Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Sosialurin Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 fars róðurin fyri menn. Hvess­ingur og Sundabáturin hava skiftst at vinna róðrarnar og liggja nú við bert tveimum stig­um á muni á stigatalvuni. Sunda­báturin hevur tó vunnið teir seinastu tríggjar róðrarnar og má tí sigast at vera favorittur til at taka ólavsøkusigurin eisini. Tá hetta er sagt, skal eisini havast í huga at Hvessingur var í líknandi støðug í fjør, har teir endaðu við at vin­na ólavøkuna hóast eitt annað pláss í FM. Sundabáturin hevur 40 stig, Hvessingur hevur 38 stig og Hósvíkingur hevur 28. 6-mannafør kvinnur Sigursvanda manningin umborð á Rádna úr Fuglafirði, hevur ikki verið eins sannførandi í ár sum áður. Eysturoyardamurnar umborð á Sølmundi hava av sonnum víst seg at rógva væl, og hava enn­ tá knúgva Rádna tvær ferðir í ár. Róðrarnir hava mangan verið spennandi, og í Miðvági var bara fýra hundraðarpartar ímillum Rádna á fyrsta plássi og Sølmund á øðr­um. Rádni hevur 40 stig, Søl­ mund­ur 38 stig og Páll Fangi hevur 27. Sannlíkindi eru tískil fyri at Rádni aftur í ár fer avstað við FM- heiti­num. 8-mannafør Um fyrsta plássið skal skifta árar í nakrari kapping, eru sannlíkindini best í 8-mannaførum. Her eru tvey stig millum Tofta Regin á fyrsta plássi og Argja Bátin á øðrum. Har aftrat hevur Árnfirðingur fleiri ferðir verið tætt við, men hevur ongan­tíð enn megna betur enn eitt triðja pláss. Kann Árnfirðingur um­síður vinna sær annað plássið og Argjabáturin vinnur, er Argja­ bát­urin Føroya meistari. Tá hetta er sagt eru sannlíkindini eins stór, um ikki størri, fyri at Tofta Regin fer við ólavsøkuni og basar øllum iva. 10-mannafør Hjá 10-mannaførum liggur Klaks­ víkingur best fyri í FM kappingini, hóast Ormurin Langi hevur vunnið seinastu tveir róðrarnar. Sigrarnir hjá klaksvíkingum í fyrstu fýra róðru­num telja tó meira, og tí ligg­ ur tað til, at Klaksvíkingur fer at vinna FM heitið á ólavsøku. Men kiks­ar Klaksvíkingur, ber til hjá Ormi­num Langa at strúka við FM. Í øllum førum verður tað ein sera spenn­andi róður um heiðurin at vinna ólavsøkuróðurin. ÍTRÓTTUR Barnaróður, gentur 1. Ingibjørg 42 stig 2. Firvaldur 28 stig 3. Spógvin 20 stig Barnaróður, dreingir 1. Ingibjørg 42 stig 2. Firildur 32 stig 3. Tjaldrið 26 stig 5-mannafør, gentur 1. Firvaldur 35 stig 2. Drekin 30 stig (1G) 3. Pílur 18 stig (2G) 5-mannafør, dreingir 1. Fípan Fagra 40 stig 2. Sílið 37 stig 3. Royndin Fríða 28 stig 5-mannafør, kvinnur 1. Jallurin 40 stig 2. Erla Kongsdóttir 37 stig 3. Drekin 30 stig 6-mannafør, kvinnur 1. Rádni 40 stig 2. Sølmundur 38 stig 3. Páll Fangi 29 stig 6-mannafør, menn 1. Sundabáturin 40 stig 2. Hvessingur 38 stig 3. Hósvíkingur 28 stig (1G) 8-mannafør 1. Tofta Regin 40 stig 2. Argjabáturin 38 stig 3. Árnfirðingur 28 stig 10 mannafør 1. Klaksvíkingur 39 stig 2. Ormurin Langi 36 stig 3. Drekin Reyði 33 stig (1G) 4. Havnarbáturin 24 stig Kappróður FM støðurnar