Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 Tankar við eitt tíðarhvarv Heilsan til systkini av Reyni Á veg suður úr Bø til jarðarferðina hjá Elsu, mammu tykkara, og ikki minni undir tí sera musiska og vakra minningar- og bøn­ arhaldinum í Ebenezer runnu tankar aftur til farnar tíðir, sum hava sett dám á tilveru og givið sítt til varandi lívsinnihald. Tað var tá serliga pápi tykkara Ingálvur, sum mær eitt tíðarskeið untist at hava mest­sum dagligt samskifti við. Mintist tó longur aftur í tíðina - fyrst í 50-árunum -, at man varnaðist hendan serstaka mann koma spákandi við lørift í rammu undir hondini, ofta smáfloytandi okkurt kent tema úr klassiska tónleikaheiminum. Tað frætt­ist, at hann eisini hevði so frágera góða sangrødd. Soleiðis hevði Gunnar Mikkel­sen eitt kvøldið uttanífrá lagt oyra til eina sangvenjing í Ebenezer, har hann var stórliga bilsin at hoyra føroyskan solo­sang­ ara, so sum hann ikki hevði verið at hoyra makan til áður. Mítt fyrsta samband við pápa tykkara var, einaferð eg í mínari konservatoriitíð var heima nakað fyri jól og tá fekk í lag at savna nakrar úrvaldar sangarar til eina útvarps­jólaskrá, har hann var berandi í tenor­bólkinum. Men ikki fyrr enn í 1966, heimafturkomin eftir loknan lesnað niðri, kom eg til veruliga at læra listamannin Ingálv av Reyni at kenna. Tað var tá tó ikki í fyrsta lagi tón­ list­in, sum dró saman, heldur var tað – so løgið tað má ljóða – eitt samband gjøgnum máln­ingalistina, sum eg innan ta tíð hevði havt lítla hóming av. Bindiliðurin til hendan nýggja kennskap var listamaðurin Hans Hansen, ofta nevndur Hans í Mikladali. Hans var ein “damernes ven”, var komin í vinaligan kennskap við mínar systrar, og gjøgnum tær rann tá eisini saman millum okkum báðar gomlu dreingir. Besti listarligi vinmaður hjá Hansi mundi Ingálvur vera, og alt oftari vitjaði nú eisini eg inn á atelierið hjá Ingálvi við Lucas Debes­ar gøtu og fór so við og við at fáa eygu upp fyri penslastrokum, sum ikki høvdu sagt mær so nógv frammanundan, men sum eftir­síðan hava verið ríkandi partur í heima­ um­hvørvi-num. Men komnir soleiðis í nærri persónligt hóslag hvør við annan lá tað nú so nær fyri at fara og gera okkurt tónlistarligt saman. Tað stóra sangliga og listarliga talentið var Ingálvur, sjálvur hevði eg havt høvi at læra eitt og annað um sang, og nú settu vit okkum fyri at fara undir at fyrireika til eina útvarpssending við íslendskum romans­um. Møttust tá so ofta til venjingar uppi hjá okkum á Niels Finsensgøtu, at Heðin, systur­ sonurin –smádrongur tá – hevði fingið fatan av, at navnið mátti vera Syngálvur. Jú, væl lá fyri við tónlistarliga sam­hug­ an­um; men Ingálvur, sum hevði funnið sær sín egna, ljómandi sanghátt, hevði ikki givið sær so nógv far um tað týðandi rætta og berandi andingarlagið. Men ein dagin, hann hevði verið á Írlands-vitjan, kom hann til mín og helt fyri:”Tú ... nú veit eg hvat tú meinar við við hasum andadráttinum”. Ein dagin, hann hevði spákað sær ein frískan túr í túninum í Dublin, var hann brádliga kom­in eftir, at bestu andingina fekk hann við at sleppa búki og miðjumusklum til innanding og at spenna aftur til útanding. Og so vísti hann mær, hvussu hann við egn­ um royndum hevði funnið fram til tað, sum eg ikki rættiliga hevði dugað at fingið hann til. Minnist enn løtuna, tá vit tóku upp í Kommunuskúlahøllini. Tóma høllin gav alt ov mikið endurljóð, og tí hevði hann hongt teppir niður frá balkongini til hóskandi ljóðviðurskiftir. Síggi