Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 hevur áður víst veikleika og tapti eitt nú nýliga ímóti Skála. B36 – 07 Vestur - í Gundadali ólavsøkuaftan Tað var ein ótrúligur lætti í B36- leguni, eftir at tað um vikuskiftið eydn­aðist at vinna ein ótrúligan comeback-sigur á 2-1 ímóti Skála, har bæði málini hjá B36 vórðu skot­ in í yvirtíðini. B36 trívist vanliga væl í Gunda­ dali. Eisini á ólavsøku. Í fjør gjørdist tað tó til eitt 2-0-tap ímóti Víkingi, men ólavsøkudysturin hesaferð er væl lættari á pappírinum. Tað er nevniliga 07 Vestur, sum kemur á vitjan. 07 Vestur hevur ilt við at finna stevið, og eftir bert tann eina sigur­ in í seinastu 10 dystunum, so er liðið nú vorðið fast undir niður­flyt­ingar­ strikuni, har tað í løtuni eru fimm stig upp til bjargingina. B36 hevur eisini gott tak á 07 Vesturi. Seinast liðini møttust, tað var tann 21. mai, vann B36 trygt 4-0. Eitt, sum eisini tyngir 07 Vestur í løtuni, er at teir um vikuskiftið taptu heili 7-0 ímóti NSÍ. Hetta er størsta tapið, sum nakar hevur havt í Effodeildini í ár, og eitt slíkt lemjandi stórtap skapar sjálvsagt ótryggleika. 07 Vestur kann tó fegnast um, at nakrir av profilunum nú vera við aftur á ólavsøku. Málverjin, Ivan Stojkovic, er vorðin klárur aft­ur eftir skaða, og tað er svenski áleyp­ arin Ken Fagerberg eisini. Har­um­ framt er Martin Tausen við aftur eftir leikbann. Hjá B36 eru allir mans tøkir eftir eitt annars ógvuliga skaðadarvað ár. Skála – EB/Streymur - á Skála hósdagin Tað stendur nógv upp á spæl, tá ið Skála hósdagin fær vitjan av EB/ Streymi. Hetta er ein dystur, har bæði liðini síggja seg hava góðan møgu­leika fyri einum sigri, og útfallið av dystinum verð­ur eisini avgerandi fyri hvør skal taka eitt lop frá botnstríðnum og hvør verður verandi har. Talan er um ein sokallaðan seks­stig-dyst, og vinnur ann­að liðið, kann tað – um optim­is­ man er til staðar – hygg­ja upp eftir evropeisku pláss­unum held­ur enn niður­flyt­ing­ar­stríð­num. Óivað hevur EB/Streymur sálar­ liga yvirtakið heldur enn Skála. Tað kemst av at EB/Streymur kemur frá ein­um søtum 2-1-sigri ímóti HB, sum av álvara má geva trúgv á egin evnir, meðan Skála hin­vegin fekk eitt ótrúliga beiskt 2-1-tap ímóti B36, har teir annars førdu 1-0 heilt fram til 90. minutt. Skála fer óivað at halda fast í sínum konsepti, sum hev­ur skapt trupulleikar fyri mong lið, og nú eru teir eisini aftur á heimavølli, har teir í ár einans hava tapt einaferð í sjey dystum. Hetta var ímóti odda­ liðnum KÍ, og seinast Skála og EB/ Streymur hitt­ust, hetta var afturi í mai, vann Skála dystin 3-2. albinus@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR LIÐTÍÐINDI 16. umfar Víkingur Ikki við: Andreas Lava Olsen (fótskaði, 6-8 vikur) Ivasamur: Gert Hansen (fótskaði) KÍ Ikki við: Meinhardt Joensen (knæskaði, 8 vikur) Sørmundur Kalsø (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) David Langgaard (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) NSÍ Ikki við: Einar Tróndargjógv (leikbann), Bogi A. Løkin (lærskaði, 1-2 vikur) Ivasamur: Jónleif Højgaard (lærskaði) B36 Allir mans tøkir. TB/FCS/Royn Ikki við: Teitur J. Olsen (leikbann) HB Ivasamur: Aleksandar Stankov (loyvini) EB/Streymur Ikki við: Niklas Kruse (burturstaddur) Ivasamur: Brian Olsen (táskaði) Við aftur: Árni G. Olsen (eftir leikbann) Skála Ikki við: Jákup Johansen (brotið fótin, 6-8 vikur), Michal Przybylski, Ólavur Mikkelsen (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Andras Frederiksberg (leikbann) Ivasamur: Edvin Jakobsen Við aftur: André Olsen (heimafturkomin) 07 Vestur Ikki við: Gunleif Magnusarson (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Við aftur: Martin Tausen (eftir leikbann), Asbjørn Heðinsson (eftir leikbann) ÍF Ikki við: Bogi R. Petersen (leikbann) Við aftur: Fritleif í Lambanum (eftir leikbann)