týsdagur 25. juli 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86
20
Sosialurin
Bárður S. Guttesen
Nú FM kappróðurin nærkast stóru
finaluni á ólavsøku er spenningurin
rógvararnar
ímillum
øgiligur.
Stundum gleðist onkur rógvari at
kappingarárið er av, ímeðan aðr
ar høvdu ynskt at stevnur enn
vóru eftir at rógva. Onkur rógvari
gleðir seg at hava frí frá rokinum
við ár í hond eftir eitt miseydnað
kappingarár, ímeðan aðrir vóna
at gera eitt síðsta sprell áðrenn
kappingarárið er av. Onkur hevur
ætlanir at yvirhála nærmasta
kappingarneytan, samstundis við
at aðrir vilja tvíðhalda um plássið,
ið viðkomandi hevur kempa seg til.
Bert í barnaróðrinum er FM vinn
arin funnin, ímeðan tað er meira
ella minni opið í flestu bátastødd
unum. Um so ein feril av tryggum
FM heiti er at hóma, ja so vil hesin
báturin geva sína høgru hond fyri
at seta eitt virðiligt punktum á
kapittulin. Og vit vita at alt kann
henda í føroyskum kappróðri, ser
liga á Ólavsøku.
Barnaróðurin
Bæði hjá gentum og dreingjum
í yngsta aldursbólkinum hevur
nýggi báturin Ingibjørg gjørt sær
dalt og tryggja sær FM heiti við
at vinna allar róðrarnar sum eru.
Í Barnaróðuri eru bert fimm tey
bestu úrslitini galdandi og tískil eru
báðar manningarnar FM vinnarar
áðrenn síðsta róðurin, uttan at
hava fyri neyðini at skula rógva.
Hjá dreingjunum hava Falkur,
Firildur og Tjaldrið bart um annað
og triðja plássið, meðan Jallurin
hevur blanda seg uppí av og á. Hjá
gentum hevur verið kapping um
plássini. Firvaldur liggur á einum
tryggum øðrum plássi, ímeðan
fleiri bátar hava kempa um hini
plássini. Millum annað hava Sílið
og Falkur vunnið hvør sítt annað
pláss, ímeðan Pílur, Svalan, Fípan
Fagra og Spógvin eisini hava vunn
ið sær bronsu á stevnu. Her kann
gerast spenningur um triðja plássi í
FM stríðnum. Har Spógvin, Frúgvin
og Svalan hava ávíkavist 20, 18 og 16
stig.
5-mannafør gentur
Firvaldur hevur síðani norðoya
stevnu 2015 vunnið 18 av 20 róðr
um, og tað mesta av verandi kapp
ingarárið hava tær sæð óhugnaliga
sterkar út. Eftir ósigurin á vestan
stevnu er spenningurin um ólav
søkusigurin stórur, tí nú kundi
Drekin knappliga fylgja við Fir
valdi. Firvaldur liggurá fyrsta plássi
við 41 stigum, ímeðan Drekin hevur
37. Pílur liggur á triðja plássið við 22
stigum við fimm stigum niður til
Falkin á fjórða plássið.
5-mannafør gentur
Í 5-mannaførum dreingjum hava
hávaksnu dreingirnir umborð á
Fípuni Føgru víst seg at vera stinn
astir higartil í ár. Teoretiskt eru
teir ikki FM vinnarar, men sann
líkindi tala ikki fyri at Sílið skal
yvirhála teir á stigatalvuni. Tó so
hava klaksvíkingarnir snáva fyrr í
ár og teir umborð á Sílinum hava
víst at teir kunnu rógva upp ímóti
Fípuni. Fípan Fagra er enntá enda
á einum triðja plássi í ár aftanfyri
Sílið og Royndina Fríðu. Í Mið
vági sá leingi út til at Sílið fór at
knúgva klaksvíkingunum, men
eftir ein øgiligan endaspurt vann
Fípan klárt, og munnu vónirnar
hjá Fípuni tískil vera góðar til ólav
søkuna. Fípan Fagra hevur 40 stig,
Sílið 37 og Royndin Fríða hevur 28.
5-mannafør kvinnur
Eftir FM sigurin í fjør hava kvinn
urnar umborð á Erlu Kongsdóttir
havt trupulleikar av nýggju mann
ingini umborð á Jallinum. Fýra ferð
ir hava Jals kvinnur vunnið á fugl
firðingunum, og liggja tær tískil
á einum tryggum fyrsta plássið á
stigatalvuni. Tó so er spenningurin
um finaluna á ólavsøku stórur tí
Erla vann tepran sigur í Miðvági,
umframt at tær sigraðu í Fuglafirði
á varmakeldu. Trý stig eru á muni
millum Jallin á 40 stigum og Erlu
við 37 stigum. Drekin liggur trygt á
triðja plássið við 30 stigum.
6-mannafør menn
Ein tann mest undirhaldandi róður
in fyri tann uttanveltaða áskoðar
an hevur ivaleyst verið 6-manna
Kappróður:
NÚ SKULU
FM-VINNARARNIR
FINNAST
Stórur spenningur er í fleiri róðrum, nú seinasti FM-kappróðurin verður á ólavsøku
ÍTRÓTTUR