týsdagur 25. juli 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Nógv byggivirksemi er í hes
um døgum á Marknagili,
har tað almenna í løtuni
letur
byggja
hundraðtals
av skúlaplássum, ið skulu
fevna frá 1. flokk til end
an av miðnámsskúla. Eyð
sýndasta
verkætlanin
er
stóri miðnámsskúlin Glas
ir, ið skal savna allar mið
námsútbúgvingar í høvuðs
staðnum
á
einum
stað,
og sum Landsverk hevur
ábyrgdina av. Nærhendis er
Tórshavnar kommuna eis
ini í holt við at byggja ein
skúla, Skúlan á Fløtum, ið við
sínum 850 næmingum verð
ur størsti skúlin í landinum.
Skamt frá Marknagils
vegnum er eitt annað byggi
pláss har eisini verður arbeitt
av øllum alvi. Smáparta
felagið MARK letur nevniliga
byggja 38 lestraríbúðir, ið eft
ir ætlan skulu standa klárar
til skúlaársbyrjan. Í síðstu
viku vóru vit á blaðnum ein
túr framvið at skoða nýggja
tilboðið til føroysk lesandi,
ið ynskja sítt egna stað at
búleikast í undir lestrartíð
ini.
Í fyrsta byggistigi verða
38 lestraríbúðir bygdar, með
an annað byggistig umfatar
70 lestraríbúðir, so at saml
aða talið av íbúðum verð
ur 108 lestrarbústaðir. Um
framt lestraríbúðirnar, so
verða eisini felagshølir bygd
á økinum, ið næmingarnir
kunnu brúka. Hóast íbúðir
nar eru smáar, so hava allar
egið vesi og køk.
Sjálvar íbúðirnar verða
innfluttar sum bingjur til
landið, og síðan settar saman
til íbúðir á grundstykkinum,
har Snikkaravirkið helt til
áðrenn tað brendi. Íbúðir
nar eru millum 15 til 30 fer
metrar til støddar, og eru tær
smærru ætlaðar einum per
sóni, meðan tvey fólk kunnu
búgva í teimum størru.
Á heimasíðuni hjá Mark
verður upplýst, at mánað
arliga leigan er millum 3.495
krónur og 3.995 krónur fyri
tær smærru íbúðirnar, 4.495
krónur fyri ein persón í
størru íbúðunum og 5.995
krónur fyri tveir persónar í
størru íbúðunum.
Jens Kristian Vang hevur
tikið hesar myndirnar av
íbúðunum.
Á GÁTT
HJÁ MARK
38 lestraríbúðir verða í hesum døgum bygda
nærhendis Glasir, og verða eftir ætlan klárar at taka í
brúk í heyst. Sosialurin var á vitjan í síðstu viku.