Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 Áki Bertholdsen Skógarmottan, sum er ein plága í øðrum londum, er nú eisini oftari og oftari at síggja í Føroyum. Hetta er ein motta, ið kann elva til lammilsi og aðrar herviligar sjúkur hjá fólki. Tað staðfestir Jens-Kjeld Jen­sen, heiðursdoktari á Fróð­skap­ar­setr­ inum, ið nýggja vísindaliga ritinum, Frøði. Hann vísir á, at fyrstu ferð, skógarmotta varð funnin í Før­oy­ um, var í 1990, tá ið hon varð funnin á einum hundi í Vestmanna. Men síðani tá hevur meiri og meiri verið at sæð til hana, og nú er hon funnin á sjey oyggj­um, Suð­ uroy, Streymoy, Eystur­oy, Vágoy, Nólsoy, Kalsoy og Borðoy. At skógarmottan at kalla einans er funnin í størru oyggjunum kemst helst av, at har eru fleiri fólk at finna blóðmotturnar enn í smærru oyggjunum, leggur hann aft­ur­at. Hetta er bara toppurin á ísfjallinum Í Føroyum er tað higartil serstakliga á hundum, at skógarmottan er funnin. Í 2015 ferðaðust fólk kring landið at leita eftir skógarmottu í nátt­úruni. Tá kundi staðfestast, at hóast skógarmotta fanst í natt­ úruni, so var ikki nógv til av henni, sigur heiðursdoktarin. Men í 2015 og fjør vórðu kortini fleiri skógarmottur skrásettar og tær eru rættiliga vanligar summa staðni, eitt á Tvøroyri og har um vegir, har tær heilt vist nørast, sig­ ur hann hann. Men hann er eisini púra vísur í, at hetta er einans toppurin á ísfjallinum. Jens-Kjeld Jensen sigur, at helst kemur skógarmotta til Føroyar við flytifuglum. Men tær kunnu eisini koma til Føroya við hundum, sum hava verið til kappingar uttanlands, ella við innfluttum kettum. – Nógv verður gjørt fyri at tryggja, at hundar og kettur ikki hava snúltidýr, tá ið tey koma inn í landið, men royndirnar vísa, at bæði kettuloppur, kettulýs og tvey sløg av hundalúsum eru funnin í Føroyum seinastu 10-20 árini, sigur Jens-Kjeld Jensen. Kunnu elva til lammilsi Hann sigur, at sýgur ein blóðmotta blóð av einum djóri, ella fugli, sum hevur í sær sjúkuelvandi bakteriur, fær blóðmottan bakteriurnar niður í magan. Men tá ið blóðmottan so næstu ferð sýgur blóð, býtur hon seg fasta og tømir magan inn í vertin. Er nýggi verturin óheppin, verð­ur hann sostatt smittaður við sjúkuelvandi bakteriunum og so­ leiðis kunnu blóðmottur flyta fleiri sjúkur til bæði djór og fólk. Tann sjúkan, ið fólk ræðast mest, er borrelia. Jens Kjeld Jensen sigur, at longu fyri einum 25 árum síðani varð borrelia staðfest í lundalúsum í Nólsoy, har 21 prosent av lýsnum høvdu bakteriuna í sær. – Líkt er til, at tað slagið, vit hava í Føroyum, ikki gevur tey nógvu sjúkueyðkennini, men vit kunnu vænta, at onnur sløg av borrelia, sum kunnu elva til lammilsi í and­ lit­inum, eisini koma til Føroya komandi árini, sigur hann. Ein onnur sjúka, sum hevur elvt til at nógv lomb eru deyð í Nor­egi, er bakterian, anaplasma phagocytophilum, sum beinir fyri mót­støðuførinum hjá lombunum, sum tískil lættliga doyggja av øðr­ um sjúkum. – Summastaðni í Noregi eru upp í 30 prosent av skógarmottunum fongd­ar við hesi bakteriuni og um heystið kemur nógvur flytifuglur til Føroya júst úr Noregi. Jens-Kjeld Jensen sigur, at skóg­ ar­mottan er nógv meira ágangandi enn føroysku lundalýsnar. Sam­ stundis trívist skógarmottan væl í Før­oyum, samstundis sum at vit hava nógvan seyð, rottur og mýs, har ið motturnar kunnu súgva blóð. – Hvørki borrelia ella anaplasma