Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juli 2017 · Nr. 86 24 Sosialurin Oman eftir Áarvegnum koma ein vambarsíður vágamaður og ein kálvakníggjaður kollfirðingur brúsandi við snús og Niemeyer. Ginnfløskan er heit, og øl er í posanum. Nakrir suðuroyingar standa á einum hjørni og flenna, og á einum útimøti kemur Jesus úr hátalarunum. Ormurin Langi trampar inn í Sjónleikarhúsinum, og aftan fyri kioskina hjá Astu halda likkurnar ball rundan um ein kúlling og kips. Á tann herliga ólavsøka. Tjóðar­ dag­ur føroyinga, har bygdarfrellini hittast í høvuðsstaðnum saman við turist­um og sokallaðum havnar­ fólki. Ólavsøkuskrúðgonga, vónir, vin­ fólk, familjur, fløgg, veðrið og kapp­ róðr­arbátar. Atmosfera við sangi og práti í útvarpi og sjónvarpi. Nógv er at fara til, fólk vitja hvønn annan í fínasta pussi og fáa gott at eta og drekka. Hábærsligir harrar og flottar damur í føroyskum klæð­ um. Gøturnar eru fullar av fólki, sum eitt ævintýr. Øll eru eins hesar dagar­nar, og gestablídnið er á ovastu hill. Jú, ólavsøkan er framvegis stór eftir mong ár og er vorðin einasta stevna, har fólk ikki stingur av eftir kappróðurin, Føroya flottasta ítrótt. Ólavsøkuróðurin er tað føroyska Colos­seum, har gladiatorarnir dystast um heiður ella deyð. Fólka­ róp, og útvarpsmaður hoyrist víða um í síni frásøgn – hansara ágrýtni og dugni hevur nógv at siga fyri spenn­ing og áhuga. Hvørjum held­ ur tú við? Klimaksið er uttan iva, tá ið tíggju­mannaførini dystast. Tá stendur tíðin still. Forventningens glæde er den største, segði Kirke­ gaard. Umborð sita heitir menn við nervum av stáli og mentalt ísakaldir. So brestur starturin, og størstu føroysku, hondgjørdu kapp­róðrarbátarnir koma skolandi inn ímóti molanum. Ferðin er øgilig, hvør er á odda? Onkur mamma er um at detta á sjógv. Sjálvt seyðurin er í nirvana. Hvør eigur besta ára­ lag­ið? Stuttligt er at vera til staðar og hoyra útvarpið. Størstu æruna eig­ur róðrarfólkið. Kappróðurin er vorðin ein ekstrem­ítróttur, bæði á landi og á sjógvi. Vilji, venjing, teknikkur, styrki, kondi og áralag ganga upp í eina hægri eind. Aldur á monnum hev­ur minni at siga. Eg hugsi eisini, at karmarnir um kapp­róður kunnu nýskapast. Hvat við at vísa beinleiðis frásøgn á stór­skíggja á Trappuni? Áskoðarar kunna sostatt sjálvir velja, hvar teir vilja vera. Dagurin er langur, nógv eiga børn, onkur er illa gongdur, og summi tíma ikki so væl oman á kaiina. Hóskandi roynd við stór­ skíggja kann geva góð úrslit. Video­ upp­tøka við dronu kann eisini vaksa enn meira um áhugan fyri kapp­róðri, áralagi og náttúru. Ólavsøkan er eisini serlig fyri útisetar, sum endiliga koma heim at uppliva egna mentan. Túsund­ tals hittast á Vaglinum í hesum paradísdøgum til vakran mid­ náttar­sang ella føroyskan dans, at heilsa upp á vinfólk, eitt prát, fish and chips og so ein lítlan. Í dag eru úrval og hugburður broytt nakað. Ein fótbóltsdystur í Gunda­dali plagdi at fáa meira upp­ merk­semi í áttatiárunum. Kanska stuttligari og meira primitivt. Meg minnist á farna tíð – at sleppa at fiska í teltinum á ólavsøku sum barn og fáa eina vakra luftballón. Seinni slapp eg at skjóta rósur við luft­byrsu, og so at marsjera við grønu skótunum oman á Vaglið. At renna eftir konufólki var eisini tá ein samfundssportur fyri ung­ar menn, og vikuskiftið og Yama­ha’in høvdu meira at siga enn heim og foreldur. Á sumri 2015 vitjaði eg í Før­oy­ um fyri fyrstu ferð í tíggju ár. Undir Bryggjubakka var serliga hugna­ ligt at vera, og Kaffihúsið var mítt yndisstað í býnum. Tann róliga kenslan at sita har við kaikantin. Ein norðmaður fortaldi mær um stór­hvalatvøst, og eg fortaldi hon­ um søgur um Sea Shepherd. Inni í krókinum í Vágsbotni stóð ein eysturríkari og pruttaði um eina vakumpakkaða grindalykkju frá Mortani Johannesen. At hitta eldri før­oyskar menn, sum prátaðu og skemtaðu saman, var deiliga sjarmer­andi og bygdasligt mitt í Havn. Í Keypmannahavn búgva eisini nógvir føroyingar. Ishøj regatta plagdi at vera størsta hæddar­ punktið fyri 15 árum síðan, sum ein ólavsøka, men tá internetið kom, dalaði solidaritetur og samanhald upp á nógvar mátar. Fyri fáum árum síðan fekk eg veruliga smakkin av kappróðri. Tað var í Keypmannahavn og byrjaði við, at eg varð biðin at stýra hjá kvinnum, har vit lógu aftast í gomlum og tungum báti. So keyptu vit Smyril úr Vági, sum Sámal Hansen hevur smíðað. Eg las tá bókina hjá Ulrik Wilbek, sum var venjari í hondbólti og mín fyrimynd. Vit fóru at venja væl og vunnu gull. Árið eftir róði eg við smyrilsmonnum og síðan við dreingjum. Næstan bara gull, men eftir trý ár varð tað ov tíðarkrevjandi at finna fólk. Dreym­urin er nú at rógva eitt tíggju­mann­afar í Føroyum. Eg havi roynt at finna eitt turt pláss til eitt seksmannafar mitt í danska høvuðsstaðnum, fyri at útisetar lættari kunna rógva í før­oyskum báti. Dreymurin er at rógva undir Knippelsbrúgv og Longu­brúgv, brúnni hjá Kára P. Merk­ið afturi í rong mitt í ríkis­ felags­skapinum. Ein góð lýsing fyri okkara mentan og ítrótt. Útisetar leingjast eftir før­ oyskari mentan. Kappróður, før­ oysk­ur dansur, náttúra, grindadráp, sang­ur, at fara í fjørðin og at fletta er stórt í sjálvum sær. Ólavsøkan varð­veitir hesa óspiltu mentan, væl fjald burtur frá øðrum londum og stór­býum. Góða ólavsøku, føroyingar, og góðan ólavsøkuróður. Edmund S. Jacobsen ÍTRÓTTUR Hugleiðing: ÓLAVSØKA, KAPPRÓÐUR OG FØROYAR – HUGLEIÐINGAR Á EINUM BEINKI Á AMAGERBRO