hann fyri mær, tá hann tveitti jakkan, fetti sær á og var til reiðar til upptøku. Hugtikin verði eg, hvørja ferð eg aftur hoyri Ingálv syngja eitt nú sterka og kensluborna sorgarlagið “Alfaðir ræðir” eftir Sigvaldi Kaldalóns. Lívsleiðin bar tó við sær, at vit ikki fram­haldandi høvdu tað tætta sambandið, sum tá vit vóru so at siga grannar. Men takksamur eri eg, at eg ár seinni fekk leitað mær yvir á Lützens Trøð, og vit tá í friði og náðum fingu eitt vinarprát, har Ingálvsa djúpa innlit í so mong lívsins viðurskiftir enn standa mær í huga. Men aftan fyri mannin og honum við lið í hansara lívsverki stendur ofta kvinnan. Hugtakandi var í Eben­ez­ er at lýða á, hvussu væl orðað og rámandi Ólavur Jøkladal bar fram sína seinastu heilsu til vermóðurina. Sjálvur kom eg ikki so nógv inn í sjálvt heim tykkara; men kenslan av familjuviður-skiftunum sam­ svaraði til fulnar við tey lýsandi og vøkru orðini hjá navna. Altíð var hon vin­sæl at skifta orð við, og tað var eins og end­urskin á teirra samlív, at hon fram­hald­andi á ellisárum trúliga møtti upp til máln­inga­ fram­sýningar, eftir at hann var farin, og at hon altíð hevði eitt fjálgandi smíl til felags kenningar, sum hon hitti har. Við vinaligari heilsan Ólavur Hátún Okkara politikara hava ligið sjóvarfallið av sær í fiskivinnu­málinum Jógvan Ingvard Olsen Tað var ikki væl frágingið, av okkara landspolitikarum í 2007, at siga øll fiskiloyvir upp, til at fara úr gildið 1. jan. 2018, uttan at hava fyriskipað hvussu skipanin skuldi verða aftaná henda dato, so fiskivinnan kundi rigga seg til, tað skipan sum koma skuldi. Núverandi samgonga, hevur boða frá einum leisti, har ímillum annað verður sagt, at fiskivinnan skal fáa tryggar langtíðar karmar at virka undir. Men samtíðis siga teir, at sjálvt grundarlagið, vinnuloyvið (fiski- og veiðuloyvið) skal seljast á uppboðsølu. Hesi bæði sjónarmiðini eru í ansókn hvørt við annað. Nú skriva vit skjótt 2018, tíðin er næstan útrunnin, og ein rímulig fyriskipanartíð hjá fiskivinnuni er langt síðani farin. Politikararnir hava ikki kent sína vitjunartíð, og hava sáa spjæðing og misálit í fiskivinnuna. Tað kendist helst sum ein lætti hjá teimum flestu, um ikki øllum, tá Løgtingsformaðurin sleit tingsetuna og sendi løgtingið til hús, og eg haldi at tað var eisini neyðugt, fyri at koma burtur úr naggatóðnini av hesum vanlukkuliga fiskivinnuuppskoti. Tá nú løgtingið er komið so illa fyri í hesum málið, so er helst sámuligasti útvegur at steðga á, og fyribils leingja skipanina sum gongur út á nýggjárinum, vaska talvuna reina og byrja av nýggjum, og hava í huga hvat teir gomlu søgdu viðvíkjandi fiskiskapi, at “Hondin røkkur ikki longur enn á stokkin”. Skuldu vit ikki fari at hildi okkum til tað, heldur enn at selja og keypa fisk á uppboðsølu, meðan hann svimur í havsing djúpum, og er tað ikki ein vanvirðing av skapanarverkinum?. Seinastu tíðina eru vit vælsignaði við nógvari grind, og Viðingar lótu væl at, nú teir vóru í Settorvu eftir lunda, har var væl at fleyga, og Sildberin bar dúliga nebbasild til pisurnar. Fiskimenn dáma væl, tá hvalur og fuglur er at síggja á sjónum, tí tá kann væntast at eisini fiskur er undur. Aðrar ábendingar eru eisini um at nebbasildin er við at koma afturíaftur, og um so er, kann væntast meira botnfiskur á heimaleiðum, og fiskimenn liva altíð í vónini um veiðu, so góðu løgtingslimir, taki ikki hesa vónina frá teimum. Vinarlig heilsan, við ynskinum um eina góða Ólavsøku. NØVN KJAK