eru nýggjar sjúkur, ella bakteriur, men veðurlagsbroytingar hava elvt til, at skógarmottan er farin at breiða seg norðureftir. – Talið á skógarmottum er vaksið nógv hesi seinnu árini, so bakt­eriu­rnar hava fingið nógv betri um­støður at spjaðast. Hann sigur, at enn eru hesar báðar bakteriurnar ikki ávístar í før­oyskum skógarmottum og tískil eru tær ikki ein kendur trupulleiki. Men heldur hendan gongdin, vit nú síggja í øllum Norðurevropa, fram, slepst ikki undan, at eisini vit fara at kenna sviðan av hes­um báðum nevndu bakterium, um­ framt fleiri øðrum bakterium og sjúkum, sum verða fluttar við skóg­ ar­mottuni, sigur Jens-Kjeld Jensen. ER Hetta kortið vísir, hvar í Føroyum skógarmotta er funnin higartil, men Jens-Kjeld Jensen er sannførdur um, at hetta er bara toppurin á ísfjallinum, og heldur gongdin fram, verður hetta eisini ein plága í Føroyum, sum tað er nógva aðrastaðni Eisini vit fara at kenna sviðan NÝGGJ DÝR Í FØROYUM Heldur hendan gongdin fram, sleppa heldur ikki føroyingar undan eini herviligu plágu, sum fólk í øðrum londum ræðast un­um hava skógarmottur á sær, bæði tá teir koma norðureftir um várið og fara suðureftir aftur um heystið. Somuleiðis varð staðfesta, at eini 3 prosent av skógarmottunum vóru smittaðar við borrelia. – Í Føroyum eru skógarmottur funnar á flytifugli í mai og í august. Ongin kanning er tó gjørd í Før­ oy­um av hvussu nógvur fuglur er fongdur við skógarmottu, men tað er væl av flytifugli, ið kemur framvið Føroyum. Støðan í Føroyum er ógreið William Simonsen sigur, at støðan viðvíkjandi skógarmottu í Føroyum er ógreið. Kanska er ein lítil stovnur her, sum eingin veit um. Ella kanska er støðan tann, at allar skógar­ mott­urnar, ið verða funnar, eru inn­fluttar, og so klára tær seg her í eina tíð. – Fyrst í apríl í fjør vórðu skóg­ ar­mottur funnar í Froðba. Ein av hesum var vaksin og full av blóði og hon datt av eini kettu, tá kom heim. Henda skógarmotta má hava yvirlivað veturin í Føroyum, sigur William Simonsen Hann vísir á, at Føroyar, Ísland og Grønland liggja í útjaðaranum av núverandi útbreiðsluøkinum hjá skógarmottuni. Men sum veð­ urlagið broytist eru sannlíkindi fyri at skógarmottan kann fáa fótin fyri seg og verða ein stovnur í hesum londunum Føroyar, Ísland og Grønland hava tó avmarkað meingi av vert­ um, og hettar hevur avgerandi týdn­ing fyri bæði møguleikan hjá skógarmottu at spjaða seg, og so­ statt eisini hjá teimum sjúkum, tær eru fongdar við, at spjaða seg. Eitt nú hava vit ikki hjørt, dádýr og reindýr í Føroyum, sum er ein stórur smittuberari - men hinvegin hava vit ikki so lítið av haru, og tað er eisini ein smittuberari og kanska er tað nokk til at gera tað liviligt hjá skógarmottu í Føroyum. Vit hava eisini seyð, men seyður verður viðgjørdur fyri lús og tann viðgerin drepur eisini skógarmottu. William Simonsen sigur, at tey hava tikið blóðsýn av haru fyri at vita um smitta er í blóðinum, men tey eru ikki kannað enn. Ætlanin er eisini at taka blóðsýn av seyði. – Men harafturímóti gevur hetta avmarkaða, lívfrøðiliga margfeldi í Føroyum okkum ein einastandandi møguleika fyri kanna og eygleiða skógarmottuna. Tað ger tað ein­fald­ ari at eygleiða og fylgja við gongd­ ini og at fáa vitan um, hvussu nógv er til av skógarmottu, og hvussu hon spjaðir seg, sigur hann. Her er ein miðalstór kvennmotta, samanborin við eina eittkrónu