum valskeiðnum. Fyri at taka tað mest ítøkiliga fyrst, so boðaði sam­gongan frá, at stjórnar­ skipanin skuldi til fólka­at­ kvøðu í heyst. Tá ið veurleikin vísti, at tað ikki fór at bera til, so ásetti samgongan at før­oy­ ing­ar skulu til fólka­at­kvøðu 25. apríl næsta ár. Hetta er ein sterk dag­ festing, men trupulleikin hjá samgonguni er, at skal fólka­atkvøða vera í apríl næsta ár, so skal uppskotið sum skal til fólkaatkvøðu, sam­tykkjast í Løgtinginum í oktober í ár. Lítð er á, at tað hendir og neyvan veður eitt uppskot um stjórm semja ikki er um sent til fólkaatkvøðu. Eitt annað stórmál er pensjónirnar. Har er fram­ vegis so langt millum flokk­ ar­nar, at útlitini fyri breiðari semju er ómetaliga smá. Alt hetta eru mál, sum sam­gongan skal viðgera og semjast um, samstundis við dag­liga politiska arbeiðið. Beinanvegin skal tingið áseta fiskidagarnar fyri kom­andi fiskiár. Tá ið orða­ skiftið verður um hetta mál­ ið, verður nýskipanin drig­in uppí, umframt at ósemja sum vanligt er um fiski­ dagar­nar. Eitt annað gerandis­polit­ iskt mál, sum skjótt eisini dagar upp í havsbrúnni, er fíggjar­lógin fyri 2018. Hon fer eisini at skapa turpulleikar fyri samgonguleiðararnar, men tað er kanska eitt mál, sum kann loysast. Hvat ger løgmaður? Løgmaður er formaður í Javn­aðar­flokkinum og er eftir­hondini ein rættuliga roynd­ur politikari. Hann dugir sjálvandi at síggja fyri sær, at tað er nú, politiskt handverk skal brúkast, skal samgongan sleppa burturúr knípuni. Fiskivinnunýskipanin er sná­vingarsteinurin júst nú. Hetta er ikki bara eitt polit­ iskt mál, men eitt mál, sum eisini ávirkar fiskivinnuna, so leingi tað ikki er loyst. Løgmaður kann tí taka koyrilin fram og boða sam­ gonguni frá, at gera tey ikki, sum sam­gongu­leiðar­arnir siga, so leggur hann frá sær – annað­hvørt við at útskriva nýval ella við at royna at skipa nýggja samgongu. Bara ein hóttan um val, fer helst at fáa fleiri av teimum eykafólkunum at hugsa seg um, áðrenn tey fara upp ímóti samgonguleiðsluni. Tey vita væl, at verður val, so er vandi fyri, at tey enda uttan­fyri tinggáttina. Tað er eisini sannlíkt, at gildis­koman fyri einari fiski­ vinnu­nýskipan verður flutt frá 1.januar 2018 og eitt ella fleiri ár fram. Tað fer at geva politisku skipanini tíð til enn eina­ferð at fara ígjøgnum alt og justera og semjast um fleiri smálutir. Hetta fer eisini at geva vinnu­ni frið í eina tíð afturat, sjálvt um tað ikki gevur boð um tryggar karmar. Løgmaður situr enn og baks­ast við ólavsøkurøðuna. Uttan iva ivast hann eitt sind­ur enn, men hann veit, at hann noyðist at melda greitt út. Hvat ætlar samgongan og hvussu ætlar hon at fremja tað, sum hon ikki megnaði í farnu tingsetu? SAMGONULEIÐARIN BÝTIR NEGL - OG SKRIVAR ÓLAVSØKURØÐUNA Aksel Johannesen dugir sjálvandi at síggja fyri sær, at tað er nú, politiskt handverk skal brúkast, skal samgongan sleppa burturúr knípuni Spenningurin um hvaat løgmaður sigur á ólavsøku er størri í ár enn vanligt