týsdagur 25. juli 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86
22
Sosialurin
Pætur Albinus
TB/FCS/Royn – Víkingur
- við Stórá hósdagin
Víkingur vísti eingin tekin um
troyttleika, tá ið teir – uttan nakra
summarferiu – fríggjakvøldið tóku
ímóti grannunum úr ÍF og góvu
teimum ein 4-0-vals í Sarpugerði.
Sámal Erik Hentze, Víkinga-venjari,
viðgekk tó aftaná dystin, at teir
vóru moyrir eftir at hava spælt
Champions League-undankapping
einans tveir dagar frammanundan,
og at teir í upplegginum syrgdu
fyri, at teir ikki fóru út at renna ov
nógv.
Nú skal Víkingur til Suðuroy at
spæla ímóti TB/FCS/Royn. Saman
lagda suðuroyarliðið fekk eina
skeinu í lakkið, tá ið teir vitjaðu í
Klaksvík síðsta umfar (taptu 4-1),
men nú venda teir aftur til skansan
í Trongisvági, har teir hava vunnið
fýra av átta heimadystum og eru
eitt av frægastu heimaliðunum í
deildini.
Hinvegin, so er Víkingur besta
útilið í Effodeildini, og so løgið tað
ljóðar, so hava teir skavað sær fleiri
stig á útivølli enn teir hava á heima
vølli í ár.
Nú er støðan tó ein onnur, tí
dystir ímóti TB/FCS/Royn krevja
sanniliga musklar og renniorku, so
á tí økinum verða víkingarnir, sum
hava verið í gongd longri enn nakað
annað lið, avbjóðaðir.
HB – KÍ
- í Gundadali ólavsøkudag
Tað er aldargamal klassikari í luft
ini ólavsøkudag, tá ið HB og KÍ
bresta saman í Gundadali. Tvey lið,
sum í løtuni stíðast hvørt sítt stað
á stigatalvuni og eisini hava form
pílar, ið peika hvønn sín veg.
Tað gongur striltið hjá HB,
sum eftir 2-1-tap í Streymnesi
um vikuskiftið nú er uttan sigur í
fýra dystum á rað, og er í stórum
vanda fyri at detta úr stríðnum um
evropeiskt pláss. Tað í sjálvum sær
hevði verið ein vanlukka fyri felag
ið, sum so fegið vil út aftur í Evropa,
og skuldi HB farið av vøllinum
fimta dystin á rað uttan at hava
vunnið, so er talan um somikið
ræðandi hagtøl, at orðið kreppa
ikki kann útilokast og hyggjast má
niðureftir heldur enn uppeftir á
stigatalvuni.
Optimisturin koppar tað høvdið,
tí neyvan er nakar betri møguleiki
at fáa vent gongdini og trúnni upp
á egin evnir enn heima á ólavsøku
ímóti arvafíggindanum, KÍ.
- Hetta er ein dystur, sum vit
skulu seta okkum upp til, og um
ólavsøkan ikki ger tað, so hevur
man ein trupulleika. Um vit skulu
vinna á KÍ, so mugu vit gera tað
betri enn í dag, og tað fara vit at
venja fram ímóti hesa vikuna, segði
HB-veteranurin, Símun Samuelsen,
eftir dystin ímóti EB/Streymi.
Teir úr KÍ eru tó ikki lættir at
dansa við. KÍ hevur einans tapt
ein dyst í Effodeildini í ár. Teir
standa seg eisini væl á útivølli, har
teir framvegis eru ósigraðir, og
motivatión og konsentratión er í
toppi nú teir eru í kapprenning við
Víking um fremsta plássið.
Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari,
væntar ein truplan dyst.
- Óansæð hvar HB er á stiga
talvuni, so er ein útidystur í
Gundadali altíð torførur, sigur
hann.
- Talan er eisini um ein ólav
søkudyst, har tað kanska verða
eini 3000 áskoðarar – tað minnir
um eina steypafinalu. Tískil er
ilt at spáa um hendan dystin
í mun til ein vanligan
dyst. Vit gleða okk
um nógv til dyst
in ímóti HB,
men eg giti,
at bæði lið
ini
hava
eins góðan
kjans
at
vinna, sig
ur Mikkjal
Thomassen.
ÍF – NSÍ
- í Fuglafirði
hósdagin
NSÍ kundi ikki ynskt
sær eina betri byrjan upp
á seinnu hálvu av Effodeildini
enn teir fingu ímóti 07 Vestur
sunnudagin. 7-0 og ársins størsti
sigur var úrslitið eftir eitt framúr
gott avrik, har NSÍ harafturat ikki
kýtti seg til fulnar allan dystin á
tamb.
Góða spælið hjá NSÍ sær út til
at røkka langt, og nú er tað væl
hjálpt av at NSÍ loksins hevur
fingið bundið um
í verjupartinum. NSÍ
leitaði undan kappingarárinum
eftir styrki til verjuna, men tað sær
ikki út til at vera neyðugt í løtuni,
tí sama verjuketa sum í fjør hevur
einans latið 14 mál inn í 15 dystum.
Tað er fægst í Effodeildini.
Hjá ÍF er støðan púra umvend.
Spælið gongur ikki væl, liðið hevur
skotið fægst mál í deildini og verju
parturin hevur latið flest mál inn.
Hagtølini fáa valla verið nógv verri,
og tað fær støðan í deildini í løtuni
heldur ikki, tí ÍF er aftast, langt
aftast.
Í løtuni hevur ÍF heili 10 stig
upp til bjargingina. Liðið er styrkt í
summarsteðginum, men tíverri fyri
ÍF, so rendu teir seg í fyrsta dysti
num eftir steðgin í verandi meistar
an og oddaliðið, Víking, á útivølli.
Tað er ikki júst har, ið sannlíkindini
eru størst fyri at fáa vent gongdini,
so ÍF skal hava høvdið rætt skrúvað
á og skava tey stigini saman har tað
er møguleiki fyri tí.
At teir fáa tað ímóti NSÍ er held
ur ikki serliga sannlíkt, men NSÍ
HB kann missa sambandið við evropeisku plássini, Skála og EB/
Streymur bresta saman í sera týðandi dysti og stríðið í toppi og
botni stendur við. Dystirnir um ólavsøkuna fara at avdúka hvør
er nóg stinnur at stríðast við og kanska serliga hvør ikki er
ÍTRÓTTUR
Effodeildin, upptakt:
ÓLAVSØKAN
VERÐUR
AVDÚKANDI