Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Longu nú eru týðilig tekin í før­ oysku náttúruni um at veðrið um okkara leiðir gerst heitari, sigur Jóhann Mortensen. Hann hevur seinastu árini skipað fyri tveimum veðurlagsráðstevnum, sum báðar vóru væl vitjaðar. - Vit fingu nógv burturúr ser­ liga seinnu ráðstevnuni, har nógv samband bleiv knýtt mill­um universitetið í Cambridge, hav­ stovuna Woods Hole og Fróð­skap­ arsetrið. Serliga áhugavert var at hoyra Andy Bowen frá Woods Hole greiða frá um nýtsluna av tól­mennum í havgranskingini. Tað er heilt víst nakað, vit kundu nýtt her í Føroyum eisini, sigur Jóhan Mortensen. Hann er sannførdur um, at tað, sum vit síggja henda í Evropa nú í summar eru tekin um stóru veð­ urlagsbroytingarnar, sum henda. - Tað fer fram við rúkandi ferð. Ovurhitin, sum vit síggja í suð­ ur­evropa, hatta er júst tað, sum Jesper Theilgaard, veðurmaðurin hjá TV2, ávaraði um, tá hann var her í Føroyum. At har tað er heitt, verð­ur heitari, og har tað er vátt, verður vátari, sigur hann. Ókend fyribrigdi - Vit minnast øll jólaódnina, sum vardi í eina heila viku í fjør. Spania hev­ur nú hitabylgju nummar tvey innan ein mánað, har tað ann­ ars er óhoyrt við hitum yvir 40 stig. Í Kina hava tey fingið meiri stillstandandi veður, so at luft­ dálk­anin frá kol-verkunum verður liggj­andi yvir býunum og elvir til stórar trupulleikar, sigur Jóhan Mort­ensen. Jóhan Mortensen greiðir frá, at tað er El Nino, havstreymurin uttan fyri Chile, sum ger seg galdandi hjá okk­um aftur nú. - El Nino var ómetaliga sterkur í fjør. Vanliga, tá el Nino hevur gjørt um seg, fáa vit eini tvey-trý ár við køldum havstreymi. Nú sær tó út til, at el Nino fer at raka annað árið á rað, sum er púra óhoyrt. Tað fer at oyðileggja allar okkara veðurforsøgnir. 2017 og 2018 síggja tí út til at gerast púra ókend, veðurfrøðiliga sæð, tí ongar for­ søgnir megna at spáa um, hvat fer at henda, sigur Jóhan Mort­ensen. Hóast mong okkara ilskast um, at vit ikki hava havt nakrar ordiliga góðar sóldagar í Føroyum enn í summar, so er summarið heitari enn vanligt higartil. - Hitin í ovaru vatnløgunum liggur um 10 stig. Vanliga hava vit sagt, at hitin hækkar móti august og síðani lækkar. Í fjør var hitin kort­ini høgur langt út í oktobur, og líkt er til, at tað sama hendur aftur í ár. Hvussu fer tað at ávirka veðrið í vetur, spyr Jóhan Mortensen. Alt blómar fyrr Onkrar jaligar fylgjur eru tó eisini. - Gróðurin á landgrunninum er størri enn í mong ár. Alarar hava boðað frá, at laksurin veksur skjót­ ari enn áður og tí sær hetta út til at gerast eitt gott heyst hjá teimum. Og tað verður sera spennandi at síggja, hvat spyrst burtur úr hjá Veltuni á Sandi og teirra føroyska grønmeti, sigur Jóhan Mortensen. Vit síggja eisini onnur tekin í náttúruni til, at hitin í Føroyum er hægri enn hann hevur verið. - Gullregn standa í fullum blóma um alt landið, enntá trø, sum ong­ an­tíð hava blómað fyrr. Á Sandi er ein øgilig rúgva av sjóblomstrum. Á Boðanesi standa krákuberini í full­um blóma, heilar tveir mánaðir ov tíðliga. Men hvussu fer hetta at ávirka høvuðsvinnu okkara? Hvussu við makrelinum og sildini? Vit vita, at um sjógvurin verður ov heit­ur, hvørvur toskurin. Men fara sild­in og makrelurin at førka seg long­ur vestur, spyr hann. VEÐURLAGS­ BROYTINGAR SÍGGJAST EISINI Í FØROYUM Gullregn, sum hevur staðið uttan blómur í áravís, blómar nú aftur og krákuberini eru sprottin fleiri mánaðir fyrr enn vanligt.