Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Ein av álvarsligastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum er, at ymsar sjúkur, sum dýr bera við sær, fara at breiða seg til onnur lond. Tað sigur William Simonsen, lív­ frøð­ingur. Og ein stórur trupulleiki í hesum sambandi eru ymsar sjúkur, ið spjaða seg við mýggjabitum, blóð­mottum og øðrum, leggur hann afturat. Ikki minst er skógarmottan ein trupulleiki, sum tey ræðast sum pestin í øðrum londum, tí hon kann smitta fólk við borrelia ið kann elva til, at fólk verða lammað. Skógarmotta er tað, danir kalla skovflåt. Serliga varð ljós varpað á vandan við skógarmottu í Danmark fyri 20 árum, tá ið kendi, danski politikarin, Mimi Jacobsen, varð bitin av einari skógarmottu, og fekk varandi mein av borrelia, tí hon varð lammað í andlitinum. Fyri at lýsa hendan vandan, hev­ ur William Simonsen, saman við Landssjúkrahúsinum og Syddansk Universitet, fyrireikað eina gransk­ ingarætlan við tí endamáli at stað­festa, um skógarmotta hevur breitt seg í Føroyum, og hvussu nógv er til av henni. Endamálið við granskingarætlanini er eisini at hava eftirlit við skógarmottuni at vita, hvussu hon breiðir seg, eitt nú hvussu langt norður hon flytur seg og í hesum sambandi eru eisini gransk­arar í øðrum londum her um leiðir við í ætlanini. Granskingarráðið hevur játtað 90.000 krónur til verkætlanina og Lands­sjúkrahúsið hevur játtað 25.000 krónur. Men tað er treytað av, at gransk­ararnir sjálvir útvega 50.000 krónur afturat aðrastaðni frá – og tað hevur ikki eydnast teim­um enn. Veksur øgiligt William Simonsen sigur, at av tí, at skógarmottin spjaðir seg, er tað áhugi fyri slíkari gransking, bæði í hinum norðurlondunum, og í Evropa sum heild. Hann sigur at nettupp smittur, ið verða bornar við mottum av ymsum slagi, eru tær sjúkur, sum spjaða seg mest Evropa. Og høvuðsorsøkirnar til, at sjúkur spjaða seg til nýggj øki eru broytingar í lendisnýtslu og veðurlagsbroytingar. – Hesar broytingar gera tað lættari hjá dýrum at spjaða seg, tí tað verður liviligari hjá teimum aðrastaðni, enn har tey vanliga halda til, og soleiðis verða ymiskar sjúk­ur eisini bornar til nýggj øki, sigur hann. William Simonsen vísir á, at í Evropa er útbreiðsluøkið hjá skógarmottuni vaksið nógv sein­ astu árini. – Fyri Føroyar hevur tað týdn­ ing, at skógarmottan er at finna alsamt longur og longur norðuri og nú er hon eisini staðfest langt norðuri í Svøríki og Noregi. – Skógarmottan verður eisini bor­in til Føroya við flytifugli, keli­ djórum, og øðrum flutningi millum. – Eitt er, at flytifuglur hevur skóg­armotta við sær, tað fáa vit ikki gjørt so nógv. Men tað hevði verið ynskiligt, at vit høvdu betri eftir­lit við dýrum, plantum og mold, sum annars verða flutt til Før­oya, heldur hann. Fyrstu ferð, skógarmotta varð funnin í Føroyum, var 1990. Aðru ferð í 2000 og síðan hava tær verið funnar regluliga. Í Evropa verða eini 65 000 fólk smittað við Borrelia um árið – og tað er lágt mett sigur lívfrøðingurin. Men hesi seinastu árini er talið næstan trífaldað Í Niðurlondum vísa yvirlit frá lækn­um, at í 1994 fingu 39 út av 100.000 fólkum sjúkutekin eftir at tey vórðu bitin av skógarmottu. Hettar talið tvífaldaðist til 74 fyri hvørji 100.000 fólk í 2001, fyri síðan at trífaldast til 103 fyri hvørji 100.000 fólk í 2005. Samstundis øktist talið av læknaviðtalum í sambandi við, at fólk vóru bitin av skógarmottu frá 191 fyri hvørji 100.000 fólk í 1994 til 372 fyri hvørji 100.000 fólk í 2001. Og síðan vaks talið til 446 læknaviðtalur fyri hvørji 100.000 í 2005. – Kanningar í Noregi og Svø­ríki vísa, at eini 2-3 prosent av flyti­fugl­ VILJA KANNA UM HÆTTISLIGT DÝR GE UM SEG Í FØROYUM INNRÁS AV DÝRUM Útbreiðsla av sjúkum, sum dýr bera við sær, er ein av álvarsligastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum, eisini fyri Føroyar Hendan talvan vísir talið á skógarmottum, sum eru funnar í Føroyum, men síðani hendan uppgerðin varð gjørd, eru fleiri mottur funnar afturat – Vit fáa ikki gjørt so nógv við, at flytifuglur hevur skógarmotta við sær. Men tað hevði avgjørt verið ynskiligt, at vit høvdu betri eftirlit við dýrum og plantum, sum annars verða flutt til Føroya, heldur William Simonsen, lívfrøðingur